Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo deildin 27. umfar Nú fara meistararnir at hyggja upp á framtíðina Fótbóltur Tað er greitt, at ein av týdningarmestu meistaraspælarunum, Sorin Anghel, gevst í Sundalagnum. Fyri framtíðar vánirnar hevur tað alstóran týding, at hinir lyklaspælararnir halda fram. Tann spurningurin verður svaraður næstu fjúrtan dagarnar Jóannes Hansen Leygardagin var fagnaðurin øgiligur í Streymnesi. Í lutfalsliga góð­um fótbóltslíkindum tryggjaði EB/Streymur sær FM heitið. Tað er óført av bygdafelag, og tað er eisini merkisvert, tí hetta var bara onnur ferðin síðani 2000, tá ið VB vann FM, at felag uttanfyri høvuðsstaðin er meistari. Hin ferðin var í 2008, tá ið tað eisini var EB/Streymur, sum var meistari. Tølini siga, at EB/Streymur hevur verið millum bestu og støðugastu feløgini seinastu árini. Liðið hevur verið í steypafinaluni seks tey seinastu árini, og fýra ferðir hevur tað eydnast at vinna kappingina – í 2007, 2008, 2010 og 2011. EB/Streymur vann FM í 2008, tá ið liðið var greipuvinnari, og EB/ Streymur hevur verið næstfremst í landskappingini øll árini síðani 2006 – burtursæð frá teimum báð­ um meistaraárunum Hetta er framúr, og hetta fer at verða roknað at vera uppaftur óførari, sum árini fara. Tað kann gott vera, at liðið eisini næsta ár fer at vera millum tey fremstu, men hvussu tað fer at roynast næstu árini er treytað av, hvussu tað fer at eydnast at seta við. Fleiri av lyklaspælarunum góðu árini eru í fótbóltshøpi við at fara um besta fótbóltsaldur, og harvið er spurningurin, hvussu leingi teir fara at halda á. Málverjin René Tórgarð er 33, Vongverjin Jónhard Frederiksberg er 32, Sorin Anghel, sum er góður í øllum røðum, er 33, skilamaðurin á miðvøllinum Pauli G. Hansen er 32, og liðformaðurin og miðverjin við góða eyganum fyri at gera mál, Egil á Bø, er aldursforseti. Hann er 38 og verður 39 2. apríl. Stóru feløgini Stóru feløgini megna sum oftast at vera við í toppinum. Onkuntíð dettur okkurt felagið niður í mill­ um í eitt ella nøkur ár, men so eru tey við aftur. Tað kemst annað­ hvørt av góðari tilgongd úr ung­ dóms­liðunum ella tí tey keypa seg til topp­plasering. KÍ vann leingi nógv, men so var aldudalurin bæði djúpur og langur. Nú hevur felagið fótað sær aftur. NSÍ vann steypakappingina í 2002 og FM í 2007. Fleiri onnur heiðursmerkir eru vunnin til Runavíkar. Undan hesum kapp­ ingar­árinum stóð nógv á, men enda­støðan vísir, at felagið hevur fótað sær aftur, og at framtíðin ikki sær so galin út sást eitt nú aftur í, at U16 dreingirnir í vikuskiftinum vunnu FM. Tey bæði stóru høvuðs­staðar­ feløgini eru altíð væl við. Í ár var tað bara HB, sum vann heiðursmerki, og tað var úr bronsu. So soltin hevur úrtøkan hjá høvuðsstaðnum ikki verið í landskappingini síðani 1999. Tá endaði B36 á bronsuplássinum – aftanfyri KÍ og GÍ – meðan HB varð nummar fýra. Roknað í talinum av FM heitum teljast TB og GÍ, sum nú er partur av Víkingi, millum tey stóru. Bæði liðini eru í bestu deildini. Í ár var Víkingur leingi við í FM stríðnum, meðan TB leygardagin bara var eitt mál frá at flyta niður. Smærru feløgini Hjá hinum feløgunum sigur søgan, at tað hevur verið meiri upp og niður. ÍF, sum í ár rættuliga hevur sett dám á toppstríðið, var meistari í 1979. Síðani hevur tað verið nógv upp og niður. Nú er tað upp! B68 hevur vunnið FM í 1984, 1985 og 1992. Síðani aldarskiftið hevur tað verið tungt, og nú er besta liðið fyri triðju ferð flutt niður í næst­ bestu deildina. B71 vann FM í 1989, og síðani hevur tað verið nógv upp og niður. Nú er liðið í næstbestudeildini. Sand­oy­ingar eru skilagóðir og ætla sær ikki í fíggjarligt óføri fyri stutt­ skygdan ítróttarligan fyrimun. VB vann fyri fyrstu og einastu ferð FM í 2000. Fleiri ferðir áður hevði tað verið um reppið við góðum liðum. Fyri tólv árum síðani eydnaðist tað, men síðani hevur tað verið tungt, og nú er FC Suðuroy aftur í næstbestu deildini. Á omanfyri nevndu plássum verður minst aftur á glæsiligu úrslitini. FM heitini hava sjálvandi stóran týdning fyri sjálvsfatanina, og tey eru støðug áminning um, at tað hevur borið til, og at tað aftur kann fara at bera til. Á Skála var tað ógvuliga tætt við onkur av árunum fyrst í hesi øldini. Síðani hevur teirra lið kappast millum tey næstbestu. Nú var liðið – Vit hava havt fokus á avbjóð­ingini at vinna FM. Eg rokni bara við, at tað næstu vikurnar verður greitt, hvørjir fara at halda fram í felagnum, sigur liðformaðurin Egil á Bø Myndir Álvur Haraldsen