Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið um reppið at flyta upp. Tað fer at vísa seg, um somu spælarar herja á aftur næsta ár, ella um okkurt av hinum feløgunum fer at leita sær styrk á Skála. Bulurin Um EB/Streymur skal teljast millum tey stóru ella ikki fer farmtíðin at vísa. Nógvir av teimum, sum í ár vunnu FM, eru framvegis í góðum fót­bóltsaldri. Marni Djurhuus, Gert Hansen, Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og Hans Pauli Samuelsen eru allir uppvaksnir í felag­num, og teir teljast allir mill­um lyklaspælararnar. René Tórgarð, Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Pauli G. Hansen, Jónhard Frederiksberg og Niels Pauli Danielsen eru komnir aðra staðni frá, men felags fyri teir allar er, at teir hava trivist so stak væl í Streymnesi. FM heitið ber eyka inntøku upp á 2,7 milliónir krónur við sær. Risa inntøkan ger, at EB/Streymur í fyrstu atløgu er væl fyri í kapp­ ingini um spælararnar. Tað vil siga fyrst og fremst at tryggja sær, at teir omanfyri nevndu fara at halda fram í felagnum. Hetta kann tó ikki gerast fíggjarliga fyrilitarleyst. Eitt sindur skal vera á kistubotninum til næstu árini, um liðið framvegis skal verða millum tey stóru. Tað kann gott vera, at meistararnir eisini næsta ár fara at standa seg væl, men tað er púra greitt, at tað verður ikki á hvørjum ári, at teir fara at vinna so stóra upphædd. Liðformaðurin Egil á Bø segði leygardagin, at higartil hevur ikki so nógv verið tosað um framtíðina. – Vit hava havt fokus á avbjóð­ ingini at vinna FM. Eg rokni bara við, at tað næstu vikurnar verður greitt, hvørjir fara at halda fram í felagnum. Fert tú at halda fram? – Tað havi eg ikki tikið støðu til. Tað slepst ikki undan aldrinum, men higartil havi eg kent tað vera hugaliga avbjóðing at vera saman við yngru monnunum. Eg fari at taka støðu um ikki so langa tíð, sigur Egil á Bø. Einki er at ivast í, at tað eisini spælir inn hjá spælarunum í EB/ Streymi, um Heðin Askham fer at halda fram. – Eg fari at tosa við nevndina í næstu viku. So taka vit tað harí­ frá, segði Heðín Askham seinna­ partin leygardagin. Higartil hevur hann verið avgjørdur um, at hann í 2013 ætlar at halda frí frá venjara­ arbeiðnum – burtursæð frá U21 lands­liðnum – men nú var hann ikki so avgjørdur. Gimsteinarnir Tveir teirra, sum hava havt alstóran týdning í Sundalagnum, eru Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel. Arnbjørn Hansen hevur altíð um­ boð­að barndómsfelagið, og tølini siga, at hann hevur verið óførur. Í ár hevur 26 ára gamli Arnbjørn skorað 16 mál í landskappingini, og tað er nógv, tá ið havt verður í huga, at hann ofta bara hevur verið á vøll­ inum í stuttum løtum. Síðani 2006 hevur Arnbjørn ver­ ið fastur maður á besta liðnum. Hann hevur skorað eina rúgvu av málum, og tað hava fleiri lagt til merkis. Onnur feløg hava egnt stórt fyri málsókna manninum, sum higartil hevur verið trúgvur ímóti barn­dóms­felagnum. Eingin loyna er, at tað aftur nú verða gjørdar royndir at fáa Arnbjørn at skifta felag. Og so er tað Sorin Anghel, sum hevur verið stinnur og hentur, um tað so hevur verið í verjuni, á mið­ vøllinum ella í fremstu røð. Tólv minuttir undan leikloki leygar­dagin fór hann av vøllinum. Áskoðararnir fagnaðu honum, og Sorin tóktist serliga tilvitaður um hetta. Eftir dystarlok og í øllum fagnaðinum um FM heitið upplýsti Sorin Anghel, at hann ivaleyst hevur umboðað EB/Streym fyri síðstu ferð. – Nú fari eg í nakrar vikur at hvíla meg og hugsa meg um. Men tað er alt, sum bendir á, at eg ikki fari at umboða EB/Streym næsta ár, ásannaði 33 ára gamli Sorin Anghel, sum er ættaður úr Rumenia og hevur verið fastur maður á liðnum hjá teimum í Sundalagnum síðani 2001. – Eg kenni meg ikki vera føran fyri at geva felagnum meiri. Vit hava vunnið tvey FM heiti og steypa­finaluna fýra ferðir, og tað fegnast vit um, sigur Sorin Anghel. Fyri einum ári síðani ljóðaði, at Sorin Anghel í ár skuldi spæla við AB. Í fjør mistu argjamenn upp­flytingina í síðstu løtu, og so helt Sorin Anghel fram í EB/ Streymi. Nú hevur AB tryggjað sær rættin at spæla í fremstu røð næsta kappingarár, og tað tykist rættu­liga sannlíkt, at Sorin Anghel verður ein av teimum trimum royndu monnunum, sum teir í AB hava tosað um, at tað er neyðugt at styrkja liðið við, um tað skal standa seg í bestu deildini. Í føroysku fótbóltssøguni fer at verða hugt aftur á glæsiliga tíðar­ skeiðið í Sundalagnum, tá ið Sorin Anghel spældi við EB/Streymi. Um framtíðin fer at verða bjørt valdast ikki minst um, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum, sum higartil hava verið marginalspælarar. Her verður hugsað um Árna og Poul G. Olsen, Arnar Dam, Jóhannes Hansen, Gestur B. Dam, Ólav F. Ejdesgaard, Jákup Andrias Hansen og Allan J. Hansen. joannes@sosialurin.fo Effo deildin 27. umfar Tað sigur Hans Pauli Samuelsen, sum eftir dystin gekk runt í eisini t-shrit har tað stóð »Kristian gubbi« á. – Tað er fyri gubba mín Kristian Samuelsen, sum doyði fyrr í ár. Eg spældi í henni tá og tá vunnu vit móti NSÍ. Hann var íðin í fótbólti og eg vildi líka sum vísa at eg vann fyri hann, sigur Hans Pauli Samuelsen Hann hugsaði slett ikki um minnini frá 2006. – 2006 var ongantíð í mínum høvdið. Tað er langtsíðani farið. Eg hugsaði bara at vit skuldu spæla okkara spæl, men vit vóru ikki 100 prosent klárir í dag. Tað skal eg viðurkenna, sigur 27 ára gamli miðvallarin. Hans Pauli er heldur ikki bleytur fyri at siga, at NSÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki. – Eg veit ikki um vit halda, at tá vit hava fingið eitt mál, so kunnu vit slappa av. Teir taka yvir og vit eru verri allan fyrra hálvleik, sigur miðvallarin. – Eg haldi vit lukka dystin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá vit skora til 3-1. Men so skorar NSÍ og vit fara at gýppa, men tað duga vit ikki til. Hans Pauli er fegin um at verja hevur verið so stinn í ár. – Eg hevði nervar seinastu løt­una. Teir hava jú Klæmint har frammi og hann er vandamikil áleypari og tú veist aldrin við honum. Men vit hava havt eina góða verju í ár og vit hava trúð upp á teir. Verjan klára tað eisini fyri okkum í dag, sigur Hans Pauli Samuelsen at enda. trondur@sosialurin.fo Vann fyri gubba mín