mánadagur 8. oktober 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tað sigur Gert Hansen, sum ikki var
ein partur av EB/Streymaliðnum í
2008.
– Hetta er ein fantastisk kensla.
Eg var ikki við í 2008 tá við blivu
føroyameistarar, so eg kenni líka
sum á mær, at 2006 enn livur í mær.
So hetta var deiligt, staðfesti Gert
Hansen eftir dystin.
Tað er ymiskt hvussu leik
ararnir hjá EB/Streymi taklaðu
2006 tankarnar. Fyri Gert hevði
minni frá lagnudegnum í 2006 hug
at lúra.
– Minnini frá 2006 lúrdi alla
tíðina, tí NSÍ spæla so væl. Tíbetur
so skorað vit neyðugu málini, sigur
Gert Hansen.
EB/Streymur kom ikki leikliga
væl frá fyrra hálvleiki, men tað var
rættað til seinna hálvleik.
– Menn vóru eitt sindur ner
vøsir í fyrra hálvleiki. Eg veit ikki
hví, tí vit hava staðið í hesi støðuni
fyrr. Vit royndu at rætta upp á
tað í hálvleikinum og tað haldi eg
eydnaðist, sigur Gert Hansen.
Arnbjørn Hansen hevði møgu
leikar at økja um leiðsluna í seinna
hálvleiki, men tað endaði við at NSÍ
minkaði um munin. Gert kundi
ynskt sær, at beiggin bara smekkaði
bóltin í málið.
– Eg hugsaði hví kanst tú ikki
bara skjóta bóltin í málið til 4-1, so
er alt avgjørt. Tað skal av eini ella
aðrari orsøk altíð verða spenningur
til tað seinasta, sigur Gert við einum
smíli og einum gullheiðursmerki
um hálsin.
Gert heldur at EB/Streymur í ár
hevur fingið harða kapping frá ÍF,
men tað tað er uppiborið at gullið
endar í sundalagnum.
– Vit enda nummar eitt, so tað
má verða uppiborið, at vit vinna.
Vit fingu harða kapping frá ÍF, men
tíbetur kláraðu vit at halda fast um
oddasessin, sigur Gert Hansen.
Tað hava gingið søgur um, at
Gert Hansen møguliga skuldi skifta
felag til Víking komandi ár, men
Gert fer í næstum at samráðast við
EB/Streym.
– Eg rokni við at eg spæli í EB/
Streymi komandi ár. Vit fara at
samráðast komandi vikurnar, sigur
Gert Hansen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Fantastisk kensla
Tróndur Arge
Men eisini hann ásannar at NSÍ var
betra liðið í fyrra hálvleiki.
«Eg haldi ikki vit spæla ein
góðan fyrra hálvleik, men eg
haldi tað eyðmerkir eitt vinnara
lið, at teir kunnu spæla illa og
framvegis verða á odda. Vit eru á
odda í hálvleikinum og so skuldu
vit bara koyra tað heim í seinna
hálvleiki, sigur stríðsmaðurin á
miðvøllinum.
«Eg havi altíð viðgingið tá vit ikki
hava vunnið steypið, at tað liðið, ið
liggur nummar eitt aftaná 27 umfør
hevur uppiborið at vinna gull. So
eg haldi at vit hava uppiborið tað,
sigur Pætur víðari.
Seinastu løtuna var EB/Streyma
liðið eitt sindur kroyst. Serliga tá
NSÍ minkaði um munin.
«Eg hugsaði meiri um at vit
máttu lukka, so teir ikki fingu fleiri
mál. So tað var ikki runnið so nógv
framvið seinastu løtuna.
«Vit eru ov grammir at fáa fleiri
mál aftaná 3-1 málið og allir vilja
fram við. Tá NSÍ minkar um munin
mugu vit bara leggja okkum eitt
sindur longur aftur og koyra tað
heim, sigur Pætur Dam Jacobsen
at enda.
trondur@sosialurin.fo
Máttu bara koyra tað heim
EB/Streymur føroyameistarar 2012
Myndir: Álvur Haraldsen
Effo deildin 27. umfar
Fótbóltur Pætur Dam Jacobsen hevur skotið mál í tveimum
teimum seinastu dystinum. Á Toftum gjørdist hann matchvinnari
og við Margáir økti hann til 3-2 tíðliga í seinna hálvleiki