Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Einki er at siga til, at fuglfirðingar eru troyttir av at hoyra um 1979. Tað var tað stóra árið hjá ÍF, tá alt gekk upp í eina hægri eind og endaði við føroyameistaraheitinum. Síðani hevur ikki bragdað í sama mun, men hesi síðstu trý árini hevur eitt annað lið verið undir uppsigling í Fugla­firði, sum nú kundi krýna inn­satsin við silvurmerkjum í lands­kapp­ingini, ið er besta úrslitið síðani júst 1979. Og eingin orsøk er til, at 1979 – so gott, sum tað nú eina ferð var – skuldi fingið lagt nakran skugga niður yvir tað, ið ÍF manningin anno 2012 hevur avrikað, tí silvur­ merkini, ið komu til høldar leygar­ dagin, eru triðja settið á rað, sum henda manningin vinnur. Bæði í 2011 og 2010 var ÍF í steypafinaluni, men mátti í báðum førum lúta fyri EB/Streymi, sum eisini í lands­ kappingini hesa ferð var liðið, ið kom at standa ímillum ÍF og gullið. Sæð í tí stóra høpinum, so hevur ÍF gingið undan í Eysturoynni, tá talan er um fótbólt, tí ÍF er fyrsta eysturoyarliðið í bestu mans­ deildini, har liðið var at síggja longu í 1971 og síðani hevur spælt í til­ samans 29 ár. Onkur túrur niður at venda hevur verið á skránni, men nú hevur ÍF verið partur av bestu deildini síðani 2008, og her og nú er ÍF eisini partur av toppinum í føroyskum fótbólti. Javnt á góðari leið Undan dystinum í Fløtugerði leygar­dagin var framvegis ein teoretiskur møguleiki fyri, at ÍF kundi fara avstað við øllum og vinn­að meistaraheitið fyri aðru ferð. Men tvey stig aftan fyri EB/ Streym var tann møguleikin meira teoretiskur enn praktiskur, tí fyri tað fyrsta, so skuldi ÍF vinna á HB, sum síðstu umførini hevur verið eitt hitt best spælandi liðið, og har­næst skuldi EB/Streymur á heima­vølli ikki megnað meira enn javnleik ímóti NSÍ, sum hvørki fór ein ella annan veg á stigatalvuni og tí ikki hevði tað stóra at spæla fyri. Flestu fuglfirðingar, ið vóru og hugdu at dystinum hjá sínum liði, fylgdu væl við, hvat hendi við Margáir, og tað var ikki sørt, at tað eis­ini setti sín dám á, hvussu áskoðara­rómurin var kring vøllin í Fuglafirði. Og hóast spælararnir inni á vøllinum ikki runnu við lurti í oyranum, fingu teir upp á tann mátan greið signal sendandi inn á vøllin, hvørja ferð okkurt hendi í hinum dystinum. Tað var nevniliga ikki í dystinum í Fuglafirði, at tað stóra hendi. Hann var ikki serliga væl spældur, og at bæði lið høvdu sítt í klemmu, gjørdi helst sítt til, at teir nervarnir, ið plaga at merkja eina dystarbyrjan, hjá summum av spælarunum kanska ikki sleptu takinum, fyrr enn dysturin var av. ÍF hevði størsta ítøkiliga mál­ møgu­leikan, tá Jan Ellingsgaard eftir hornaspark fekk skallað ímóti mál­inum, men mátti síggja Trónd Jensen skalla bóltin út frá aftur á sjálvari málstrikuni! Hjá HB var onkur skotroynd tað frægasta, og tá alt kom til alt, var hetta ein rættiliga typiskur 0-0 dystur, og ikki var nógv at siga til, at júst henda uppgerðin endaði við javnleiki, tí hvørki av Effo deildin 27. umfar Silvur glitrar eisini Fótbóltur Tað var ikki dysturin leygardagin, ið kostaði fuglfirðingum gullið, tá avtornaði, men nú alt er av, munnu tey í Fuglafirði vera glað og nøgd við, at ÍF av álvara hevur sett plássið á føroyakortið í fótbóltshøpi, tí hetta er eisini triðja árið á rað við heiðursmerkjum til besta mansliðið hjá ÍF Rógvi Poulsen og Uni Reinert Petersen stríðast um bóltin Mynd: Hilmar Jan Hansen