Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið liðunum hevði so nógv uppiborið at vinna, heldur enn hitt. Aftur og fram Sum sagt, so fylgdu áskoðararnir væl við, hvat hendi við Margáir, og tað bleiv eitt sindur kvirt, tá tað frættist, at EB/Streymur eftir bara góðum fimm minuttum hevði lagt seg á odda 1-0. Hetta merkti, at sjálvt um ÍF vann, so var tað ikki nóg mikið, tí so var EB/Streymur fram­ vegis hasi tvey stigini framman­ fyri. Men tá tað so mitt í fyrra hálv­ leiki frættist, at NSÍ hevði javnað, umframt at tað hoyrdist, at teir ungu runavíkingarnir einki stóðu aftan fyri garvaðu sundalagsmennirnar, birtist ein vón í Fuglafirði um, at kanska 2006 fór at endurtaka seg, og at ÍF hesa ferð fóru at »gera ein HB«. Tann vónin sortnaði tó beint fyri steðgin, tá EB/Streymur aftur kom á odda, og einki stóð til, tá tað stutt inn í seinna hálvleik frættist, at nú var 3-1 í Streymnesi. Tað tóktist, sum var reyða fjøldin í Fløtugerði nøgd við, at tað so bleiv silvur, og tey vóru heldur ikki heilt fyri ongum, tá tað kom til at rópa, so helst vóru tey eisini nøgd. Men so brádliga kom enn meira róp í, tá tað frættist, at nú hevði NSÍ aftur fingið eitt mál. Líka til dystarenda koyrdu fjeppararnir á sínar menn, tí tað kundi jú verið so skjótt, at NSÍ javnaði, og tá vildi tað verið synd, um ÍF ikki hevði gjørt sítt og vunnið á HB við einum máli. Eitt skallut mál her og eitt har – tað var alt, ið skuldi til… So bleiv tó ikki, tí støðan við Margáir helt sær, samstundis sum einki røktist fyri nøkrum máli í Fuglafirði. Um tað vóru gummibein á ársins seinasta fótbóltsdegi, skal ikki sigast, men har var ikki so nógv veiggj í, tá samanumkom, og helst var talan bara um tvey góð og javntgóð lið, ið ikki vildu lova hin­ um partinum ov nógv. Bartal fór síðstu løtuna fram í álopið hjá ÍF, men tá var tokið farið. Men hóast tað ikki bleiv til gull í ár, kunnu fuglfirðingar vera ernir av sínum monnum og tí innsatsi, hesir hava gjørt, tí silvur glitrar so sanniliga eisini. Og eitt lið, ið megnar at vinna silvur trý ár á rað, hevur í øllum førum fatur í onkrum røttum enda. At so onkrir av 1979-pápunum enn sleppa at arga synirnar í eina tíð, munnu helst allir partar kunna liva við… hilmarjan@sosialurin.fo Effo deildin 27. umfar ÍF-fjeppararnir royndu at koyra á sínar menn, so hvørt sum tað frættist úr Streymnesi, at eitt mál á hvørjum stað – um tað altso bara fall »rætta« vegin – kundi gera ÍF til meistara Mynd: Hilmar Jan Hansen Clayton Soares og Alexander Jovevic í práti beint eftir dystarlok Mynd: Hilmar Jan Hansen – Vit høvdu sjálvandi vónina til tað síðsta um, at vit kanska skuldu klára at vinna gullið, men sum alt sá út, vóru oddsini ikki ordiliga við okkum her til end­ans, sigur maðurin á vinstra bakki hjá ÍF, Jan Ellingsgaard. – Nú alt er liðugt, so haldi eg, at silvurið eisini er eitt gott úrslit, ið vit allir kunnu vera nøgdir við. Eg haldi eisini, at vit munnu allir vera glaðir fyri tað, vit hava fingið burturúr. Hetta er besta úrslit hjá ÍF í mansfótbóltinum síðani 1979, tá ÍF bleiv føroyameistari fyrstu og higartil einastu ferð­ina, so Jan ásannar eisini, at heiðurs­merki eru ikki rættiliga ger­andis­ kostur: – Nei, heiðursmerki eru ikki tað, vit eru vanir við, so hetta er avgjørt ein heiður, sigur hann, nú ÍF í grundini triðja árið á rað fær silvurheiðursmerki, tí liðið tvær ferðir hevur verið í steypafinaluni, har eisini EB/ Streymur streyk avstað við tí heila. – Eg haldi, at vit hava fingið bygt nakað gott upp í ár við einum góðum venjara og góðum hópi, sum vit kunnu koyra víðari við, so vit kanska kunnu fáa nøkur ár í toppinum. Tað vildi ikki verið so galið, tí hetta er øgiliga stuttligt. hilmarjan@sosialurin.fo – Eg haldi, at fyri okkum var hesin javnleikurin eitt fínt úrslit, tí vit høvdu brúk fyri javnleiki og fingu tað, sigur vinstri vongur hjá HB, Símun Samuelsen. – Vit kundu so ikki vita, um tað eisini gav bronsu, men tað var í øllum førum nóg mikið til at tryggja okkum eitt pláss í Europa, og so kom bronsan bara aftrat. Tað eru vit nøgdir við og glaðir fyri. Símun heldur, at um hugsað verður um, hvar HB lá fyri seks ella sjey umførum síðani, so ber ikki til at vera annað enn nøgdur við, hvussu liðið endaði hetta kappingarárið. – Síðstu dystirnar hava vit gjørt ein góðan innsats og bart okkum upp á tað plássið, sum vit í minsta lagi halda, at vit eiga at klára hvørt ár, hóast tað altíð byrjar við einum ynski um at vinna meistaraheitið og alt tað, sigur Símun Samuelsen. – Hetta árið hevur verið ein nýggj byrjan hjá okkum, tí í fjør vóru vit ikki bjargaðir frá niðurflyting fyrr enn í evstu løtu, so hetta er útmerkað. Eg haldi, at HB hevur eitt gott og ungt lið at byggja víðari uppá víðari fram. hilmarjan@sosialurin.fo Ein glaður Jan Símun væl nøgdur