Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo deildin 27. umfar Pætur Albinus Á seinasta leikdegi vóru steypa­ vinnararnir úr Víkingi á vitjan hjá B36, sum spældi sín seinasta dyst sum meistari á hesum sinni. Fyri heimaliðið B36 var hesin dysturin fullkomiliga nyttu­ leysur í nakran mun á stiga­talv­ uni, meðan Víkingur við ein­um sigri, samstundis sum HB ikki vann, kundi tryggja sær bronsu­ heiðursmerkini. Miseydnaðist hetta, so hevði Víkingur longu framm­anundan tryggjað sær pláss í evropeisku kappingini næsta ár umvegis gullið í steypa­ kappingini. B36 hevði í hesum seinasta og týdningsleysa dystinum latið ungar mans sum Jákup Højgaard og Robert Heðin Brockie royna seg, og førdi tað við sær, at profilar sum Meinhardt Joensen, Bárður Olsen og Jákup á Borg sótu á beinkinum. Hóast hetta, so var tað B36, sum tilspældi sær frægastu møgu­ leikarnar frá dystarbyrjan, men eins og ov vanligt hevur verið hjá teimum í ár, so tóku teir ikki av møguleikunum. Tá ið so Víkingur fekk møgu­ leikan, tóku teir av. Hetta var góðar 10 minuttir fyri leiklok. Evrard Blé smoygdi seg leysan av tveimum mótstøðumonnum og langaði bóltin í netið til 1-0 til Víking, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki kom B36 betur við í dystin, og serliga eftir at Jákup á Borg varð innskiftur, kom ferð og rútma í álopsspælið hjá B36. Teir vildu enda árið á ein virðiligan hátt, og við góðum samanspældum álopum hóttu teir Víking, sum átta minuttir inn í seinna hálvleik gjørdu brots­ spark ímóti B36. Hesum tók Atli Danielsen sær av og javnaði hann til 1-1. Hesa løtuna var B36 við yvir­ lutan, og vóru teir tað eisini leingi, áðrenn Víkingur aftur fekk nakrar góðar málmøguleikar ímóti dyst­ ar­enda. Hvørki av liðunum funnu tó fram til avgerandi málið, og so kundu tey bara semjast um ein 1-1-javnleik. Sum úrslitini fløsk­ aðu seg aðrastaðni, so kundu teir úr Víkingi iðra seg um, at høvdu teir fingið hetta av­ger­andi málið, høvdu teir eisini fingið bronsuheiðursmerkini. Helst eru teir tó nøgdur við steypa­ gull og pláss í Evropa kom­andi kapp­ingarár, meðan nú fyrr­ver­ andi meistararnir úr B36 á ongan hátt kunnu vera nøgdir við eitt 6. pláss. albinus@sosialurin.fo Bronsan glapp hjá Víkingi KÍ vann og tapti Fótbóltur Víkingur hevði góðar møguleikar at vinna dystin ímóti B36 í Gundadali, sum hevði tryggjað teimum bronsu. Hóast teir vóru á odda, so kom B36 væl aftur og dysturin endaði við 1-1-javnleiki Fótbóltur Á vøllinum vann KÍ ein greiðan 7-0 sigur á FC Suðuroy, men á stigatalvuni rakk tað ikki til eitt Europa League pláss Tróndur Arge KÍ greiddi sína skyldu á vøllinum, men úrslitini í hinum dystunum koppaðu ikki øll rættan veg. Tí stendur KÍ eftir við ongum Europa League plássi. Tað er óiva eitt vónbrot um hugt verður eftir gongdini í seinnu hálvu, men sann­ leikin er at Kí hevur aftur í ár gjørt framstig frá árinum fyri. Eisini kunnu norðoyingar fegnast um, at teir í Páll A. Klettskarð hava ein tann mest spennandi áleyparan í føroyskum fótbólti. Hann kom við trimum málum upp á 22 mál, sum er eins nógv og Clayton Soares. Á ársveitsluni hjá KÍ var eis­ini avdúkað, at Atli Danielsen eisini verður at síggja í felagnum kom­ andi ár. KÍ er eisini tað felagið, ið hevur vunnið samanlagt flest gull­ heiðurs­merki í føroyskum fótbólti sum heild. Tað kann gott verða, at KÍ misti í dystinum um Europa League pláss­ ini í ár, men nógv bendir á, at pílurin í KÍ peikur beint uppeftir KÍ vann trygt Sjálvur dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi. Longu aftaná níggju minuttir legði Andy Olsen KÍ á odda. Í Klaksvík vistu tey, at fekk HB stig í Fuglafirði, so skuldi KÍ fram at vinna við fleiri enn tíggju málum fyri fáa eina betri mál­úrtøku enn havnarliðið. KÍ megnaði tó ikki at leggja aftur­at málúrtøkuni fyrr enn í seinna hálvleiki. Tá hol kom á, so gekk tað eisini skjótt. Tað endaði við at KÍ skoraði øll átta málini – tíverri fyri teir endaði tann eini bólturin í egnum máli. Fyri Páll A. Klettskarð mundi tað koma væl við, at hann í yvirtíðini skoraði sítt triðja mál í dystinum, og 22. í Effodeildini í ár. Tað merkir, at hann saman við Clayton Soares hjá ÍF er mest skor­ aði leikarin í 2012. Í Klaksvík vilja tey gjarna síggja Páll á landsliðnum og heldur hann fram at skjóta eins nógv mál, so er ogin ivi um at bæði KÍ og landsliðið koma at njóta gott at sterka framherjanum. Tað kom heldur ikki óvart á, at fram­ herjin gjørdist ársins leikari á KÍ veitsluni. Páll A. Klettskarð hevur tó spælt fleiri minuttir enn Clayton Soares og tí verður tað ÍF framherjin, ið alment fær heiðurin sum topp­ skor­ari, men við sínum bara 22 árum, so er als ikki óhugsandi at áleyp­arin skal gera pláss fyri einum gullskógvi heima við hús. Málið var framgongd Leiðslan hevur í fleiri førum tosa um, at málið í ár var framgongd frá í fjør. Tá endaði felagið á einum fimta plássi við 34 stigum. Í dag hevur KÍ 45 stig á fjórða plássi og helst munnu norðoyingar iðra seg um at tað ikki bleiv til eitt Europa League plássi. Tað er stór framgongd frá í fjør. trondur@sosialurin.fo Mynd: Norðlýsið