Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo deildin 27. umfar Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen fegnast um steypa­ sigurin fyrst og fremst. Hann hevði til tað síðsta vónað, at tað fór at eydnast Víkingi at vinna bronsuheiðursmerki, men tað endaði so við einum ógvuliga marginalum fimta plássi, har bara málmunurin skilti HB, KÍ og Víking, sum øll endaðu á 45 stigum. For­ maðurin í Víkingi er tó harmur um, at gongdin hjá liðnum steðgaði upp nakað aftaná tann minniliga steypasigurin á Víkingi tann 25. august. - Tað er sjálvandi harmiligt, at tað steðgar eitt sindur upp ímóti kappingarendanum, men tað er slíkt sum hendir. Vit stóðu við møgu­leikanum at vinna alt, aftaná steypafinaluna, men vit taptu so nakrar avgerandi dystir í lands­ kappingini, og so var tann møguleikin farin, staðfestir Brandur Jacobsen. Hava sama venjara aftur Jógvan Martin Olsen heldur fram sum høv­ uðs­venjari hjá Víkingi. - Tað er ikki so van­ ligt, at menn halda so leingi fram sum venjarar hjá tí sama felagnum, men vit hava so roynt at hava stabilitet á hesum økinum í Víkingi. Vit halda, at Jógvan Martin Olsen ger eitt gott arbeiðið í okkara felag. Fólk eru sjálvandi ikki altíð samd við øllum tí, sum ein venjari ger, men tá samanum kemur, so er Jógvan Martin okk­ um ein góð­ur maður, staðfestur Brandur Jacobsen. Í Víkingi seta tey ungdóms­ arbeiðið høgt, og Jógvan Martin Olsen hevur stóran áhuga í ungdóms­arbeið­num hjá Vìkingi. Spurdur um Víkingur fer at styrkja seg við álopsspælaranum, sum Jógvan Martin Olsen hevur eftirlýst til at skjóta tey avgerandi málini, svarar Brandur Jacobsen: – vit hava so ikki havt ein framherja, sum hevur skotið 15-20 mál, So tað verður uttan iva tann vegin vit fara at hyggja, tá vit skulu styrka hópin, slær formaðurin í Víkingi fast, tá Rás2 prátaði við hann leygardagin. Brandur Jacob sen formaður í Víkingi: Forkvinnan hjá NSÍ, Kinna Olsen er væl nøgd við máta­ num NSÍ endaði lands­kapp­ ingarárið, tá unga liðið av Skálafjørðinum gav nýklaktu føroyameistar­un­um, EB/Streymi ein skarp­ an gang. – Eg upp­livdi tað ógvuliga jaligt. Liðið hjá okkum endaði við einum fínum dysti, sum teir tað sama kundi vunnið. Tað gevur okkum í nevndini eina góða kenslu, at vit hava yvir­livað í effodeildini. Tí mál­ setningurin hjá okkum var at verða verandi í effodeildini. Onkur kann so spyrja, um ein skal rópa "Hurrá" fyri einum sjeynda plássi, men eftir mínum tykki hava spæl­ararnir gjørt tað framúr gott. Vit góvu teimum ungu spælar­un­um ábyrgd, og vit mugu siga, at teir tóku við ábyrgdini, staðfestir forkvinnan hjá NSÍ, tá Rás2 fekk orðið á hana leygarkvøldið. Nevnd­in í NSÍ hevur enn ikki tikið avgerð um venj­ara­spurningin. So enn er ikki víst, at Kári Reyn­heim fer at halda fram við Løkin í Runa­vík Sami leistur komandi ár Og hjá NSÍ verður skorið eftir sama leisti komandi ár: – Tað unga liðið hjá okkum fekk eitt sjeynda pláss í ár, og møguliga eigur tað at fáa okkum at stremba eftir einum sætta plássið. Men vit seta okkum ikki tey heilt stóru málini fyri komandi kappingarár, undir­strikar Kinna Olsen. – Vit eru í holt við at byggja eitt nýtt lið upp, og tað ætla vit at halda fram við, og tað tekur sjálvandi eitt sindur av tíð, staðfestir forkvinnan hjá NSÍ. Og tað sær gott út hjá NSÍ, tá nomið verður við framtíðina. U16 liðið hjá NSÍ gjørdist føroyameistari leygardagin, og tað fegnast Kinna Olsen stórliga um. Hon kann eisini við gleði staðfesta, at U14 liðið hjá NSÍ eisini er føroyameistari, so hava fólk í Runavíkar Kommunu tol, so kann tað vísa seg at blíva veruliga stuttligt at verða NSÍ- fjeppari um nøkur ár. Kinna Olsen forkvinna hja NSÍ: Tummas Lervig formaðurin í KÍ: Sjálvt um tað miseydnaðist hjá KÍ at fáa heiðursmerki, og at vinna seg út í Europa, so er formaðurin í KÍ ikki bara ónøgdur við kappingarárið hjá besta mansliðnum. ­– Tá vit gjørdust nummar fimm, sum uppflytarar í fjør, so settu vit okkum fyri, at vit skuldu hava eina betri endastøðu hetta kappingarárið. Tann setningurin er so greiddur við fjórða plássinum vit fingu hetta kappingarárið, staðfestir Tummas Lervig, formaður í KÍ. - Vit hava gjørt tað við stíli í ár. Vit eru farnir frá 34 stigum í fjør til 45 stig í ár. Og vit eru eisini farnir frá minus tveimum málum á málúrtøkuni til pluss 15 mál á málúrtøkuni hjá okkum. Vit hava toppskjúttan, Páll Klett­skarð, sum hevur skotið 22 mál, og vit hava ein ungan hóp, sum bara er 22,3 ár. Sjálvandi hevur tað eisini verið rutsjitúrur, tí vit hava gjøgnum kappingina bæði verið nummar eitt, tvey og trý á stigatalvuni, greiðir Tummas Lervig frá. Gera seg klárar til 2013 Formaðurin í KÍ ætlar ikki eina verri enda­ støðu komandi kappingarár. - Vit hava gjørt okkum til reiðar at fara sterkir inn í komandi kappingarár 2013. Tá man hevur fingið eitt fjórða pláss, aftaná eitt fimta pláss, so er givið, at ein fer eftir triðja plássinum ella betur, slær KÍ-formaðurin fast, tá Rás2 tosaði við hann leygardagin. KÍ-formaðurin fegnast um teir dystirnar, har teir hava verið trýstir niður í botn, men hava kortini megnað at vunnið seg uppaftur, ikki minst tá liðið vendi 0-3 ímóti Vìkingi til javnleik 3-3. KÍ-formaðurin letur ongan iva verða um, at teir fara framvegis at satsa uppá egið leikaratilfar. Haraftrat kann formaðurin fegnast um Atla Danielsen, sum nú aftur spælir við barndómsfelagnum komandi kappingarár. Ólavur Larsen formaðurin í ÍF: Formaðurin í ÍF hevur eina fantastiska góða kenslu, nú ÍF hevur fingið tað besta úrslitið í landskappingini, síðani FM- heitið í 1979. ÍF eru ósigraðir í 13 dystum, men givið er, at tveir javnleikir kostaðu ÍF meistaraheitið í síðsta enda. Serliga 0-0 javnleikur á Toftum í trið­seinasta umfari. – Vit spæla ímóti einum krútsterkum HB-liði í Fuglafirði, so eg eri tá samanum kemur nøgdur. Vit vóru eisini skerdir til dystin ímóti HB, staðfesti Ólavur Larsen tá Rás2 hevði formans­ rundina leygar­dagin. – Rammurnar rundan um dystin vóru heilt fantastiskar. Fjepp­ ararnir høvdu hitað upp til dystin, og teir stuðlaðu liðnum ótrú­liga væl gjøgnum allan dystin. Spælararnir gjørdu alt hvat teir kundu, so vit kunnu ikki krevja meira. Samanhaldið á liðnum hevur verið heilt fantastiskt. Eg havi ongantíð áður sæð eitt slíkt kollektiv áður, slær Ólavur fast. ÍF- formaðurin heldur, at danski venjarin, Flem­ming Christensen hevur lært ÍF- spælararnar at stríðast fyri hvørjum øðr­ um, og tað fegnast hann um. Evropeiska avbjóðing týdningarmikil Silvurið sum ÍF hevur fingið til høldar gevur ÍF møguleikan at taka lut í Europa League undankappingini komandi ár. Tað heldur Ólavur er ein góð gularót hjá serliga teimum yngru spælarunum á liðnum. Men eisini hetta hevur eina lítla baksíðu: - Vit vita, at tá lið skulu út í Europa, so fer nógv orka til tað kappingina, og tað kostar ofta í heimligu kappingini. EB/Streymur kláraði tó euro­peisku avbjóðingina, og megnaði at fara avstað við meistaraheitinum, og teir mundu eisini blivið steypavinnarar, og tað heldur Ólavur er einastandandi væl klárað av meist­ara­liðnum. Ólavur Larsen fegnast eisini um, at tað var útselt til silvurveitsluna í menta­narhúsinum. – Tað prógvar eisini tann ótrú­liga uppbakningin vit hava í Fugla­firði, staðfestir ein stoltur ÌF- formaður. Òlavur torir ikki at lova, at ÍF- hópurin verður eins sterkur komandi ár, sum í ár, nú nakrir av teimum ungu spælarunum fara niður at lesa, men nevndin hjá ÌF fer at gera sítt ítarsta til at snikka saman ein sterkan hóp til 2013. Effo deildin 27. umfar