Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo deildin 27. umfar André Dalfoss formaðurin í TB: Formaðurin í TB ballaði einki inn, tá Rás2 fekk orðið á hann leygarkvøldið. Hann hevði júst yvirlivað í bestu deildini við einum máli, aftaná 1-4 tap ímóti B68 á heimavølli. Í fjør royndi hann at vinna sær uppflyting í ta bestu fótbóltsdeildina við bert einum máli, og tá var talan um fleiri skotin mál, ikki betri málmun. ­– Tað eru farin 250 kg av mínum herðum, viðgongur TB-formaðurin lættur um hjartað. André Dalfoss heldur, at avgerandi dysturin um niðurflyting ímóti B68 var ein ímynd av kappingarárinum hjá TB, sum hevur verið ein sannur túrur í rutsjubananum. Spurdur um hvørjir tankar fóru gjøgnum høvdið, tá Einar Hansen skoraði til 4-1 til B68, og B68 bert var eitt mál frá at senda TB niður í 1. deild aftur, svarar André: - Eg kom at hugsa um 22. oktober í fjør. Skuldu vit náa fáa somu lagnu, sum AB fekk í fjør, og verða eitt mál ov stuttir? Eg veit ikki hvat hendi. Vit høvdu tamarhald á støðuni, men so kom panikkur í, tá B68 javnaði til 1-1, men tað gekk, tá samanum kom, og tað er tað týdningarmesta, undir­ strikar TB-formaðurin. Hann sigur, at tað hevur alt at siga fyri TB at yvirliva í bestu deildini. Næstbesta liðið hjá TB hevur vunnið seg eina deild upp, og fer at spæla í 1. deild komandi ár. Hevði B68 yvirlivað í effodeildini, so hevði Giza Hoyvík flutt upp í 1. deild. Óli Johannesen hevur ikki tikið avgerð enn TB hevur eina góða rekrutering við væntu við ungum spælarum, men kortini er stórur spenningur millum tvøráfólk, um Óli Johannesen fer at taka eitt tørn aftrat. - Eg havi spurt Óla um hann tekur eitt tørn aftrat, men hann segði mær, at svarið kemur seinni, tí hann mátti sovað uppá tað. Tað er ikki bara sum at siga tað at verða noyddur at spæla við einari høgari leikferð í effodeildini, tá ein er farin um tey 40 árini. Men tað skal so eingin ivi verða um, at Óli skal verða meir enn hjartaliga vælkomin at taka eitt ár aftrat fyri TB. Spurdur um tað er hugsandi, at aðrir suðuroyingar nú fara at spæla við TB, nú teir eru einasta felagið í oynni, sum kann bjóða effodeildsfótbólt svarar André: - Teir sum vilja spæla við TB skulu verða hjartaliga vælkomnir. Ungdómsdeildin hjá TB er vaksin nógv seinastu árini, frá umleið 75 aktivum fótbóltsspælarum og upp til 130 aktivar fótbóltsspælarar, og tað boðar frá góðum hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti. Finnbogi Arge formaðurin í HB: Formaðurin í HB, Finnbogi Arge stórfegnast um bronsu­ krón­ur­nar, aftaná tað slaka kapp­ingarárið hjá HB í fjør. - Hetta er ein fantastiskur dag­ur hjá okkum. Hetta er næstan betri, enn vit kundu droymt um, tí fara vit 5-6 umfør aftur, so sá einki serligt út hjá okkum at fáa heiðurs­ merki, og at sleppa út í Europa, staðfestir ein fegin HB-formaður. – Tað sá eitt sindur vónleyst út, men vit vóru fleiri sum trúðu uppá tað, og tað gekk, um enn tað var ógvu­ liga tepurt. Finnbogi Arge heldur, at um teir skuldu seta málsetningin í mun til 8. plássið í 2011, so var uppgávan rætti­liga takksom. Hann fegnast kortini um, at spælarar og leiðsla vildu meira. Hann fegnaðist eisini um, at tilgongdin í summar­steðginum við Rógva Poulsen, Jóhan Troest Davidsen og Gunnari Harald­sen munaði væl í síðsta enda. Finnbogi er eisini glaður um, at HB leikliga hevur víst seg frá síni bestu síðu tey seinastu um­førini. Manglar tað síðsta Finnbogi Arge dylur ikki, at HB hevur enn størri ambisjónir til kappingarárið 2013: - Tað er deiligt, at vit eru komin upp har, sum vit hoyra heima, og nú mangla vit bara tað síðsta. Men tað verður komandi kapp­ ingarár, tá koma vit heilt uppá toppin, staðfestir HB-formaðurin uttan at blunka. Finnbogi heldur ikki, at tað er neyðugt at styrkja núverandi hópin hjá HB tað heilt stóra. ­– Um liðið byrjar komandi kapp­ingar­ ár, sum teir hava endað hetta kappingarárið, so verður ikki neyðugt at styrkja hópin hjá okkum. Tað sum ræður um hjá okkum er at varðveita spælararnar, sum eru í hópinum nú, og tí eru vit farnir tíðliga út at gera sáttmálar, slær tann opti­mistiski HB-for­ maðurin fast, tá Rás2 tosaði við hann leygar­dagin. Heðin Mortensen formaður í EB/Streymi: Aftaná tann størsti gull­rómurin hevði lagt seg fekk Tróndur Arge orðið á Heðin Mortensen, sum er formaður í EB/Streymi. ­– Hesin dagurin hevur verið fan­tastiskur. Eg var rættiliga vísur í, at tað fór at bera heim hjá okkum, segði Heðin Mortensen við Trónd Arge. Heðin Morten­ sen hevur verið nøgdur við tað, sum hans­ ara menn hava avrikað kappingarárið 2012. – Vit hava spælt væl, vit hava verið úti í Europa, og vit hava fingið nøkur góð úrslit, staðfestir Heðin Mortensen. Formaðurin í EB/Streymi viðgongur tó, at hann var rættiliga óttafullur, tá NSÍ javnaði til 1-1 í fyrra hálvleiki. – Eg gekk og mól, tá kláraði eg ikki at standa stillur, viðgongur Heðin. Tá EB/Streymur kom uppá 3-1 byrjaði hann tó at trúgva heilt og fult uppá, at nú fór tað at eydnast hjá felagsliðnum í Sundalagnum at fáa gullið til høldar, men tað blivu aftur nógvir nervar, tá NSÍ minkaði um munin til 3-2. Hava einki gjørt enn Spurdur um komandi kappingarár, svarar Heðin Mortensen, at teir hava einki gjørt við tann spurningin enn. – Vit fara at byrja komandi viku at tosa við spælararnar, og so vóna vit tað besta til komandi kappingarár. Formaðurin í EB/Streymi sigur seg tó ikki vita nakað um, at EB/Streyms-legendan, Sorin Anghel fer at gevast í EB/Streymi. - Sorin hevur einki sagt við okkum í nevnd­ ini, at hann ætlar at gevast. Næstu vikurnar fara at vísa hvussu sterkur EB/Streyms- hópurin verður, kappingarárið 2013. Sámal Ímundarson formaðurin í B36: Formaðurin í B36, Sámal Ímun­d­arson er tann for­ maður­in, sum hevur upplivað ta størstu afturgongdina, har liðið hjá honum er dottið av fyrsta plássinum í fjør, og niður á sætta plássið hetta kappingarárið. Leygardagin kundi B36-formaðurin tó fegn­ast um, at nakrir spælarar, sum eru uppaldir í felag­num fingu møguleika at royna seg á besta liðnum í dystinum ímóti Víkingi, sum endaði við javnleiki 1-1. Robert Heðin Brockie slapp at royna seg, og tann ungi Jákup Højgaard slapp at verja málið hjá B36. - Vit hava hetta kappingarárið havt heilar átta debutantar, og tað kunnu vit staðfesta sum eitt stórt framstig, slær B36- formaðurin fast, tá Rás2 prátaði við hann leygardagin. – Bæði Robert Heðin Brockie og Jákup Højgaard spældu væl ímóti Víkingi, og tað fegnast Sámal Ímundarson um. B36-formaðurin fegnast eisini um, at felagið fyri fyrstu ferð síðani 2005 hevur eitt lið í tí næstbestu deildini, og at U18 liðið vann gull í steypa­kappingini, og silvur í landskappingini. Sámal Ìmundarson er eisini stoltur av avrikinum hjá B36 í Champions League undankappingini, har tað eydnaðist at fáa tveir 0-0 javnleikir ímóti norðurírska meist­ara­liðnum, Linfield FC. Tíverri fór B36 út aftaná brotssparks­ kapping. Brúka egið leikaratilfar B36 fer at hava ein bíligari hóp til komandi kappingarár, har meira verður satsað uppá egið leikaratilfar. – Vit kunnu fegnast, um at vit nóg mikið av fólki, sum kemur at mynda B36 í framtíðini. B36 formaðurin vónar, at allur hópurin til 2013 er tryggjaður væl áðrenn komandi ársskiftið. - Vit hava fingið nakrar váttanir uppá, at menn fara eisini at spæla fyri okkum komandi ár. Enn hava vit ikki kunngjørt nøvn, men tað fara vit so at kunngera í nærmastu framtíð. Tað er eitt stórt puslispæl, sum skal ganga upp, og hjá okkum verður tað soleiðis, at vit koma at skera fíggjarætlanina fyri komandi kapp­ingarár. Hetta krevst fyri at reka felagið á einum fíggjarligum sunnum støði, staðfestir Sámal Ímundarson. Effo deildin 27. umfar