Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Kollfirðingar hava eftir trý umfør fingið bestu byrjanina av liðunum í Atlantic Airways-kappingini, nú teir enn ikki hava tapt og eru oddalið við fimm stigum. Fyrst vunnu teir á VÍF, ið mong mettu sum størsta FM-favorittin, og í gjár vunnu teir so á meistarunum úr H71, ið annars lógu á odda í kappingini eftir fyrstu tvey umførini. Við øðrum orðum er eingin orsøk til annað, enn at roknast kann við KÍF aftur í vetur, og í Hoyvík vístu kollfirðingar eisini, at teir eru klárir at taka kappingina upp og triðja veturin á rað vísa seg fram um eitt av teimum frægastu liðunum. Longu í fyrra hálvleiki hevði KÍF munin og var á odda við fýra málum í steðginum, og fram ímóti miðjuni á seinna hálvleiki gjørdi liðið eitt lop, ið bleiv avgerandi fyri dystin, tí hoyvíkingar megnaðu ongantíð at svara aftur, men máttu hesa ferð taka til takkar við at renna aftaná. Eins og í fyrsta dystinum í Vest­ manna, var Hans Eli Sigurbjørnsson sera væl upplagdur toppskjútti hjá KÍF, meðan tað enn eina ferð var Bogdan Florea, ið stóð fyri flestu málunum hjá H71, men á báðum liðum vóru fleiri, ið hildu seg framat. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Skalt tú gera teg galdandi í før­ oyskum kvinnuhondbólti, ræður í øllum førum um at royna at vinna í Klaksvík, tí tey síðstu mongu árini hevur tað verið soleiðis, at Stjørnuni kann altíð roknast við. Tí er tað ikki altíð við bestu vónum, at onnur lið fara at vitja klaks­víks­ kvinnur, ið plaga at standa stinnar á heimavølli. Fyrsti dysturin í Sunset-kapp­ ingini hjá kvinnum var spældur í KÍ- høllini í gjár, tá Stjørnan tók ímóti VB, og her eydnaðist kvinnunum úr Vági at fáa bestu hugsandi byrj­ anina hetta kappingarárið, tá tær vunnu við einum máli, 20-19. Stjørnan hevði annars tamarhald á tí mesta í fyrra hálvleiki, sum liðið vann 11-8, og beinanvegin í seinna fór liðið upp á 12-8, men so fór VB at gera vart við seg í einum dysti, ið var merktur av, at hetta var tann fyrsti, tí nógvir feilir vóru. Næstu løtuna vann VB 8-2, tí serliga verju­ spælið byrjaði at rigga av álvara, og so vóru gestirnir brádliga á odda. Ikki eydnaðist Stjørnuni at koma afturíaftur, og munurin varð ver­ andi eitt og tvey mál til tað síðsta. Eingin hevur ordiliga vitað, hvussu væl ella illa VB er fyri, men hetta var so fyrsta ávaringin til hini lið­ini, ið ætla sær at kappast har frammi í kvinnukappingini. Eftir at hava tapt fyri hoy­ víkingum og spælt javnt ímóti koll­firðingum, eydnaðist Kyndli leygardagin at fáa fyrsta sig­urin til høldar, tá strand­ ingar vitjaðu. Kyndil hevur eitt lið, blandað við ungum og royndum spælarum, og tá teir flestu eru tøkir, kann tað sakt­ ans bíta frá sær. Kyndil byrjaði øgiliga væl og kom framum 6-2, men spaku­liga fekk StÍF fótað sær, so bara tvey mál vóru á muni í steðg­inum, og bara fimm min­ uttir inn í seinna hálvleik stóð á jøvnum í eina løtu. Men tað vardi ikki so leingi, so fekk Kyndil aftur lagt sjógv millum liðini, og tá megnaðu strand­ ingar einki at gera. Ta einu løtuna ímóti end­ anum sá út til, at talan bleiv um ein ordans avsmurning, tí tá var heimaliðið á odda við sjey málum, men strandingar fingu fýra mál síðstu tríggjar minuttirnar, so tað heilt stóra skrædlið bleiv tað tó ikki. Hjá Kyndli munaði væl, at Erlendur Johannesen tók nógv í málinum og at breiddin í álops­spælinum var munandi størri enn hjá StÍF, sum fyri tað nógva tykist dúva upp á tað, Sveinur Justinussen kann skjóta av málum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Tað vóru tey bæði liðini, fólk vænta sær minst av, ið møttust í høllini á Hálsi í Havn í gjár, tá Neistin tók ímóti Team Klaksvík. Neistin, ið hevur átt eitt tað sterkasta liðið seinnu árini, er farið »back to basics«, og Team Klaksvík, ið tók øll á bóli við einum fimta plássi síðsta vetur, hevur mist allar teir stóru profilarnar og er tí eisini á ein hátt farið aftur til byrjanina. Neistin hevur tó longu víst, at liðið við síni ungu manning kann geva fleiri av hinum ein skarpan gang, og tað var tí ikki óvæntað, at teir bláu drógu longra stráið. Longu í fyrra hálvleiki kom eitt stórt glopp millum liðini, og hálvleiksleiðslan, sum var 11-5, fortaldi nokk so greitt, hvat av liðunum hevði munin. Í seinna hálvleiki kom Team Klaksvík tó nógv betur við, men minni enn trý mál gjørdist munurin tó ongantíð. Hóast Neistin hevði munin, so skilst á klaksvíkingum, at teir halda seg gera stór framstig frá dysti til dyst, so kanska vit seinni í vetur fara at síggja bæði liðini vera før fyri at taka stig her og har frá teimum liðunum, ið tey flestu síggja sum tey, ið fara at kappast í fremra enda. Kyndil í gongd Kyndil - StÍF 27-24 (12-10) Kyndil: Høgni Klein Olsen 6, Hörður Fannar Sigþórsson 6, Andrias Sólsker 6, Josef Abrahamsen 2, Birgir Poulsen 2 (1), Ludvík Súnason 2, Torvald Abrahamsen 1, Hjalte Bachmann 1, Finnur Hansson 1 StÍF: Sveinur Justinussen 10, Jørmund Joensen 4, Marius Joensen 4, Rógvi Danielsen 2, Leivur Justinussen 2, Allan Norðberg 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen H71 - KÍF 27-31 (12-16) H71: Bogdan Florea 8 (1), Tróndur Arge 4, Poul Kjartan Dam 4, Rúni V. Højgaard 3, Sigmundur Nolsøe 3, Hallur Biskopstø 2, Sigmundur Dahl 2, Høgni Djurhuus 1 (1) KÍF: Hans Eli Sigurðbjørnsson 9 (1), Rúni Joensen 3, Nicklas Selvig 5 (1), Andrias Nielsen 4, Rógvi Weyhe 4, Tony Weyhe 4, Ási Dam 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen Stjørnan - VB 19-20 (11-8) Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Simona Petersen 7 (1), Durita Christophersen 1, Joan Midjord Joensen 1, Annika Ljósstein 1, Una Olsen 1 VB: Gurið Mortensen 9, Christina Holm 3, Tamara Seja Radic 3, Rúna Midjord Jacobsen 2, Bjarta Hergeirsdóttir 1, Rannvá Johannessen 1, Una Nolsøe 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Regin Mittún Petersen Neistin - Team Klaksvík 27-20 (12-5) Neistin: Jugoslav Djumic 6, Teitur Magnusson 5 (1), Terji Mørk 4, Grímur Sundstein Petersen 3, Guðfinnur Thorsteinsson 3 (1), Torstein Balle 2, Rói Berg Hansen 2, Andras Joensen 2 Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 9, Beinur Heðinsson 6, Dánjal Kjærbo 2, Andrias Ellingsgaard 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Jákup Pauli Ziskason 1 Dómarar: Karsten Joensen & Kári Hansen So vann Neistin KÍF fór framum VB vann í Klaksvík Hondbóltur Vágskvinnur fingu eina dreymabyrjan í hesi útgávuni av Sunset-kappingini, tá tær í gjár á útivølli megnaðu at vinna á Stjørnuni Savnsmynd