Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í dag nýtti valevnið hjá javnaðarflokkinum, Trón­dur Sigurðsson, nógvar reglur upp á, hví veljarin ikki skal velja valevnini hjá fólka­ flokkinum. Tað er okkara fólkaræðisligi rættur at stilla upp, men vónandi er Tróndur Sigurðs­son eisini av tí áskoðan, at tað eru grund­gevingarnar og politisku ætlanirnar, ið avgera, hvør vinnur kommunuvalið. Ikki ræðsla og ótti. Tíverri kemur Tróndur Sigurðsson við hvørgum í lesarabrævinum “Vilt tú stuðla Jørgen og Kaj Leo?” Semja Tað er umráðandi fyri kom­andi borgarstjóran og komandi býráðs­sam­ gongu at samstarva við landsins myndugleikar. Sama hvør situr við vald­ ið. Okkara vælferðar­ tæn­astur eru tengdar at sam­starvinum millum land og kommunu. Alt frá skúlum og lønum til skatt og barnafrádrátt. Tað krevur samstarv og víð­skygni, um vit fram­ haldandi skulu menna og betra okkara væl­ferð­ ar­tænastur. Ikki snæv­ ur­skygni og agg móti ávísum flokki og leið­ ara. Í hesum føri fólka­ flokkinum og Jørgeni Niclasen. Vit hava tíverri dømir, har býráðspolitikarar ar­beiða undir somu for­ treytum og fordómum sum Tróndur Sigurðsson. Har land og kommuna ikki samstarva. Har land og kommuna ikki finna nakra loysn. Til eina og hvørja tíð er tað borgarin, ið rindar fyri dugnaloysið. Spyr bara næming­ ar­nar í Hoydølum. Teir upp­liva dag og dag­liga, hvussu vánalig par­ker­ ings­viðurskiftini eru. Spyr bara íbúgvar­ nir inni í Gøtu og Løg­ manna­breyt, har stórur vegur er asfalteraður í hoy­víks­hag­anum, men land og Tórs­havnar kommuna kunnu ikki semjast um, hvør hevur ábyrgdina fyri at gera arbeiðið liðugt. At sita við leiðsluni í Tórshavnar kommunu krevur samstarv. Krevur víðskygni. Tað er okkara ábyrgd sum valevni, at tæna borgarunum í Tórs­ havnar kommunu. Sama hvør leiðari og flokkur situr við valdið úti í Tinganesi. Hetta verður mín ar­ beiðsháttur. Ætlanir Viðvíkjandi politskum ætl­anum verður ítøkiliga a­rbeitt við trimum mál­ um. At hækka botn­ frádráttin hjá komm­ un­uni úr 30.000 kr. um árið til 45.000 kr. um árið í 2013. Síðani hækkar botn­fráfrátturin til 65.000 kr. um árið í 2017. Barnafrádrátturin fyri hvørt barni skal gerast um til ein kekk, so at barnafamiljurnar ver­ u­liga merkja broytingina. Upphæddin skal haraft­ urat hækka til 10.000 kr. um árið fyri hvørt barn. Triðja og síðsta mál­ið verður at gera Komm­ unuskúlan um til 65 lest­raríbúðir. Kritikkurin hev­ur ljóðað, at tað er hætt­isligt at senda les­ andi í sopparaktan bygn­ ing, men tað er tað eisini, um einki verður gjørt við bygningin. Sostatt skulu pengar setast av til umvæling, so at vit kunnu skapa eitt lestrarumhvørvi í hjart­ anum í høvuðs­stað­num! Hetta eru mínar ætl­ anir við Tórshavnar komm­unu. Hetta verður mín arbeiðs­ háttur, Tróndur! kommunuval 2012 Rói B. Poulsen Kommunuvalevni fyri fólkaflokkin Gev teim skerdu flog – Ein uppvenjingarpolitikk, takk! Marja Lund Gjógvará býráðsvalevni fyri Tjóðveldi Um tú verður óhjálpin, fær ein skaða ella blóðtøpp, er bert uppvenjing at fáa ímeð­ an tú er innlagdur á sjúkra­ húsið. Tá tú síðan verður út­ skrivaður, er ímillum lítið og onki av uppvenjing at fáa. Borgarin og familjan við serligum avbjóðingum mugu stríða sítt einsamalla stríð. Sum skaddur, hevur tú ikki nógva orku at berjast, fyri at fáa nøktandi uppvenjing, so hendan uppgávan ligg­ur mangan hjá teimum avvarð­ andi, og uppgávan er torfør og krevjandi. Bert tað at fáa upp­lýs­ ingar um tilboð og rættindi er stórarbeiði. Her falla helst fleiri veikar familjur frá. Hetta ber ikki til og trupul­ leikin má setast á politisku dagsskránna. Sum nú er, er økið innan uppvenjing óskipað og aft­ ur­úrsiglt. Fyri at fáa upp­ venj­ing á tað støði, sum tað eigur, mugu vit krevja at upp­venjingin verður skipað og bjóða beinanvegin tá tørv­ ur er á tí. Sagt verur at Havnin skal kappast móti øðrum høv­ uðsstaðnum. Hesum kann eg fylgja, men aðrastaðni hava tey uppvenjingartilboð. Tey hava ein politikk á økin­um og hava tí ein kappingar- fyrimun. Fleiri av okkara borgarum, mugu leita sær aðrastaðni at fáa ta hjálp teir hava tørv á. Okkum nýtist í veruleikanum ikki at fara so langt at kappast og finna betri tilboð. Vit kunnu bert fara til aðrar kommunur í landinum, so sæst at støðan har er væl frægari enn hjá okkum í Tórshavnar Komm­ unu. Nærverki, ið veitir tæn­ ast­ur til borgarar við serlig­ um tørvi, er býtt upp í økir. Í hesum økjum er stórur mun­ur á tilboðum til borg­ ar­arn­ar. Tórshavnar Kommuna er øki 1. Kommunan hevur sett Heilræði á stovn, ið bjóðar t.d. rørsluvenjingar til fólk eldri enn 60 ár. Hetta er eitt óført átak, ið er til gleði og gagn fyri nógv fólk. Men hetta er viðlíkahaldsvenjing til eldri borgarar. Vit hava onki skipað tilboð til uppvenjing fyri fólk, ið hava fingið skaða ella blóðtøpp, ung sum gomul. Sum sagt er Tórshav­ nar Kommuna øki 1. Norð­ streym­oy, Norðureyst­ur­oy, Vágar og Mykines er øki 2. Í Øki 2 eru fýra økisterapeutar settir, í mun til bara tveir í Tórshavnar Kommunu, ið er eitt fólkaríkari øki. Í øki 2, gera tey m.a. eitt uppsøkjandi arbeiði. Har seta tey seg í samband við fólk, ið hava tørv á uppvenjing og bjóða uppvenjing við atliti til, at borgarin skal verða sjálv­hjálpin í egnum heimi. Hetta verður ikki gjørt í Tórs­havnar Kommunu, tí politiskur vilji og raðfesting hevur ikki verið til tess. Landspolitiskt skal økið raðfestast, og øll í Føroyum skulu sjálvandi fáa gagn av einari rættari uppvenjing, men kommunalt skal hetta eisini raðfestast. Tórshavnar Kommuna kann gera sítt fyri at veita sínum borgarum tann besta stuðulin, ið til ber. Lat okkum í Tórshavnar Kommunu fáa íblástur frá øki 2. Allar kreftir eru klárar at taka lut. Vit eru so heppin, at hava yvir 100 vælútbúnir fysio- og ergoterpeutar í Føroyum við góðum førleikum og við góðari vitan, ið gjarna vilja brúka síni evni fult út. Umstøðurnar til at gera eina skipaða uppvenjing, við lang­tíðar ætlanum, eru til staðar. Tað er tann politiski viljin, ið má verða jaligur og slóða vegin. Sum tað sær út strandar trupulleikin á økinum, við væntandi skipan og væntandi samstarvi. Hetta økið skal ikki detta í veitina ímillum hvat er landspolitiskt og hvat er kommu­nalt. Landið skal rað­festa økið og gera tað lætt­ari hjá kommunum at stuðla sínum borgarum. Um tað er torført hjá okk­ ara landspolitikarum at rað­festa økið, kunnu tey hugsa um kostnaðin. Tað kost­ar landinum meiri at hava óvirknar borgarar, ið hava tørv á nógvari røkt, tað verði seg heima ella á sjúkrahúsum, enn at hjálpa teimum at fáa eitt so virkið lív sum gjørligt, og klára seg sjálvi. Eisini eru pengar at spara, um ein hugsar um mista arbeiðstíð og almennar veitingar. Tað kann vera, at ein hald­ góð loysn á uppvenj­ing­ar­ økinum ikki hevur so stóran politiskan heiður við sær. Her er í mun til eina stóra ítróttar-verkætlan, ongin snórur at klippa og úrsliti er ikki líka sjónligt sum eitt populist­iskt monument. Uppvenjingarøkið er fløkt og trupult at fáast við, og vit kunnu bert staðfesta at eingin politikkur er á hesum øki, men hetta hoyr­ ir heima undir almenna tæn­astuøkinum og eigur at vera stýrt eftir greiðum politiskum málum. Eg havi varhugan av, at tað skal ikki so nógv til fyri at fáa eitt væl samskipað og dygdargott tilboð framt í verki. At fáa styrkt hetta øki er gott fyri tann ein­ staka, fyri avvarðandi, fyri kommununa og fyri búskap­ in sum heild. Fáa vit veru­lig uppvenjingartilboð í Tórs­ havnar Kommunu, so er tað ein verulig vinnarastøða fyri allar partar. Eldrapolitikkur Sigrún Mohr valevni á lista C Tey, ið taka við valdinum eftir kommunvalið í vetur, eiga ikki at gerast bilsin um, at komandi ættarliðið av eldri og gomlum skjótt kann gerast teimum ein øðrvísi, viðkomandi og spennandi avbjóðing, tí væntast kann, at hetta ættarliðið fer at seta onnur krøv enn ættarliðið undan okkum. Tað var hetta ættarliðið, sum ið 60-unum og 70- unum umdefineraði tað at vera ungur, og fara tey helst eisini at umdefinera tað at vera gamal. Hetta setur onn­ ur krøv til tann politiska myndug­leikan, og er tað tí umráðandi, at tey verða tikin við upp á ráð. Vit eru øll greið yvir, at tað verða alt fleiri eldri kom­andi árini, og tey flestu eru røsk leingi. Tí haldi eg tað vera umráðandi at síggja møguleikarnar og virð­ini, hesin bólkur um­ boðar, heldur enn ta niðr­ andi byrðuna, ið onkur sær, hóast mong teirra eru virknir samfelagsborgarar langt upp í árini. Vit mugu syrgja fyri at skipa fyri góð­ um gróðrarbotni, so at øll fáa uppiborna lívsdygd og virðiligt lív. Tað má vera grundarstøðið undir góðum eldrapolitikki í kommununi. Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini. Verði eg vald tann 13. november, er hetta eitt av mál­unum, eg fari at virka fyri.