Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Teknisk forðing ímóti føroysk­ ari matmentan, burtur nú! Bjørg Dam valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu Herfyri var aftur eitt álop á okkara tilfeingi og mat­ mentan. Kræsnir gourmet­ kokk­ar høvdu keypt av tí besta neytakjøtinum av Sandi, men tað var ikki flett eftir EU reglugerð. Myndug­ leikarnir legði hald á kjøtið, sum endaði í brenniovninum á Sandvíkarhjalla. At ein EU paragraff av onkrari orsøk er komin í gildi her, er ein teknisk forðing fyri at útvinna okkara egnu rá­vøru, og spennir bein fyri siðbundnu matmentanini. Krøvini fyri at hagreiða og selja kjøt og grønmeti muga verða rímilig, soleiðis at tey eru til at lúka. Vit mugu hava eina góðskuskipan, sum er tilpassað føroysku viður­ skift­unum. Ikki stór­vinnu í EU. Rávøra er so grund­ leggj­andi í okkara kosti, tí er tað okkara rættur sum forbrúkarar, at avgera, um vit vilja keypa føroyska vøru ella EU-stemplaða. Øll argument tala fyri, at vit skula eta lokalan mat. Tað er betri fyri umhvørvið, skapar arbeiði, fjølbroytni, styrkir okkara sjálvsfatan og tryggjar sjálvbjargni. Tórshavnar Kommuna um­boðar meir enn 2/5 av landsins íbúgvum, eisini fleiri stór- og smábøndur. Landið, sum varðar av hesi køvandi lógini letur bara standa til. Tí má Tórshavnar kommunan traðka til, og verja bøndurnar, útróðrarmanninum, teimum ið velta og teimum, ið ynskja at keypa góða føroyska rá­ vøru. Vit skula heldur ikki gloyma, at føroyskur mat­ ur kann blíva ein stór sølu­ vøra í ferðavinnuhøpi. Við tvífaldaðari játtan til Ferða­ ráðið, er optim­isma aftur komin í ferðavinnuna. Eingin kann vita, hvønn týdning mat­framleiðsluvinnan kann fáa, tí má lógarverki fáast í rætt lag. Um tað unnist mær at koma í býráðið, fari eg at gera mítt til, at bóndin fær selt sítt kjøt og avroð, og rabarbubóndin sínar rabarb­ ur. Kommunan skal gera karmar fyri einum livandi sølu­torgið í Vágsbotni og ikki minst, einum Tórshavn Mat­ festivali. ­ Tað er kostnaðarmikið at seta føtur undir egið borð í høvuðsstaðnum, og hjá summum havnar­ borgarum er hetta eitt so tungt stig at taka, at teir hava ilt við at koma so langt. Tískil er teirra einasti møguleiki at leiga sær ein dýran bústað. Her hugsi eg m.a. um tilkomin og eldri fólk, sum hava selt hús­ini, men sum ikki um­aftur tíma at kasta pengar eftir einum øðr­ um dýrum bústaði – t.d. eini eigaraíbúð. Eg hugsi eisini um foreldur, sum liva einsmøll við sínum børnum, og sum snøgt sagt ikki hava ráð at keypa ein dýran bústað við bert einari inntøku. Eisini hugsi eg um ung fólk, sum fegin vilja hava sítt egna, uttan at tey skulu brúka meginpartin av lønini til ein dýran bústað. Tórshavnar Komm­ una eigur at rætta hes­um fólkum eina hjálp­andi hond, og tann møgu­ leikan hevur komm­ unan. Vit kunnu t.d. lata lutafeløgum grundøki ókeypis til at byggja bíligar lutaíbúðir. Hetta skal sjálvandi gerast við skili og eftir skipaðum reglum, soleiðis at fyrst og fremst tey, sum veru­ liga hava tørv á eini bíligari lutaíbúð, hava møguleikan at keypa ein part í einum lutafelag. Tað snýr seg um, at hesi fólk skulu kenna seg trygg í egnum bú­ staði saman við sínum børnum ella á eldri árum, tá ið børnini eru flutt heimanífrá. Kommunan hevur her ein glæsiligan møguleika at hjálpa teim­um burtur úr dýrum húsaleigum og óttanum fyri at verða søgd upp í leigu­íbúðum. Eg haldi, at nú skulu vit gevast bara at tosa um allar dýru íbúð­ir­nar í Havn, og hvussu dýrt tað er at leiga í høv­uðs­ staðnum. Nú skulu vit heldur gera nakað við hendan trupulleikan, sum í roynd og veru kann loysast, um vit bert vísa viljan í verki. Ein slík verkætlan kann gerast í einum sam­starvi millum Tórs- havn­ar Kommunu, Húsa­lánsgrunnin og luta­feløg. Eg taki fegin stig til slíkt samstarv, ið gevur tryggleika og trivnað, og sum eisini er eitt gott arbeiðsskapandi íkast til vinnulívið. Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo Býráðið skal taka stig til bíligar bústaðir Bogi Andreasen varaborgarstjóri Listi A í Tórshavnar Kommunu á kommunu­ valinum 13. november 2012 Tórshavnar Býráð skal fáa gongd á bíliga bústaðar­ bygging. Kommunan kann lata grundøki til lutaíbúðir, sum eitt nú eldri fólk og einligir for­ syrgjarar kunnu keypa bíliga í einum vælrik­num lutafelag Jørgin, Karstin og Bjørn ! Hoyri ikki hvat tit siga, tað tit gera rópar nógv harðari ! Brandur í Dali valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Havn ”Hoyri ikki hvat tú sigur, tað tú ger rópar nógv harðari” verður sagt. Jørgin, Karstin, Bjørn & Co. Eg hoyri ikki hvat tit siga um sparingar, koyripenganir hjá tykkum rópa nógv harðari !! Sparingar á sjúkrahús­in­ um, brúkaragjald á tænastum hjá sjúkrahúsinum, mentanin skerjast við 20%, Landsbankin stongdur, Marknagilsdepilin avmarkaður og útsettur, Fróð­skaparsetrið skal spara, einki havrannsóknarskip bygt, einki Tjóðleikarahús bygt, Nám og lestrarstuðul uttan­lands skerdir !!! Alt hetta og nógv annað er partir av spariætlan hjá Landstýrinum til komandi fíggjarlóg ! Nærum einasta stað ið ikki verður spart er hjá okkara kosnu fólkum. Hvussu ber tað til at hesi fólk, sum vilja gera so stórar avmarkingar, í dagligdegnum hjá vanliga fólkinum, framvegis játtað sær sjálvum koyripengar, sum fyri hvønn einstakan av teimum, svarar til eina ársløn hjá einum lágløntum arbeiðara. Nær fara hesi fólk at skilja, at vit ikki ikki kunna virða spariætlanir hjá fólki, sum ikki vilja spara tá tað snýr seg um teirra egna pengapung. Koyripengar og aðrar við­ bøtir hjá landstýrisfólki og løgtingsfólki, muga frá dags dato setast niður á sama støði sum hjá vanligum fólki sum ferðast til arbeiðis í Havnini. Nýstaðni tá kann ein lurta við álvara eftir hvat sagt verður av røðarapallinum í tinginum. Gjald fyri valgreinar Vit taka gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.