mánadagur 8. oktober 2012síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Listafólkasamband Før
oya (LISA) mótmælir
harðliga uppskotinum
frá landsstýrismannin
um í mentamálum, um at
skerja Mentanargrunnin
við
20
prosentum
í
2013. Umframt at aðrar
játtanir verða niðurlag
aðar innan útinnandi
mentan, so sum tón
leik.
Mentunargrunn
urin virkar innan teir
lógarkarmar
og
ta
játtan sum Løgtingið
hevur givið. Nevndin í
Mentanargrunninum er
óheft og tekur avgerðir
uttan politisk atlit, tá ið
hon játtar pening.
Hetta hevur virkað
sera væl og er Mentan
argrunnurin ein sóls
kinssøga í so máta, bæði
mentanarpolitiskt
og
demokratiskt,
har
ið
armslongdarprinsippið
hevur virkað til fuln
ar. Stórt arbeiði hevur
verið lagt í at menna og
endurskipa Mentanar
grunnin, við tí fyri eyga,
at fáa alt játtanarøkið
innan mentan og list
enn meira óheft av
politisku skipanini og
styrkja
umsitingina
av grunninum, so at
landsstýrismaðurin og
hansara starvsfólk, ikki
vóru sett at taka dagar
ímillum – niður í minsta
smálut, hvar íløgur í list
og mentan skulu gerast.
Ikki er longur síð
an enn í mars mánaða,
tá umboð fyri LISA á
fundi við mentamála
ráðharran, fingu at vita,
at nú var nærum komið
undir land við hesum
arbeiði. Onkrir smáir
snøklar vóru eftir, men
vónandi kom lógin til
politiska,
og
harvið
almenna viðgerð í ár.
Tað næsta vit frætta er,
at mentamálaráðharrin
skerjir Mentanargrunnin
við 20%, játtanina til
tónleik, sang og før
oyskan dans við 24%.
Uttan nakra sum helst
hoyring, kunning ella
viðgerð, verður skorið
inn á bein á mentanar-
og listaøkinum.
Við hesari skerjing
hevur
mentamálaráð
harrin ikki bert skorið
í einari játtan, ið er alt
ov lítil frammanundan,
men hevur samstundis
givið eitt ófrættakent
politiskt signal. Hetta
kemur ikki undir sparing,
men er ein beinleiðis
politiskt útmelding um,
at landsstýrismaðurin
sjálvur vil fara niður
í smálutir um hvørjar
verkætlanir skulu fremj
ast.
Listafólkasamband
Føroya er púra greitt
yvir, at til tíðir skal spar
ast. Men hetta átakið
er ikki sparing, men
skerjing, har ið ein sera
vælvirkandi,
óheftur
stovnur sum Mentanar
grunnurin og starvsøkið
hjá hesum, verður lagdur
undir landstýrismannin
í mentamálum.
Hetta er beinleiðis
stýring av mentan og list,
og tað hoyrir ikki heima
í einum demokratiskum
samfelag.
Politisk
stýring av
mentan
og list?
Ólavur Jakobsen
formaður
Vegna LISA (Lista
fólkasamband Føroya)
Verður Marknagilsdreymurin
ein marra?
Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur
Undirvísari á Studentaskúla, HF og Fróðskaparsetri
Í 2008 snúði løgtingsvalstríðið
seg m.a. um betri umstøður
til miðnámsskúlar. Hóast
summi vóru ónøgd, vóru
tey flestu tó fegin, tá hetta
kjakið endaði við eini avgerð
um at samskipa nógvar av
miðnámsútbúgvingunum í
einum nýggum skúladepli
– tað vit í dag kenna sum
Marknagilsdepilin.
Leingi
hevur verið togast um hetta
málið. Viðhvørt hevur sæð
bjartari út, viðhvørt daprari,
og tá flottu tekningarnar av
nýggja deplinum komu, fingu
nógv jólaljós í eyguni. Men
í heyst kom so eitt veruligt
bakkast, ið mong tó høvdu
væntað: Marknagilsdepilin
kemur at vera nógv dýrari
enn hvat ætlanin var, og
roynt verður nú at finna
sparingar, so verkætlanin
kann gerast veruleiki.
Politiski
spurningurin
er so hvat skal gerast við
hetta? Skulu nógvar eyka
miljónir skulu koyrast í hesa
verkætlan, ið eisini hevur
stórt potentiali til at gerast
aldarinnar byggigøla?
Men tað er ikki einans
møguliga eykajáttanin, ið
stingur í eyguni. Eisini ætl
aði prísurin er ørandi. Í
prinsippinum havi eg einki
ímóti, at so nógvir pengar
verða brúktir til ein skúla
bygning, men tá hetta verð
ur hildið upp móti hvussu
politiska skipanin annars
prioriterar innan útbúgving
arsektorin, verður Markna
gilsdepilin knappliga meiri
ein marra enn ein ynski
dreymur.
Marknagil sum eitt
tómleikans tempul?
Eg eri farin at óttast, at
Marknagilsdepilin kann ger
ast eitt haft um beinini á
føroyskum miðnámsútbúgv
ingum. Longu nú er miðnám
skorið inn á bein, og sambært
áliti, ið Mentamálaráðið skri
vaði í summar, hevur næstan
helvtin av allari arbeiðs
megini í miðnámsskúlunum
ikki neyðugu undirvísingar
førleikarnar,
serliga
tí
Mentamálaráðið ikki hevur
fíggjað námsfrøðiliga eftirú
tbúgving í sera nógv ár. Og
hetta talið vil bara økjast
sum árini ganga og gamlir
fullførir undirvísarar fara
frá. Umframt hetta verða
eisini aðrar sparingar gjørdar,
ið minka um møguleikarnar
fyri dygdarundirvísing.
Um vit seta hetta upp
móti hvørjum øðrum, so
tykist mær, at vit nærum
eru farin frá at diskutera
miðnám sum innihald og
einans stara okkum blind á
formin – hendan glæsiliga
og glasiliga bygningin, ið skal
gerast ein varði í føroyska
samfelagnum – eitt “monu
ment” (sum onkur kallaði
tað). Spurningurin er tó um
hann ikki kann enda sum eitt
“tómleikans tempul” (sum
onkur annar kallaði eina aðra
stóra byggiverkætlan), ikki
kvantitativt, men kvalitativt,
tvs. at vit fáa eitt flott hylki,
men uttan neyðuga tøkniliga
innihaldið – og verst av øllum
– uttan neyðuga human
kapitalin. Eg beri ótta fyri, at
risaíløgurnar í form koma at
skava av framtíðar íløgum í
tøkni og humankapital, og
í síðsta enda er góðskan av
miðnámsútbúgvingum ikki
bara ein spurningur um form,
men primert um innihald.
Mugu flyta kjakið frá
formi til innihald
Eg haldi, at kjakið um miðnám
eigur at verða flutt meiri
yvir móti tí innihaldsliga.
Politikararnir mugu fáast
at skilja, at tað lítið nyttar
at byggja ein flottan potens-
forleingjara, um sáðið ikki
ber frukt. Tað nyttar lítið
at brúka so nógvar pengar
til ein flottan bygning, um
góðskan
á
arbeiðsmegini
framhaldandi skal niður
lagast.
Niðurlagingin
av
arbeiðsmegini hendir líðandi,
og tí kann niðurlagingin vera
trupul at fáa eyga á. Eg var
sjálvur skelkaður av, at tað
sambært
Mentamálaráð
num í dag eru heili 47% av
arbeiðsmegini, ið ikki hava
neyðugu førleikarnar til ar
beiðið á miðnámi – eg helt,
at talið var munandi lægri, tó
at eg visti at tað var í skjótari
hækking.
Men tíverri tykist Menta
málaráðið ikki at vilja nýta
pengar til at broyta hesa
ótespiligu
gongd.
Menta
málaráðið tykist ikki hava
vilja til at framtíðartryggja
góðskuna á miðnámi, tó at
tað sjálvandi ikki skortar við
føgrum orðum.
Mentamálaráðið vil ikki
brúka tær fáu miljónirnar
árliga, ið skulu til fyri at
tryggja ein nøktandi human
kapital og harvið nøktandi
góðsku
innan
miðnáms
undirvísingina. Men Menta
málaráðið vil gjarna brúka
hundraðtals miljónir til at
byggja
stásiligar
karmar
til eina innantóma skipan.
Hetta vendir snøgt sagt ikki
rætt.
Men eg dugi hinvegin væl
at skilja hví politikararnir
hugsa soleiðis. Íløga í human
kapital og tøkniliga útgerð
sæst ikki serliga væl fyri
óvandu eyguni, og ágóðin
av hesum íløgum liggur ofta
nógv ár frammi í tíðini, eins
og tað ikki er lætt at vísa á
hvørjar íløgur skaptu hvørja
effekt. Hvussu skapar t.d.
lívfrøðiundirvísing í 1.s ein
altjóða viðurkendan profess
ara í havlívfrøði? Umvent er
tað lætt hjá politikarum at
sýna ein konkretan bygning
fram, eins og tað er lætt at
argumentera
fyri
hvørja
effekt ein bygningur hevur.
Men tað er ikki altíð tað,
ið er lætt, ið er rætt. Og tað
er ikki altíð tann stuttskygda
loysnin, ið gevur langskygda
avkastið.