mánadagur 8. oktober 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Háttvirda samkoma!
Í hesari høllini. Í skúlanum og í
fimleikarhøllini her yviri. Og eisini
áðrenn bygt varð, og hetta var
langt burturi í haga. Her havi eg
havt nakrar av mínum størstu upp
livingum. Her havi eg fegnast og kent
stóra lukku og kærleika. Her havi eg
grátið og harmast. Her havi eg barst
og hálsfevnst. Og her havi eg verið, og
kann enn vera saman við so nógvum
góðum og fjølbroyttum fólki. Her
kann eg liva sum menniskja og hava
ávirkan á mítt lív og mína framtíð
saman við øðrum.
Av øllum plássum í heiminum,
liggur mítt hjarta her. Í Hoyvík og í
Føroyum.
Og hava vit ikki øll tað á sama
hátt? Hava vit ikki hvør okkara stað í
heiminum, har okkara hjarta liggur?
Har okkara kenslur, vónir og virðir
kunnu spretta – og vit kunnu liva?
Fyri okkum øll, sum liva her, er tað
í Føroyum, vit hava kastað okkara
akker. Og fyri so mong okkara –
bæði úti sum heima – er tað beint
her, vit hava lagt okkara hjarta. Her
á hesum grønu oyggjum mitt í sjó
num. Í miðjum Norðuratlantshavi.
Við sínum yðjandi lívi, buldrandi og
broytiligu náttúrukreftum og ótrú
liga tilfeingi.
Her hava meira enn 42 ættarlið
yvirlivað og livað – ímóti øllum for
sagnum. 42 ættarlið av fólki hava bygt
hetta landið og skapað tjóð. Hava
skapað mál og mentan og framburð
og varandi virðir. Tað er eitt dagligt
bragd. Og tað er ein ótrúlig, dýrmett
gáva til okkara.
Beint her, mitt í sjónum, hava
vit møguleika at skipa fólkaræði og
frælsi. Her hava vit møguleika at
skapa rættindi og virkismøguleikar
hjá øllum. Her hava vit møguleika
at útinna veruligt samhaldsfesti,
har frumskógarlóg og hugsanin um,
at eins deyð er annans breyð, kunnu
gerast til einkis.
Frælsi og fólkaræði
eru grundarlag undir
øllum framstigum
Frælsi, fólkaræði, javnrættindi og
samhaldsfesti eru tey virðini, sum
hava skapt øll menniskjalig framstig
– í Føroyum og um allan heim.
Tað var tá rætturin til at dríva
vinnu, til at gagnnýta landsins
tilfeingi og til at hava samband við
umheiminum gjørdist frælsur hjá
fleiri enn teimum fáu, sum áttu allar
ognirnar, at Føroyar fóru at broytast
og vaksa. Tað var tá bondini vóru
slitin hjá teimum ognarleysu, at
Føroyar kundu fjølgast og mennast.
Tað var tá tjóðskaparrørslan og
upplýsingarfólk kravdu mentanarlig,
sosial og politisk javnrættindi til
Føroya fólk, at nýtt land varð vunnið.
Og øll tey framtøk og virðir, sum vit
dýrmeta mest í dag, vórðu skapt.
Tað var tá verkafólka- og fiski
mannafjøldin kravdi sítt frælsi og
javnrættindi at liva sum fólk. Og
tók sær politiskt vald og ávirkan, at
rætturin til sømilig kor, útbúgving,
heilsutrygd, sosiala trygd og pensjón
gjørdist rætturin hjá øllum. Tað var
tá, at ein øgiligur framburður varð
skaptur og grundarlagið lagt fyri
einum vælferðarsamfelag.
Ella hugsa um kvinnurørsluna
og rættindi hjá øðrum bólkum kring
heimin, ið hava vunnið sær frælsi og
javnrættindi. Tað hevur altíð skapt
skarvslop í søguni.
Har fólkaræði og frælsi ikki er
fyri tey fáu ella úrvaldu, kostað av
at onnur verða kúgað – henda tey
veruligu menniskjaligu framstigini.
Gylti ella spilti
møguleikin í Føroyum
Og her standa vit í Føroyum í 2012.
Við
ótrúligum
møguleikum
at
skipa okkum við frælsi, fólkaræði,
javnrættindum og samhaldsfesti.
Við øllum møguleikum at taka
ábyrgd av okkara landi og framtíð
og gerast ein javnsett tjóð millum
aðrar. Har vit ikki halda okkum vera
betri enn onnur fólk, men har vit
eru beint her og kunnu ávirka okk
ara egnu framtíð. Og kunnu vera
ein av teimum lívføru og vaksandi
blómunum í heimsins margfalda
urtagarði.
Her kunnu vit skipa okkum við
javnrættindum og samhaldsfesti og
virða ymiskleikan og virkisfrælsi hjá
hvørjum øðrum.
Og her hava vit allar møguleikar
at standa á egnum beinum búskapar
liga. Har til dømis bara ein broyting
í okkara fiskivinnupolitikki og ein
skilagóð umsiting av okkara fiski
ríkidømi kann geva okkum fleirfalt
tær inntøkur, sum eru í hesi sein
astu lítlu restini av donskum blokk
pengum, sum vit selja pkkara frælsi
fyri. Og hartil koma allir aðrir ótroytt
ir møguleikar.
Men kortini taka vit ikki av møgu
leikanum. Enn í hvussu so er. Vit
brúka ístaðin eina øgiliga orku at
mála heilt aðrar myndir av okkum
sjálvum og okkara møguleikum. Og
vit lata avgerðir verða tiknar yvir
høvdið á fjøldini, sum máa støðið
undan frælsi, fólkaræði, javnrætt
indum og samhaldsfesti.
Hava vit fólkaræðið
í Føroyum?
Tí hava vit yvirhøvur fólkaræði í
Føroyum í dag?
Er tað fólkaræði, at vit ikki hava
rætt at umboða okkum sjálv úti
í heimi, og at onkur annar tekur
avgerðir um, hvønn vit kunnu
gera avtalur við? Ella tá vit kunnu
revsast, uttan at kunna umboða
okkum sjálv í rættinum – sum nú í
makrelmálinum?
Er tað fólkaræði, at vit ikki sjálvi
gera av, hvør sleppur at flyta til
Føroya og hvør verður sendur út?
Er tað fólkaræði, at okkara land
kann brúkast til stórpolitisk og hern
aðarlig endamál, uttan at vit verða
spurd ella kunnu nokta?
Er tað fólkaræði, at vit ikki hava
samtykt tær lógir og reglur, sum
verða sagdar at galda í Føroyum?
Er tað fólkaræði, at í okkara lógum
er okkara mál ikki viðurkent, men vit
eru við lóg áløgd at læra eitt annað
mál?
Og er tað veruligt fólkaræði, tá
vit síggja okkara politisku skipan
samtykkja lógir fram eftir fummum
og “overnight”, sum ganga beint ímóti
javnrættindum og samhaldsfesti.
Har virðir verða flutt frá teimum
mongu knáu til tey sterku fáu, sum
Páll á Reynatúgvu orðaði seg í ting
inum herfyri.
Og har mótmæli ikki verða hoyrd,
ósannindi førd fram og ongin settur
til svars.
Er tað fólkaræði, at virðismikil
vinnurættindi verða býtt politiskt
eftir tilvildarligum hugsanum hjá
einum landsstýrismanni?
Er tað fólkaræði, at ikki allir sam
felagsbólkar hava somu rættindi í
samfelagnum?
Nei, svarið liggur beint fyri. Um
bert vit vilja síggja tað.
Sjálvkolonisering – ein
viðvendur kikari
Eg haldi, at ein høvuðsorsøk til, at
vit ikki hava framt fólkaræði í verki,
er, at ein so stórur partur av teimum
samfelagsbólkum og stovnum, sum
áttu at vart fólkaræðið og skapað
grundarlag hjá okkum at taka ábyrgd
og støðu, brúka so nógva orku til at
fremja “sjálvkolonisering”.
Og hvat meini eg við, tá eg sigi
sjálvkolonisering?
Jú tað er, tá vit síggja okkum í eini
mynd, har vit ikki eru javnsett og við
somu møguleikum sum onnur. Men
vit gera okkum støðugt minni, meira
heft og halda ikki, at vit hava sama
virði og møguleikar at ávirka okkara
lív sum onnur.
Sjálvkolonisering er, tá vit hyggja
at okkum sjálvum, akkurát sum tá
vit hyggja ígjøgnum ein viðvendan
kikara. Har alt verður so fjart og lítið
og kámt. Har bæði tað, sum er nær
og tann størri sjónarringurin úteftir,
verður minkað og skumpað burtur
frá okkum.
Lat meg nevna nøkur dømi:
Eru vit fá og smá?
Hvussu ofta hoyra vit ikki: “Vit eru so
fá og so smá, og tí ber onki til.”?
Men vit eru ikki so fá og smá.
Vit eru eitt sera stórt land – millum
tey størstu í mun til fólkatalið. Og
vit kunnu gerast nógv fleiri her í
Føroyum, um vit tora at taka ábyrgd
ina og gera nakað við tað.
Lat okkum venda kikaranum við!
Lat okkum venda kikaranum rætt, so
vit síggja nær og væl. So vit síggja tað
fjølbroytnið, teir møguleikar og tað
ríkidømið vit eiga her. So vit eisini
síggja trupulleikar, ójavnar og lýtini
væl – og kunnu gera nakað við tey.
Um vit hyggja øvut gjøgnum kikaran,
so skúgva vit eisini ábyrgdina langt
frá okkum.
Er føroysk trupult
og minni vert?
Ella hvussu ofta hoyra vit ikki: “Jú
men føroyskt mál er so stirvið og
trupult at læra.”?
Nei, føroyskt er ikki nakað trupult
og stirvið mál. Tað er hvørki stirvnari
ella truplari enn onnur mál. Vit
skulu bara brúka tað og menna tað,
eins og so nógv hugsjónarfólk hava
roynt at gjørt seinastu 100 árini – og
hava oftast fingið skomm og skitin
orð afturfyri. Men hyggja vit rætt
gjøgnum kikaran kunnu vit í dag
gjøgnum føroyskt samskifta um alt
og læra okkara grannamál og heims
mál, um vit bara gera nakað við tað.
Vit hoyra eisini mangan hesa
løgnu atfinning móti teimum, ið
vilja brúka og mýkja og menna tað
føroyska málið, sum jú ikki hevur
havt sess á so mongum týdningar
miklum økjum: “Oyjøssus sum tú ert
føroyskur”. Men hava vit nakrantíð
hoyrt ein svia, ein týskara ella ein
kinesara sagt hetta, tá tey brúka sítt
egna mál?
Hetta er tann viðvenda kikarin og
sjálvkoloniseringin, sum virka.
Skapa vit ikki okkara
egnu vælferð?
Hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen, vit
klára ikki sjálvi at gjalda fyri okkara
egna samhaldsfesti og vælferð, og tí
mugu vit fáa pening úr Danmark.”?
Men lat okkum venda kikaranum
rætt: Vit klára sjálvandi at fíggja
okkara egnu vælferð og vera sam
haldsføst okkara millum. Vit eru
millum ríkastu tjóðir í heiminum. Við
ótroyttum tilfeingi og møguleikum,
ið fáum er beskorið. Eitt ríkt tilfeingi
– bæði á sjógvi, landi, í luftini og í
okkara fólki, vinnu, mentan og felags
skapi.
Pengarnir úr Danmark fara ikki
til tey, ið eru ringast fyri, men verða
brúktir til at geva teimum sterkastu
fleiri fyrimunir. Og hesir pengar fáa
okkum at venda kikaranum skeivt og
síggja vælferð og samhaldsfesti sum
okkurt, ið liggur langt burturi frá
okkum sjálvum. Venda vit kikaran
um rætt, so síggja vit, at tað eru tey
virðini, ið vit sjálv skapa, sum eiga
lívið í okkum. Og vit klára væl og
virðiliga at skapa vælferð fyri øll, um
vit bert tora at býta virðini javnari, og
skapa frælsi fyri øll í samfelagnum.
Eru føroyingar býttari
enn onnur?
Hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen,
okkara politikarar eru so ódugnaligir
og vit hava ikki álit á teimum. Tí
kunnu vit ikki gerast fræls tjóð.”?
Men føroyingar eru sjálvandi
hvørki býttari ella klókari enn onnur
fólk. Og føroyskir politikarar eru tað
heldur ikki. (Har eru fleiri góðir ímill
um kann eg heilsa tykkum).
Og hyggja vit rætt í kikaran, so er
tann støðan, at vit ikki hava tikið fulla
ábyrgd av landinum, ein høvuðsorsøk
til tað ábyrgdarloysið, sum fer fram í
føroyskum politikki.
Vit hava ígjøgnum øldir vant
okkum við, at onkur annar tekur
avgerðirnar um okkara framtíð og
lívsumstøður uttan at vit, fólkið í
Føroyum, verða spurd og kunnu seta
tey til svars. Fyrr vóru tað kongar,
fútar, amtmenn og embætisfólk.
Men í hjálandastøðuni undir
heimastýrinum hava vit latið hetta
hildið fram. Og bygt eina mynd av, at
vit kunnu onki gera við, at avgerðir
verða tiknar yvir høvdið á okkum – av
føroyskum heimastýrispolitikarum.
Tað er henda skipanin, sum ger,
at ein flokkur sum Fólkaflokkurin
støðugt kann sita við valdið og trívist
allarbest í heimastýrisliga ábyrgdar
loysinum. Har flokkarnir kunnu sita
við donskum pengum sum amboð til
at pínudoyva ringastu avleiðingarnar
av ábyrgdarleysum politikki.
Í einum frælsum Føroyum við
fólkaræði, har vit standa á egnum
beinum búskaparliga, fara vit ongan
tíð at góðtaka tað, sum fer fram í
dag undir heimastýrinum. Í einum
landi við fullum fólkaræði, fara vit
sjálvsagt at halda politikarar og
onnur við ábyrgd til svars fyri sínar
gerðir.
Vit kunnu gera
nakað við tað!
Vit mugu altso brúka alla orku at
venda kikaranum rætt! Vit skulu
fara frá sjálvkolonisering til sjálvs
virðing.
Vit skulu skipa fólkaræði í Føroy
um. Og vit skulu fáa veruliga ávirkan
og gera nakað við at byggja tað landið
og tað samfelagið, sum vit droyma
um og elska.
Vit verða ongantíð samd um,
hvussu tað skal innrættast, og tað er
jú kjarnin í fólkaræðinum. Men vit
kunnu gera nakað við tað.
Vit eiga ikki at finna okkum í, at
politisku avgerðirnar verða skrumb
laðar ígjøgnum eftir einaræðisligari
framferð. Og at allar tær súlur og tey
virði, sum hava bygt hetta landið,
verða skrykt undan í eini handa
vending.
Vit eiga ongantíð at góðtaka, at
fólkaræði bert er eitt orð, sum vit
klistra upp á pelarnar upp undir val.
Vilja vit gera nakað við tað? Ja,
so ber til til dømis til hjá okkum at
melda seg inn í ein politiskan flokk,
ella ein av teimum mongu felags
skapum, sum eru umboðað her á
Fólkafundinum 2012.
Lat okkum melda greitt út. Ikki
melda okkum út úr avgerðunum. Og
lat okkum byrja nú.
Hin viðvendi kikarin
Røða á fólkafundinum 2012 í Hoyvíkshøllini
Høgni Hoydal