Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vestara bryggja í Havn er altíð aktuell. Tað er Fróðskaparsetrið eis­ ini. Í seinastuni hev­ur bryggjan verið um­ rødd, tí virksemið hjá Fiskavirking helt uppat, og lívið linkaði við kei­ kantin. Ta tíð, eg havi verið í býráðnum, hevur ver­ ið umrøtt, hvat økið við Vestaru bryggju kann brúkast til í eini fram­tíðar Tórshavn. Tá hevur Skipasmiðjan í Sjarpholinum eisini ver­ ið vend í kjakinum. Stundum hevur verið frammi alment, at partur av økinum og húsunum eigur at verða latin útbúgvingar- og granskingarendamálum, tí tað er høgligt niðan fyri Vinnuháskúlan og stutt frá miðstøðini hjá Fróðskaparsetrinum. Samstundis hevur bý­ ráðið arbeitt dúgliga við at fáa vinnuligt virksemi í gongd aftur á Vestaru bryggju. Tórshavnar havn keypti gomlu virki­sbygningarnar hjá Bacalao, og arbeiðara­ feløg og einstaklingar hava stovnað partafelag at reka fiskavirki har. Ein landingarmiðstøð hevur hildið til har eina tíð og hevur syrgt fyri, at fiskur aftur er komin um bryggjukantin. Tað verður ofta sagt, at ein skipasmiðja hoyrir ikki heima inni í býnum. Vit kunna hinvegin spyrja, hvat er meira natúrligt hjá okkum, sum eru umgird av sjógvi og búgva mitt í Norðuhøvum, enn at hava bæði fiskavirkir og skipasmiðjur mestsum millum húsini? Í Tórshavnar býráð hava vit varað okkum fyri signalum, sum kunna týðast tann veg­ in, at býráðið hevur hug at reka vinnuna burt­ur. Hugburðurin er, at so leingi virkishugur er, og lív er í, verður vest­ara keiøkið fyrst og fremst tøkt til vinnulig enda­ mál. Vónandi í rúma tíð aftrat. Men vit skula eisini hava Fróðskaparsetrið. Tórshavnar kommuna hevur langtsíðani boð­ ið tí stórar víddir uppi í Marknagili, men seturs­ fólkið vil so fegin verða har á leið, sum tey eru, tí tað verður hildið at vera høgligast og skilabest at byggja út nærri mið­ býnum. Í áravís hava Tórs­ havn­ar kommuna og menta­málaráðið tingast um møguleikan fyri, at landið yvirtekur Venj­ingarskúlan til setursendamál. Framm­ an undan eigur landið tey 60% av bygninginum, sum Læraraskúlin og Venj­ingarskúlin eru í. Hetta skuldi ligið beint til høgra bein, men óvissa snýr seg um prísin. Her tykist vera steðg­ að á við forðing­arnar, og tey bjørtu málini kámast. Men vilja vit hava eitt gott og fjølment fróð- skaparsetur, so má tað hava bæði pláss og um­ støður. Eitt upplagt stig á leiðini er tann møgu­ leikin, sum her er nevnd­ ur. Tað snýr seg um at fáa handilin avgreiddan, so farast kann víðari til næsta stig. www.jogvanarge.com Fróðskapur og bryggjukantur kommunuval 2012 Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Nógvar íløgur næsta ár Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Skattaprosentið lækkar næsta ár og barnafrádrátturin hækkar. Gott rúm verður kort ini til ymsar íløg­ur at fremja trivnaðin í Tórs­ havn­ar kommunu. Størsta íløgan verður í brúnna um Sandá við vegastubbum og rund­ koyr­ingum. Til hesi arbeiði verða 35 mió tøkar árið 2013 út. Í komandi fíggjarætlan verða játtaðar 25 mió kr. Áður eru 10 mió kr játtaðar. Sundsvegurin frá Óluvugøtu oman til Tórsbreyt verður dag­førdur fyri at fáa ferðsl­ una at ganga betur og føra fjar­hitaleiðingar oman í Gunda­dal. Játtaðar 6,0 mió kr í 2013. Til miðbýarætlanir verða játtaðar 2,0 mió kr. Tilsamans verða tá 6,4 mió krónur tøkar at taka saman um ymsar miðbýarætlanir og veruliga seta spakan í. Til renovatión verða játtaðar 10 mió kr eitt nú til nýggjan ketill á Brennistøðini á Hjalla. Til kirkjugarðar 6,8 mió kr, kloakkir 6,0 mió kr (íalt 12 mió tøkar) og vatnveiting 4,4 mió, Mentan, skúlar og rørsla Hesaferð verða játtaðar nýggj­um musikkskúla 1,3 mio kr. Tøkar eru 13,1 mió at arbeiða fyri í 2013. Projek­ter­ ingin fer at taka meginpartin av einum ári, og so verður sett á jørðarbeiðið. Reinsarínum, spælistaðnum til tónleik, verða játtaðar 3,0 mió kr aftrat 2,1 mió, ið eru tøkar frá farnum árum. Tilsamans kann har arbeiðast fyri 5,1 mió árið 2013 út, og tað svarar áleið til tað, sum alt arbeiðið er mett til. Ætlanini at byggja nýggj­ an fólkaskúla verða játtaðar 2,0 mió aftrat 3,0 mió, sum eru játtaðar frammanundan. Tilsamans verða 5,0 kr at arbeiða fyri 2013. Hoyvíkar skúla verða játtaðar 2,0 mió til bráðneyðugar umvælingar. Eysturskúlanum verða játt­ aðar 2,0 mió til dagføringar. Har eru 16,6 mió tøkar til at gera høvuðsumvælingina av skúlanum lidna. Barna­ garð­inum Birkilund verða játtaðar 3,0 mió kr. Har verða nú 6 mió kr tøkar. Arbeitt verður eisini við loysnum fyri barnagarð í Kollafirði. Svimjihøll við 50 metra hyli verða hesaferð játtaðar 5,0. Tilsamans verða tá 9,6 mió at arbeiða fyri í 2013. Til golfbreytina á Glyvursnesi standa úti við 5 mió kr. Høllini á Hálsi verða játtaðar 10 mió krónur til umvælingar. Í hesum umfarinum verður takið skift. Hoyvíkshøllini verða játt­ aðar 2,5 mió kr til at gera nýbygningin lidnan. Fót­bólts­ vølli í Hoyvík verða játt­aðar 1 mió kr. Til høllina í Kolla­firði standa 3,0 mió kr til inn­ rætting av ymsum rúmum í forbygninginum. Tórsvølli verða í 2013 játtaðar 10 mió kr til dagføringar saman við aðrari fígging frá FSF. Ymsar játtanir: Súkklu­ breytir 1 mió kr. frílendisgøtur 1 mió kr, frílendi í Hoydølum og náttúruupplivingar 1,5 mió, nýggj sparandi gøtuljós 1 mió, parkering Yviri við Strond 1,5 og endastøðir til bussar í Kaldbak og Kollafirði 2,0 mió kr. Ein viðmerking til kjakið í fjølmiðlunum um umsøkjaratal til námsfrøðingaútbúgvingina Jørgen Meitilberg fyrisitingarstjóri Viðvíkjandi upptøkuni í 2012, so er uppgivna talið av umsøkjarum bert tey, sum hava valt námsfrøðinga­út­ búgvingina sum 1. raðfesting. Verða hinar raðfestingarnar eisini tiknar við, so er myndin øðrvísi. Verða øll, sum hava rað­ fest námsfrøði (1, 2, 3, 4 el.5) tald saman, so er talið av um­søkjarum til náms­ frøð­ingaútbúgvingina 106 umsóknir og ikki 58. Hetta gevur kjakinum í fjøl­miðl­ unum eina heilt aðra kós. Viðv. upptøkuni 2008 – 2010: Tað er einki at ivast í, at áðrenn vit fóru at raðfesta, so sendu lesandi umsóknir til fleiri útbúgvingar til tess at tryggja sær, at tey vóru upptikin onkrastaðni. Tí er tað helst ikki so einfalt at samanbera talið av um­ søkjarum fyri árini 2008 – 2010 við 2012. Kjak