Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Føroyskur ungdómur bæði royk­ir og drekkur nógv verri enn tey ungu í Íslandi. Tað eru eisini heldur fleiri ung í Føroyum, sum roykja hassj, enn tað eru í Íslandi. Hetta vísir ein spildur­ nýggj kanning, har ung í 9. og 10. flokki í Føroyum og í Ís­landi eru spurd, hvussu illa tey roykja, drekka ella taka rúsevni. Íslendingar hava gjørt slík­ar kanningar síðani 1992, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar eru við. - Kanningin vísir, at støð­ an í Føroyum er ikki góð og hon er nógv verri enn í Íslandi, staðfestir Firouz Gaini, ph.d. og lekt­ari í antropologi og sam­felags­ vís­indum á Fróð­skap­ar­ setri­num, sum hevur staðið fyri kanningini saman Jón Sigfússon, granskara í Ís­ landi. - Í veruleikanum hevði eg ikki væntað, at munurin á teimum ungu í Føroyum og í Íslandi, var so stórur, sum hann er, og at støðan her heima var so nógv verri, legg­ ur hann afturat. Kanningin vísir, at 17% av teimum ungu í Føroyum royk­ja dagliga, men tað eru bara 3% av íslendska ung­ dómi­num, sum roykir og har er næstan ongin munur á dreingj­um og gentum. Men í Føroyum roykja dreing­ir­nir verri enn gentur­ nar. Kanningin vísir, at 21% av føroysku dreingjunum roykj­a, men hinvegin roykja 15% av gentunum í Føroyum. Drekka nógv verri Men serliga grefligur er mun­ ur­in, tá ið tey ungu verða spurd um rúsdrekka. Úrslitið vísir nevniliga, at tá ið kanningin varð gjørd, høvdu heili 28% av teim­um ungu í Føroyum verið full seinasta mánaðin, hó­ast tey framvegis ganga í fólka­skúl­ an. Í Íslandi var tað bara 7% av teimum ungu, sum høvdu verið full tann seinasta mán­ aðin. Hinvegin vísir kanningin eisini, at eitt sindur av muni er á drekkivanunum hjá gentum og dreingjum í Føroyum, og tað eru gent­ ur­nar, sum drekka verri enn dreing­ir­nir. Tølini vísa, at 30% av før­ oysku gentunum og 27% av dreingjunum í Føroyum, høvdu verið full seinasta mán­aðin, men í Íslandi er lítil og ongin munur á gendum og dreingj­um. Men kanningin vísir eisini, at yvir helvtin, ella 52%, av teimum ungu í 9. og 10. Flokki í Føroyum, hava verið full minst einaferð í lívi­num og tað er javnt býtt ímill­um gentur og dreingir. Í Íslandi er talið nógv min­ni, tí har hava 21% av teim­u­m ungu onkuntíð ver- ið full og heldur ikki har er nak­ar munur á gentum og dreingj­um. Nakrir av næmingunum í 9. og 10. flokki hava eisini roynt hassj ella marijuana minst einaferð í lívinum. Í Føroyum hava 5% av dreingjunum og 3% av gentunum roykt hassj minst eina­ferð og eisini á hes­um føri, hava vit munin á ung­ dómi­num í Íslandi, men hann er lítil, bara 1%. Hinvegin hava nøkur fleiri ung í Íslandi roynt marijua­ na enn í Føroyum. 9% av ís­ lendsku dreingjunum hava roynt marijuana og 3% av føroysku dreingjunum og í Íslandi hava 4% av gentu­ num roynt hetta rúsevni og í Føroyum hava 2% av gentu- num royndir av mariju­ana. Fyri at fáa alt við, skal eisini nevnast, at 8% av ung­ um dreingjum í Føroyum og 2% av gentunum hava roynt skrá seinasta mánaðin. Somuleiðis hava 8% av dreingj­unum í Íslandi roynt skrá, og tað hava 3% av gentu­num eisini. Í Íslandi hava 8% av dreingj­u­num eisini snúsað og tað hava 3% av gentunum eisini. Snúsi vilja genturnar í Før­oy­um ikki vitað av, men 4% av dreingjunum hava roynt tað. Ung í Føroyum seta lív og heilsu í vanda UNG Á VANDAKÓS Tey ung í Føroyum drekka og roykja munandi verri enn tey ungu í Íslandi. Tá ið tað kemur til at roykja hassj, hava okkara ungu eisini munin á teimum íslendsku. Men tað ber til at venda gongdini og at fáa tey ungu at broyta atferð Hesar báðar talvurnar vísa, hvussu stóran týdning tað hevur við miðvísum átøkum. Frá 1992, tá íslendingar fóru undir hesar kanningarnar, til 1998, versnaði støðan alsamt og tey ungu bæðu drukku og royktu alsamt verri. Men í 1998 fóru íslendingar undir skipað og miðvís átøk og síðani er misnýtslan minkað í stórum Serliga grefligur er munurin, tá ið tey ungu verða spurd um rúsdrekka Í veruleikanum hevði eg ikki væntað, at munurin á teimum ungu í Før­oy­um og í Íslandi, var so stórur, sum hann er