mikudagur 10. oktober 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Hóast ein nýggj kanning
vísir, at tey ungu í Føroyum
bæði roykja og drekka nógv
verri enn ungdómurin í Ís
landi, ber til at venda gongd
ini.
Men skal tað eydnast, er
neyðugt
myndugleikarnir
taka granskingina til sín og
seta neyðug tiltøk í verk.
Síðani 1992 hava íslend
ingar kannað viðurskiftini
hjá teimum ungu regluliga.
Endamálið var at savna inn
upplýsingar,
sum
kunnu
gagna teimum, sum taka av
gerðir um ungdómslív yvir
høvur.
Í hesum sambandi mið
aðu kanningarnar eftir at
lýsa samanhangin ímillum
óhepna atferð hjá ungdómi
num og ymisk viðurskifti
rundan um tey.
Sostatt er endamálið at
savna tilfar saman, sum kann
hjálpa myndugleikunum at
taka væl grundaðar avgerðir,
tá ið ungdómspolitiskar av
gerðir verða tiknar.
Støðan versnaði
Kanningin vísir, at til 1998
versnaði støðan alsamt, bæði
hvat royking og rúsdrekka
viðvíkur.
- Men við støði í hesum
kanningunum, sum byrjaðu
í 1992, fóru íslendingar í 1998
undir miðvís átøk fyri at ven
da gongdini.
Endamálið við átøkunum
var at broyta tey viðurskifti,
sum ávirkaði ungdómin tann
negativa vegin og sostatt at
fáa tey ungu at broyta atferð.
Tað hava íslendingar gjørt
við støði í teimum kanning
um, sum eru gjørdar.
Í hesum sambandi var
endamálið at broyta um
hvørvið hjá ungdóminum
við tí fyri eyga at minka um
vandan fyri, at tey endaðu í
misnýtslu av tubbakki, rús
drekka og rúsevnum.
Hetta hevur givið úrslit, tí
síðani tá hava pílarnir gingið
tann rætta vegin, og tað í
stórum eisini.
Gongdin kann vendast
Í ár er fyrstu ferð, at før-oy
ingar eru við í eini líknandi
kanning og í hesum sam
bandi er støðan í Føroyum
samanborin við støðuna í
Íslandi.
Kanningin er gjørd í ár og
umfatar ung, sum eru fødd í
1996.
Tey, sum vóru við í kann
ingunum vóru skúlanæm
ingar í 19 føroyskum skúlum
kring landið og 76,1% av
svarunum komu inn.
Og sum tað sæst í aðrari
grein, er støðan hjá ungu í
Føroyum nógv verri enn hjá
teimum ungu í Íslandi, bæði
hvat royking og rúsdrekka
viðvíkur.
Úrslitini í Íslandi vísa,
at ein miðvísur ungdóms
politikkur hevur ført við sær,
at tey ungu drekka og roykja
minni og minni.
- Men í Føroyum eru vit
hinvegin í eini støðu, sum
minnir um støðuna í Íslandi
fyri einum 15-20 árum síðani,
sigur Firouz Gaini.
Tískil vónar hann, at
kanningar av hesum slagi
kunnu føra til eitt fyri-byrgj
andi arbeiði, sum er meiri
miðvíst og betri skipað enn
higartil.
- Tað kann fáa pílarnar í
Føroyum at vísa rætta vegin,
akkurát, sum tað er hent í Ís
landi.
- Gera vit onki, er hinvegin
vandi fyri, at støðan í Før
oyum bara versnar, leggur
hann afturat.
Hann heldur, at avbjóð
ingin er at fáa myndugleikar,
stovnar og øll onnur, sum
hava við ungdómslív at gera,
at taka slík kanningarúrslit
til sín og brúka tey, tá ið
ungdómspolitikkur verður
lagdur til rættis.
Men hann heldur eisini, at
tað er neyðugt at endurtaka
kanningina
við
jøvnum
millumbili.
Íslendingar
gera
hesa
kanningina hvørt ár, men
Firouz Gaini heldur, at kunnu
vit gera hana annaðhvørt ár í
Føroyum, er nógv vunnið.
- So fáa alla tíðina at vita,
hvussu gongdin er og um
støðan batnar ella ikki.
Vandi er fyri at støðan hjá
ungdóminum bara versnar
UNG Á VANDAKÓS Verður ongi
gjørt, er vandi fyri, at støðan
hjá teimum ungu bara versnar.
Men miðvísur ungdómspolitikkur
kann fáa pílarnar í Føroyum
at vísa rætta vegin, akkurát
sum tað er hent í Íslandi
Í Føroyum eru vit
hinvegin í eini støðu,
sum minnir um støðuna
í Íslandi fyri einum 15
árum síðani
Hendan talvan vísir, at tess minni, tey ungu eru saman við foreldrunum, tess meiri drekka tey