mikudagur 10. oktober 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er ikki av tilvild, at
tað hevur eydnast at venda
gongdini.
Tað sigur Firouz Gaini,
granskari um nýggju kann
ingina sum vísir, at føroyskur
ungdómur bæði roykir og
drekkur nógv verri enn javn
aldrarnir í Íslandi.
Men í Íslandi hava tey
megnað at vent gongdini.
Tað hava tey klárað, tí at
myndugleikarnir hava tikið
granskingina til sín og hava
miðvíst brúkt hana í teimum
átøkum, teir hava sett í verk
fyri at fáa ungddómin at
broyta atferð.
Íslendingar hava ikki bara
latið kanningarnar gera. Teir
hava eisini miðvíst brúkt
tær, tá ið teir hava lagt ung
dómspolitikkin til rættis.
Eitt úrslit, sum er heilt
týðiligt, er, at tess minni tey
ungu eru saman við for
eldrunum, tess verri roykja
og drekka tey.
- Tað er eisini týðiligt, at
tað er neyvt samband ímill
um ítrótt og annað skipað
ungdómsvirksemi, og mis
brúkið hjá ungum av tubbak
ki og rúsdrekka.
- Tess meiri ítrótt tey
ungu íðka, minni roykja og
drekka tey, sigur granskarin.
Hinvegin
leggur
hann
dent á, at tað er tað skipaða
virksemi, sum ger munin.
- At nøkur ung fara út við
einum bólti og spæla eitt
sindur, vísir seg ikki at hava
hevur somu gagnligu ávirk
an sum tað skipaða virksemi,
sigur hann.
Hann sigur, at tískil gera
íslendingar rættiliga nógv
burtur úr at stuðla skipaðum
ungdómsvirksemi.
Íslendingar hava eisini
lagt stóran dent á, at styrkja
foreldrafeløg og samstarv
ímillum foreldrum.
Hann heldur, at ein góður
máti er at fáa foreldrini at
draga eina línu, tá ið tað kem
ur til náttarlív o.s.fr.
- Fyri tað um ein ungur
fortelur fyri foreldrunum, at
eitt av vinfólkunum sleppur
at vera seint uppi, er tað ikki
vist, at tað passar.
Íslendingar hava eisini
havt eina miðvísa herferð
ímóti royking og rúsdrekka
og so er forboðið fyri ung at
ganga úti seinni enn eitt vist
um næturnar.
Firouz Gaini sigur, at ein
orsøk til, at tað hevur eydn
ast at venda gongdini, er, at
teir hava tikið granskingina
til sín og hava miðvíst skipað
síni átøk eftir tí.
Sostatt eru bæði politiska
myndugleikan, bæði stað
bundnar myndugleikar og
landsmyndugleikar,
skúla
verk, almannaverk og onnur,
sum hava við ungdómsviður
skifti at gera, drignir upp í ar
beiðið.
- Tískil hava íslendingar
skipað eitt umfatandi sam
starv ímillum allar góðar
kreftir.
- Tað kann minna um
okkara SSP- samstarv, bara
nógv meiri umfatandi, har
eisini foreldrafeløg og felags
skapir av alkyns slagi eru við.
Eitt heilt serlig tiltak,
íslendingar hava sett í verk,
er, at tað er banna ungum
undir ávísan aldur at verða
úti eftir ávísa klokkutíðir um
kvøldið.
Firuz Gaini sigur, at hann
hevur skilt á íslendingum, at
hetta er ein skipan, tey slett
ikki eru so illa nøgd við.
Allar kreftir samstarva
fyri at venda gongdini
UNG Á VANDAKÓS Tað er eitt
samstarv ímillum allar kreftir,
sum hava vent gongdini og sum
hava fingið ungdómin í Íslandi
at roykja og drekka munandi
minni enn hann hevur gjørt
Hendan talvan vísir, hvussu nógv verri føroyskur ungdómur drekkur afturímóti ungdóminum í Íslandi
Og hendan talvan vísir, at hvat royking viðvíkur, er støðan í Føroyum ring aftur ímóti støðuni í Íslandi
Ein góður máti er at
fáa foreldrini at draga
eina línu