mikudagur 10. oktober 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Tað ber til at fara inn á
skúlarnar fyri at bøta um
støðuna, men tað veruliga
fyribyrjandi arbeiðið skal
gerast í heimunum, áðrenn
børnini fara í skúla.
Tað sigur Bjarta Vilhelm,
sum er stjóri fyri Gigni, nú
nýggja
føroyska-íslendska
kanningin vísur, at føroysk
ung bæði roykja og drekka
munandi meira enn javnaldr
arnir í Íslandi.
Gigni er sjálvstøðugur
stovnur
undir
Heilsu
málaráðnum,
sum
veitir
heilsufrøðiliga tænastu um
allar Føroyar. Umleið 30
heilsufrøðingar
kring
alt
landið eru knýttir at stovni
num, og teir ráðgeva og
stuðla
barnafamiljum
og
skúlabørnum.
Nýggja kanningin, sum
vit endurgeva her á síðunum,
vísur millum annað, at fimti
hvør drongur, sum er føddur í
1996, roykir dagliga, og meira
enn fjórðahvør genta í sama
aldri hevði verið full seinastu
30 dagarnar, tá ið kanningin
varð gjørd fyrr í ár.
- Tølini eru ógvuslig, og
tey vísa, at brúk er veruliga
fyri
einum
munagóðum
fyribyrgjandi arbeiði fyri at
venda gongdini, sigur Bjarta
Vilhelm.
Familjan avgerandi
Tað ber til at bøta um støðu
na við at gera átøk millum
tey ungu, men tað fyribyrgja
ndi arbeiðið, sum veruliga
munar, skal gerast í familju
num nógv fyrri.
- Upprunin til atferðina
hjá teimum ungu eru at finna
í barnaárunum í heimunum,
og tí er tað umráðandi, at
barnafamiljurnar
verða
stuðlaðar og ráðgivnar væl,
sigur Bjarta Vilhelm.
- Sambandið millum børn
og foreldur er avgerandi
fyri, um børn fara at roykja
og drekka tíðliga og nógv.
Familjurnar
skulu
verða
saman kensluliga og sosialt,
og eitt sunt og gott tilknýti
millum børn og foreldur
hevur
avgerandi
týdning
fyri, hvussu atferðin hjá
teimum ungu verður.
Styrkur
Hóast
fleiri
viðurskifti
kunnu spæla inn, so gevur
nýggja kanningina greiðar
ábendingar um, at heimini og
familjurnar ikki í nóg stóran
mun hava megnað at skapt
eitt sunt og gott umhvørvi
fyri tey ungu.
- Í Bretlandi hava tey
ásannað hendan trupulleika,
sum er komin á ráðharrastig.
Har hava tey raðfest fyri
byrgjandi arbeiðið í barna
familjunum og hava millum
annað
tvífaldað
talið
á
heilsufrøðingum, sum stuðla
og ráðgeva familjunum, sigur
Bjarta Vilhelm.
- Vit áttu eisini at hugsa
um hetta í Føroyum og styrkt
munandi um tað arbeiðið,
sum heilsufrøðingarnir gera
kring landið, tí tað kann
veruliga gera mun, sigur hon.
eydun@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Ung, sum lítið og onki eru
saman
við
foreldrunum,
roykja og drekka nógv verri
enn ung, sum eru nógv sam
an við foreldrunum.
Tað vísir nýggja føroyska,
íslendska kanningin um ung
dómsviðurskifti.
Kanningin vísir, at av
teimum
dreingjum,
sum
drekka, er tað meiri enn
ein fjórðingur, sum næstan
aldrin er saman við foreldru
num og bara átta prosent av
teimum, sum næstan altíð
eru saman við foreldrunum,
drekka.
Fyri genturnar eru støðan
enn týðiligari, tí heili 42% av
gentunum, sum drekka, siga,
at tey eru at kalla ongantíð
saman við foreldrunum.
Hinvegin
siga
10%
av teimum, at tey eru
næstan altíð saman við
foreldrunum.
Sama
skilið
er
við
roykingini, tí 12,5% av
dreingjunum í 9. og 10.
flokki, sum roykja dagliga,
siga, at teir eru so at siga
aldrin saman við foreldru
num og ein heilur fjórðingur
av gentunum, sum roykja,
siga tað sama.
Hinvegin
siga
4%
av
dreingjunum, sum roykja, at
teir eru saman við foreldru-
num meiri enn fýra ferðir um
vikuna og tað sama siga 3,5%
av gentunum.
- Tað vísir seg sum um
at føroyskar familjur duga
ikki so væl at samskifta og
at tað er torført hjá børnum
og foreldur at tosa saman um
ymisk viðurskifti, sum kans
ka vera mett at vera tabu-
evni, heldur Firouz Gaini.
- Tann parturin av kann
ingini, sum er lagdur fram,
er bara ein lítil partur. Tá ið
vit hava granskað úrslitið
meiri nágreiniliga, skilja vit
kanska hendan partin um
samskiftið ímillum børn og
foreldur betri.
Hinvegin hevur atferðin
hjá vinfólki eisini sera stóran
týdning fyri drykkju hjá
teimum ungu.
Meiri enn tveir triðingar
av dreingjum og gentum,
sum hava verið full seinasta
mánaðin, tá ið kanningin
varð gjørd, vísa á, at næstan
øll teirra vinfólk hava eisini
drukkið og helvtin sigur, at
nógv av teirr vinfólkum eisi
ni hava verið full.
Íslendska kanningin vísir
eisini, at tann atferðin, sum
í stóran mun elvir til mis
nýtslu, er rættiliga nógv
broytt seinastu 15 árini.
Børnini eru nógv meiri
saman
við
foreldrunum.
Foreldrini eru farin at fylgja
nógv betri við, hvat børnini
fáast við og nógv av teimum
ungu eru ikki longur so seint
úti um kvøldarnar.
Somuleiðis er nógv fleiri
farin at íðka ítrótt.
Tølini eru ógvuslig
FYRIBYRGING - Brúk er fyri munagóðum fyribyrgjandi arbeiði fyri at
venda gongdini, sigur Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni
Sambandið við foreldur
nógv at siga fyri misnýtslu
UNG Á VANDAKÓS Sambandið við foreldrini hevur stóran týdning fyri, hvussu illa ung drekka ella roykja
Hendan talvan vísir, hvussu stóran týdning, atferðin hjá vinfólki kann hava fyri rúsdrekkanýtslu hjá teimum ungu
Heili 42% av
gentunum, sum drekka,
siga, at tey eru at kalla
ongantíð saman við