Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast Grønland er stórt, er verkætlanin hjá Alcoa so stór, at hon liggur á borðinum hjá bæði politikarum, arbeiðsgevarum og tí vanliga fólkinum. Í Maniitsoq eru fólk sum vera man fegin um verkætlanina, sum tey vóna fer at geva býnum búskaparligan framburð. Varaborgarstjórin í Maniitsoq, Karl Lyberth, sigur við danska kringvarpið, at tað hevði verið púra burturvið av kommununi at sagt nei til eina verkætlan við so nógvum arbeiðsplássum. -Okkum tørvar okkurt nýtt, sigur hann. Alcoa hevur sagt, at ein fyritreyt fyri verkætlanini er, at felagið fær loyvi til at geva kinesarunum eina væl lægri løn enn ta lønina, sum er galdandi á tí grønlendska arbeiðsmarknaðinum. Málið hevur verið uppi og vent politiskt, og løgmálaráðið orðar nú tær neyðugu reglurnar, sum skulu loyva Alcoa at brúka eitt løgri lønarlag. Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um, at kinesarar í Grønlandi skulu fáa lægri løn enn onnur har. Millum annað hava einstakir danskir fólkatingspolitikarar sagt seg vera ímóti tí. Bordell til kinesararnar Tað eru nógvir mátar at vinna pening burtur úr einari so stórari verkætlan, og tað hevur vakt stóran ans, at ein hotellstjóri í Maniitsoq hevur nevnt møguleikan fyri at skipa eitt bordell til teir nógvu kinesararnar, sum koma til býin. Tær flestu viðmerkingarnar, sum eru at síggja á grønlendskum heimasíðum, eru alt annað enn jaligar ímóti hugskotinum hjá hotellstjóranum. Lagt til rættis: Árni Joensen Danir keypa nógvar bilar Arbeiða meiri fisk á landi Heldur Reinfeldt enn Löfven Danir keypa bilar sum næstan ongantíð fyrr, og stendur tann stóri keyps­hugurin við, fer bila­søla­n at nærkast meti. Tað eru privatfólk, sum keypa fleiri bilar, með­an vinnulívið keypir færri enn fyrr. Í september seldu tær donsku bilasølurnar næstan 14.000 persón­ bilar, og tað er oman fyri metsøluna í fjør. Tað eru serliga teir smáu bilarnir, sum hava áhuga, og hjá fleiri inn­ flytar­um eru teir smáu ­bilar­nir útseldir. Higartil í ár hava dan­ir keypt 128.493 bilar saman­borið við 127.230 um somu tíð í fjør. Sølan er sosoatt ikki vaksin nógv tað seinasta árið, men verður hugt at sølu­ ni tey seinastu árini, er myndin sera greið. Eitt nú seldu tær donsku bila­sølurnar 81.856 bilar í 2009. Ein støðugt størri partur av botnfiskinum, sum ís­ lendsk skip veiða, verður ar­beiddur uppi á landi. Í 2009 arbeiddu íslendingar 50 prosent av botnfiskinum á virkj­ um uppi á landi, men nýggj tøl hjá fiska­virkj­ u­num vísa, at í ár verða 65 prosent landað og arbeidd uppi á landi, og so stórur hevur hesin part­urin ikki verið tey sein­astu tíggju árini. Frá 2002 til 2009 minkaði tann parturin av botnfiskinum, sum bleiv arbeiddur uppi á landi, men síðani er gongd­in broytt. Í fjør blivu 64 prosent virkað á virkj­um, og tøl frá juli í ár vísa, at parturin er 65 pro­sent í ár. Tilsvarandi minni er hagreitt og fryst umborð á skipum. Hóast meininga­kann­ ing­ar í Svøríki vísa, at stjórnin hjá Fredrik Rein­feldt, for­sætis­ráð­ harra hevði fallið, um val var til Ríkisdagin nú, so hava sviar størri álit á forsætisráðharranum enn and­støðu­leiðara­ num, Stefan Löfven. Ein nýggj mei­n­inga­ kanning vísir, at 63,4 pro­sent av teimum spur­du halda Fredrik Reinfeldt vera betur egn­að­an til at standa á odda fyri einari stjórn enn Stefan Löfven. Bara 36,6 prosent halda tann sosialdemokratiska for­mannin vera bet­ ur egnaðan. Her vísir kanningin, at 23 pro­sent av teimum sosial­demo­ krat­isku veljarunum halda meiri av Reinfeldt sum stjórnarleiðara. Kanningin staðfestir, at Reinfeldt dregur frá Löfven í hesum høpi, tí í næstseinastu kanning fingu teir stuðul frá ávikavist 59,7 prosentum og 40,3 prosentum. 2.000 kinesarar til arbeiðis í Grønlandi Amerikanska fyritøkan Alcoa, sum er heimsins størsta aluminiumsfyritøka, ætlar at byggja eitt bræðingarvirki nærhendis Maniitsoq í Grønlandi. Verður ætlanin veruleiki, skulu 2.000 kinesarar arbeiða har Tær ringu royndirnar frá sein­asta vetri hava fingið norsku stjórnina at skjóta upp at játta 12,5 milliónir krón­ur næsta ár og somu upp­hædd í 2014 til at byggja eina veðurradarastøð á Helgelandsstrondini. Sam­ bært stjórnini fer ein veður­ rad­ara­støð har at geva betri og neyvari fráboðanir um veðrið, og av tí sama fer støð­in at bøta munandi um trygd­ina og tilbúgvingina í øki­num. Harafturat fær tann nýggja støðin stóran týdn­ing fyri skipaferðsluna og flogferðsluna fram við strond­ini. Tann nýggja veður­rad­ara­ støðin fer at kosta 25 millión­ ir krónur, og tað fer at taka tvey ár at byggja hana. Ódnin Berit, sum herjaði í no­vem­ber í fjør, gjørdi skaða í Noregi fyri 270 milliónir kró­n­ur, og aftan á henni komu Cato og Dagmar, sum eisini gjørdu stóran skaða í Nortdlandi og Lofoten. Norsk vísindafólk ávara um, at veturin, sum stendur fyri durum, kann eisini ger­ ast ein av teimum dýru. Tey vænta, at tann stóra ís­bræð­ ing­in kring Norðpólin fer at elva til meiri ella í hvussu er verri illveður. Norðmenn fyrireika seg til veturin Seinasta vetur gjørdi illveður skaða fyri 2,3 milliardir krónur í Noregi, men nú ætla norðmenn at fyrireika seg betur til vetrarhálvárið Illveðrið seinasta vetur elvdi millum annað til stóra flóð nógvastaðni, og tað gjørdi stóran skaða Mynd: NRK Í Maniitsoq vænta tey sær nógv av verkætlanini hjá Alcoa Mynd: KNR