Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var eftir ovastevnuna, 13. august, at Teistin varð tikin úr sigling til stóra umvæling. Hetta merkti, at Ternan varð sett í sigling millum Skopun og Gomlurætt, meðan Silja Star og Froyur skiftivís hava røkt Nólsoyarleiðina. - Arbeiðið er ógvuliga um­fat­andi. Motorarnir eru skift­ir, eins og tað elektriska eisini er nýtt. Talan er um talv­ur, transformarar, nýtt gene­rat­or­sett og nýggj stýri­ skip­an, sigur Jóhan Petur Abra­hamsen. Skipsinspektørurin hjá Strand­fara­skipum Landsins sig­ur, at tíðarætlanin higartil hev­ur hildið. - Skipið fór á beding sum æt­lað, og er komið av aftur sum ætlað. Nú verður so far­ ið at starta motor­ar­nar upp í dag og í morgin, sigur Jóhan Pet­ur Abra­ham­sen, sum Sosial­ur­in tosaði við í gjár. Hann leggur dent á, at tal­an er um stórarbeiði, og at tað er nógv, sum skal koyra sam­an, og áðrenn øll tann nýgg­ja útgerðin er startað upp ber illa til at siga, um alt koyr­ir sum tað skal. Loysa trupulleikarnar Umboð fyri verksmiðjuna, sum hevur latið motorarnar og umboð fyri teir, sum hava lat­ið nýggju stýriskipanina komu til Føroyar í gjár, og í dag kemur so umboð fyri Vol­vo til landið. - Tá so nógv nýtt skal koyr­ ast saman er sjálvandi okk­urt, sum kann kiksa. Men vit miða framvegis ímóti at seta Teistan í sigling frá morgunstundini 22. okto­ber, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Hann leggur tó dent á, at tað ber illa til at tryggja seg hundr­að prosent. - Tá tú hevur við skip og motorar at gera, veit tú ongan­ tíð. Men vit rokna við, at teir trupulleikarnir, sum vóru við Teistanum, eru loystir við hesari um­væl­ing­ini, sigur Jóhan Petur Abra­ham­sen. Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið lutfalsliga, ser­ liga tá hugsað verður um, hvussu umfatandi arbeiðið er. - Nú verða allar nýggjar skipan­ir royndarkoyrdar, og fyrr enn tað er fingið frá hond­ini ber ikki til at siga, um talan verður um seinkingar. Men vit vænta sum nevnt at verða lidnir til tíðina, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, skips­in­spekt­ ørur hjá Strandfaraskipum Landsins. Arbeiðið gongur eftir ætlan Vit miða framvegis ímóti at seta Teistan í sigling 22. oktober, men tað er nógv, sum skal koyra saman, tí talan er um eitt umfatandi arbeiði, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, skipsinspektørur hjá Strandferðsluni Jóhan Petur Abrahamsen, skipsinspektørur, hevur fylgt arbeiðinum, síðani Teistin fór á beding 13. august Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Tað var á einari stevnu í summ­ar, at ein kvinna í 50 áru­n­um í fyllskapi og – sum hon sjálv segði í rættinum – kanska hevði misskilt eina støðu, har maður hennara tos­aði við eina aðra kvinnu. Hetta fekk hana at fara yvir til tey bæði, taka í konuna og sláa hana í and­ l­itið. Og teirri ákæruni játt­ aði ákærda eisini. Í ákæruritinum stóð eisi­ ni, at órættaða fall á dyn­til­ in av slagnum, og harvið sló tenn­irn­ar so hart saman, at tað før­di til tannviðgerð og tannlæknarokning, sum órættaða vildi hava endur­ gjald fyri. Ákærda fer neyvan sjálv á reyvina at hesum, tí rokningin ljóðaði á 513 krón­ ur. Men ákærda kundi tó ikki minnast, at órættaða var dottin av slagnum, og tí kundi dómarin ikki góðtaka saki­na sum játtanarmál, tí eitt játtanarmál krevur, at játtan­in er í samsvari við ákæru­rit­ið. Tað harmaðust øll um, og hóast ákærda vildi góð­taka tað, sum stóð í ákæru­riti­ num, kundi dóm­ar­in fram­ vegis ikki góðtaka tað. Tí verður nýggjur rættar­ fundur ásettur, sakførari til­nevndur ákærdu og helst fleiri vitnir innkallað. Sum William Shake­ speare vildi sagt: Much Ado About Nothing! Fyllskapur og svartsjúka vandamiki blanding Tað kann vera óheppi, tá fyllskapur og svartsjúka verða blandað saman; tað mátti ein kvinna í 50 árunum sanna í Føroya Rætti í dag