mikudagur 10. oktober 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Vilmund Jacobsen
Mánadagin upplýsti Fiski
veiðieftirlitið, at samlaða
makrelveiðan í føroyskum
sjógvi higartil í ár er komin
upp á stívliga 113.000 tons.
Tá er veiðan hjá bæði
før oyskum og útlendskum
skipum
tikin
við.
Síðan
mána dagin eru helst nøkur
tons veidd aftrat, men talan
er neyvan um nógv túsund
tons hesar báðar seinastu
dag ar nar.
Hendan dagin, vit tosaðu
við Fiskiveiðieftirlitið, høvdu
føroysk skip fiskað tilsamans
98.700 tons, russisk skip 12.217
og íslendsk skip 2.273 tons
– ella umleið 113.200 tons til
samans.
Seinastu tíðina hava tvey
økir eystur móti markinum
verið bráðfeingisstongd fyri
veiði eftir makreli hjá skip
um, sum ikki hava silda kvotu.
Orsøkin er, at ov nógv íbland
ing hevur verið av sild.
Annað av hesum økjum
letur uppaftur hósdagin, hin
11. oktober – tað er í morgin
– og hitt hósdagin hin 18.
oktober.
Mánadagin
fingu
tey
stóru nótaskipini framvegis
makrel í økinum, sum liggur
eystur móti fiskimarkinum
til ESsjógv.
– Um hesa tíðina í fjør
var eingin makrelveiða í før
oyskum sjógvi, sigur Fiski
veiði eftirlitið.
Ymiskar orsøkir
Jacob Vestergaard, lands
stýris maður í fiski vinnu
málum, heldur, at ymiskar
orsøkir eru til, at føroyska
makrel kvotan í ár ikki er
upp fiskað.
– Vit høvdu nógva høg
ætt fyrra helming av ár
inum, sum ikki er hin besta
til makrelveiði, og vit hava
eisini
havt
nógva
uppí
bland ing av sild, sum hevur
gjørt tað trupult hjá øðrum
enn nóta skipum, sum eiga
sildakvotu, at fiska. Haraftrat
hava tey stóru skipini roynt
eina nýggja pumpuskipan,
og stórur dentur hevur verið
lagdur í dygd heldur enn
nøgd.
Landsstýrismaðurin held
ur ikki, at tað er ein so stórur
trupulleiki,
um
føroyska
makrelkvotan í ár ikki verður
upp fiskað.
– Hetta er faktiskt í lagi,
sum tað er. Sjálvandi hevði
tað verið ynskiligt, at øll
kvotan varð fiskað, men hin
vegin gevur veiðan í ár okk
um onnur kort á hondina.
Fyrsta lastin av makreli varð
land að longu í apríl, og nú vit
koma út í hálvan oktober, er
makrelur framvegis at fáa í
føroyskum sjógvi. Hetta sigur
okkum – og øðrum tjóðum –
at makrelurin stendur leingi
í føroyskum sjógvi, og tað í
sær sjálvum styrkir okkara
støðu um, at vit eiga okkara
náttúrliga og rímiliga part í
hesum tilfeingi.
Ófiskað verður flutt
Jacob Vestergaard sigur, at
okkurt árið vóru nógv túsund
tons, sum mótparturin hjá
Føroyum í samráðingunum
ikki hevði fiskað, fluttur til
árið eftir, og tað fara Føroyar
eisini at gera, um vit ikki
koma undir land við okkara
kvotu í ár.
– Nú vita vit ikki, hvussu
leingi aftrat, at makrelur
verður at fáa í føroyskum
sjógvi, og tað hevði sjálvandi
ver ið gott, um okkara skip
fingu nøkur túsund tons
aftrat. Men eingin ivi er um,
at tað, sum møguliga verð ur
ófiskað av føroysku heildar
kvotuni í ár, verður flutt til
næsta ár.
Landsstýrismaðurin held
ur, at so leingi, sum før oysku
skipini fáa makrel, er tað bara
positivt fyri okk ara sam ráð
ingar støðu, og sam ráð ingar
verða aftur millum stranda
londini um avtalu fyri 2013 í
London seinni í oktober.
– Um útlitini fyri møgu
ligari loysn av makreltrætuni
undir næstu samráðingum
er ógjørligt at siga nakað um
í løtuni, sigur Jacob Vester
gaard.
– Vit hava fingið eitt ítøkiligt
boð, men boðið er ov lágt,
sig ur
nevndarformaðurin,
Harry Benjaminsen
Nú Varðin Pelagic hevur
bygt stórt uppsjóvarvirki
á havna lagnum á Tvøroyri,
ligg ur
land ingar miðstøðin
eitt sind ur undarliga fyri
beint sunn an fyri stóra
virkið.
Harry
Benjaminsen,
nevnd ar formaður í land
ingar miðstøðini á Tvøroyri,
sigur,
at
Varðin
Pelagic,
sum ynskir at útbyggja sítt
virk semi, hevur givið eitt
boð upp á stóra bygningin,
ið hevur verið karmur um
land ingar miðstøð í eini 10 ár,
men nevnd in er ikki nøgd við
boðið.
– Vit hava latið uppsjóvar
virkið vita, at prísuppskotið
ikki er nøktandi, men vit
hava einki frætt aftur, sigur
hann.
Harry Benjaminsen sig ur,
at felagið hevur fing ið fleiri
fyrispurningar
um
land
ingar miðstøðina á Tvør oyri,
bæði úr Føroyum og út land
inum, men ætlanin er ikki
at selja uttan so, at boðið er
nøktandi.
Hann ásannar, at økta
makrelvirksemi er ein orsøkin
til, at minni virksemi hevur
verið á landingarmiðstøðini.
– Men, nú gongur makrel
vertíðin
móti
end anum,
og skip eru farin at fiska
upsa aftur. Tí vænta vit
økt virksemi á land ingar
mið støðini, sum heystið og
vet ur in líða, sigur Harry
Benjaminsen,
nevndar for
maður, við Sosialin.
Tá mest hevur verið at
gjørt á landingarmiðstøðini
á Tvøroyri, hava eini 15 fólk
verið til arbeiðis har.
Felagið, sum eigur land
ingar miðstøðina, hevur eisini
spurt seg fyri hjá Tvøroyrar
kommunu, um annað øki
til møguliga bygging av
nýggjari landingarmiðstøð,
um verandi bygningur verð
ur seldur.
vilmund@sosialurin.fo
Umhugsa at selja landingar
miðstøðina á Tvøroyri
Harry Benjaminsen er
nevndar formaður í land
ingar miðstøðini á Tvøroyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
– At føroysk skip landaðu fyrsti makrellastina longu
í apríl, og at fiskiskapur enn er í føroyskum sjógvi,
gevur okkum eisini kort í hondina, nú nýggjar sam
ráðingar verða í London um býtið av felags kvotuni,
sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Óveiddur makrelur
flytast til næsta ár
– Um vit ikki megna at fiska alla makrelkvotuna í ár, verður tað, ið liggur
ófiskað, flutt til næsta ár og verður soleiðis lagt aftrat kvotuni fyri
2013, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum