mikudagur 10. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin 1. oktober fylti
lærarin og sangarin Berghild
Poulsen seksti ár.
Henni vil eg fegin bera
eina føðingardagsheilsan.
Begga, sum vit øll nevna
hana, er úr góðum bergi
brotin norðan av Eiði. Pápin
Ásmundur Poulsen, kendur
sum frálíkur myndatakari,
dámdi væl at syngja, hann
hevði eisini sera gott mál, og
mammuna Esther lærdi eg
fyri meira enn seksti árum
síðan at kenna í sangarum
hvørvi - í sangkórinum Frøi,
sum pápi mín Hjalmar Hátún
stjórnaði. Góð minnir hava
vit frá teirri tíð, eitt nú tá vit á
útferð á Eiði eina sólskinsløtu
í túninum har sungu saman
við
eiðiskórinum,
meðan
pápi mín og eiðislærarin Jó
han Kallsoy skiftust um at
skipa fyri.
Ár eru eisini liðin, síðan
tað á fyrsta sinni sangliga
bar saman millum okkum
bæði Beggu. Men sum tað so
mangan hevur verið kastað
mær fyri, so var tann okkara
fyrsti fundur ikki so væleyd
naður: Til upptøkuroynd í
Havnarkórið skal hon hava
verið afturvíst. “Vit hava
ikki brúk fyri fleiri sopran
um”, skulu orðini hava verið.
Sjálvur kann eg bara siga, at
tá kann hon ikki hava latið
munnin upp, tí sangargáv
urnar hava altíð lýst og ljóm
að av henni.
Heppin vóru vit tí, at
Begga legði til á øðrum sinni,
tí markantari sangara hava
vit ikki havt í kórinum. Ikki
bert hevur hon verið berandi
í sopranbólkinum saman við
so mongum øðrum frálíkum
sangarum; men meira enn
nakar hevur hon verið álitið
til serstakar, krevjandi upp
gávur.
Vit
í
Havnarkórinum
kunnu tó ikki bera kannuna
av Beggu sum okkara burt
urav, heldur hevur hon sett
dám á í so mongum øðrum
kór-
og
tónlistarsaman
hangi, sum systir hennara
Kinna nevndi við navni í
blaðheilsan undan føðingar
degnum. Hennara sangúr
valsspektrum fevnir eisini
sera víða: frá barokkarium
í tónaverkum eftir Bach
og Händel, um tað wiener-
klassiska hjá Haydn og Mo
zart, inn í romantikkin við
Brahms og Schubert, fram
í 20. øld við Carl Orff, og tá
talan er um okkara samtíð
er serliga at nevna hennara
góða samarbeiði við heimligu
tónaskøldini Kára Bæk, Paula
í Sandagerði og Sunleif Ras
mussen.
Í fororðum á húsanum um
fløguna “Harmur og gleði”
lýsir Dánjal Hoydal Beggu
sum kanska ein dramatiskan
sopran. Jú, sum persóns
menska kann Begga tykj
ast dramatisk. Er hon ikki í
góðum skørum, ella er tað
okkurt, sum henni ikki hóvar,
kann hon hvessa frá sær, so at
veikar sálir kvøkka við. Men
aftan fyri tann løtuliga rísna
hamin vita vit, at góðlyndi
býr, har skellilátur í næstu
løtu loysir uppaftur mangt,
sum bráðar kenslur kunnu
hava elvt til. Og tað eru júst
sterkar kenslur saman við
framúr
góðum
tónlistar
gávum
og
kvalitetssansi,
sum hava eyðkent Beggusa
framførslur - helst innan
tað wienerklassiska og tað
romantiska.
Tað fall ikki Beggu í lut á
ungum árum at koma sær
út í heim til professionella
tónlistarútbúgving. Men so
væl hevur hon megnað at
taka til sín og fáa burturúr,
tá
úrmæltir
sanglærarar
sum serliga pollendingurin
André Orlowitz og íslendska
Ólöf Kollbrún Harðardóttir
hava vitjað hendanvegin,
at hon í stórverkum hevur
staðið seg væl millum tey
professionellu. Í seinasta
enda er tað jú íborna sang
arasálin, sum, tá nevndu
fortreytir eru til staðar, ber
upp til tað sublima. Hetta
hava vit mangan sannað við
Beggu, men kanska serliga
tá vit á sinni framførdu “Ein
deutsches Requiem” eftir
Johs. Brahms. Tann kenslu
borna og fulltónandi solo
framførslan hjá Beggu situr
okkum enn sum ein serstøk
løta millum mangar í minni.
Á konsertini hjá Havnar
kórinum í Samuelskirken
í Keypmannahavn nú her
í august, legði Begga aftur
rødd til hæddarpunktið, tá
hon sang Laudate Domine
eftir W.A. Mozart.
Ynski tær, Begga, enn rík
ár í einari musiskar tilveru.
Ólavur Hátún
Kvirt er í garði,
lívið er farið
um seinasta snarið,
- nú stilt er í lon.
Skeiðið er runnið,
lívsstríðið svunnið,
málið er vunnið,
- nú stilt er í lon.
Av varðum man kvinka,
av vitum man minka,
enn steinar tó rinka,
- nú stilt er í lon.
Løgd er hvør byrði,
rúmt tykkara gyrði,
øðrum til virði,
- nú stilt er í lon.
Tykkara lyndi,
jaleiki, yndi,
livir í fyndi,
- nú stilt er í lon.
Orð kunnu tagna,
minnini rakna,
tykkum vit sakna,
- nú stilt er í lon.
Nú detta í minni
teir dagar á sinni,
men orð ei eg finni,
- nú stilt er í lon.
Tit út eru borin,
hon undan fór vorðin,
hann sløkti motorin,
- nú stilt er í lon.
Spírar tó næla,
steinarnir tala
boðskapin sæla,
- nú stilt er í lon.
Hann stríddist um vágir,
hon bar sínar náðir,
við lívsvatnsins áir
- nú hvíli í frið!
»Dreingirnir hjá mær«
Jóhan Petersen, Glyvrar
Kajfinn Hammer, Kollafirði
Til minnis um
Aðalbjørg og Sigurð
Joensen
Oyndarfirði
04.12.1922-05.07.2010 (87 ár)
30.05.1920-28.09.2012 (92 ár)
Berghild Poulsen seksti ár
Tøkk
Eg takki øllum, sum stukku inn á gólvið, ringdu
og á annan hátt gjørdu mær 90 ára dagin 30.
august bæði spennandi og hugnaligan.
Við kvøðu
Petra Arge
Tinghúsvegi 59
Í dag fyllir Jórun Klakstein
í Klaksvík 70 ár. Jórun er
ættað úr Fuglafirði, men
hevur búð í Klaksvík í 50 ár.
Foreldrini vóru Margretha og
Esmar Simonsen. Margretha
var ættað frá Vatnsoyrum og
Esmar av Kirkju. Jórun hevur
tríggjar yngri beiggjar –
Martin, Tróndur og Mourits.
Sum ung var Jórun niðri
í Keypmannahavn, har hon
arbeiddi á Hotel Hebron eina
tíð. Í 1962 fór hon til Klaks
víkar at arbeiða í handlinum
hjá Dorus Hvidbro í Vík
unum. Í Klaksvík hitti hon
Steinmund Klakstein, ætt
aður úr Vági í Klaksvík, og
tey giftust í 1963. Í 1968 bygdu
tey hús á Stongunum – á
Skáltavegnum - og har búgva
tey enn. Fyrstu nógvu árini
var Jórun heimagangandi
við fýra synum, sum vóru
føddir í árunum frá 1964
til 1976. Synirnir eru: Heini
(1964), Esmar (1968), Eyðun
(1972) og Bárður (1976). Tríggir
teir elstu búgva við familju í
Klaksvík, meðan Bárður er
búsitandi við familju í Es
bjerg.
Miðskeiðis í 1980’unum
byrjaði Jórun sum dagrøktari,
og hetta starv røkti hon til
fyri einum hálvum ári síðani,
tá ið hon gavst. Tá hevði hon
verið dagrøktari í 27 ár og
hevði havt umleið 70 børn í
dagrøkt.
Jórun Klakstein 70 ár