mikudagur 10. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Suðurstreymoy er mið
depil landsins. Aldar
gamal siður er at fólk av
bygd, koma til Havnar
á ting og samstundis
fáa avgreitt síni ørindi
hjá tí almenna.
Hóast
nýggja tøkni er Havnin
framvegis
miðdepil
landsins, og tað er enn
sum áður sjálvsagt, at
umsiting landsins og
allar hægri útbúgvingar
liggja í høvuðstaðnum.
Hesir stovnar styrkja
hvør
um
annan
og
synergiágóðin av hesum,
ger tað munin lættari
at fáa væl útbúgvin
fólk.
Her hevur tó sein
astu árini verið ein mið
vísur ágangur frá lands
stýrisfólkum av bygd.
Tey toga umsiting og
skúlar til síni økið, og fáa
harvið tær eyka skatta
inntøkunar til heimbygd
sína, umframt nakrar at
kvøður í gamla valdøm
inum. Sum oftast verður
hetta gjørt á miðari nátt
og uttan nakra sakliga
viðgerð og atlit til heild
ina.
Tí má okkara býráð
nú sanna orðatakið ”ofta
býr fals undir fríðum
skinni”. Landstýrisfólk
av bygd hava sum heild
enn ikki víst í verki, at tey
eru landstýrisfólk fyri
annað enn tað valdømi
tey upprunaliga koma
frá. Hetta er beinleiðis í
andsøgn við tankan um
eitt valdømi, og vísir tað
seg tíverri, at løgtings-
og landsstýrisfólk við
heimstaði
í
Suður
streymoy einki fáa gjørt
við hetta. Tí má Tórs
havnar kommuna nú
verja borg og royna at
varðveita hesi arbeiðs og
útbúgvingarpláss. Hetta
skal gerast, bæði við
at ávirka løgtingsfólk,
men eisini við at gera
umstøður og karmar
hjá hesum stovnum so
góðar sum til ber - hetta
soleiðis, at vit kunna
varðveita hesar stovnar
har teir hoyra heima, í
høvuðsstaði
landsins,
Tórshavn.
Vil tú sum eg verja
borg, varðveita umsiting
og økja um útbúgvingar
tilboð í suðurstreymoy,
so er valið lætt tá kross
urin skal setast 13. no
vember.
Ofta býr fals
undir fríðum
skinni
kommunuval 2012
Brandur í Dali
valevni hjá Tjóðveldi til
býráðsval í Tórshavn
Ógvusligt høgrarák skapar
ikki tolsemi millum menniskju
Andrea Heindriksdóttir
listi E
Vit eru í løtuni vitnið til, at
ógvusligt høgrarák er, sum
førir við sær at avmarkingar
verða raðfestar heldur enn
avbjóðingar. Hóast óteljandi
fakligar áheitanir verða born
ar fram, sum bera á annað
borð, verður ikki lurtað.
Hótt verður við brúkara
gjøldum samstundis, sum
dyrgt verður við barnakekki
o.s.fr
Eingin samanhangur er í
tí, sum verður sagt og gjørt, og
hettar ørkymlar borgararnar
og skapar ótryggleika í øllum
samfelagnum
Eisini
kommunurnar
merkja høgrarákið, og vit
kunnu bara ímynda okkum,
hvat hendir, um hettar rákið
eisini fær fastatøkur á førda
politikkin
í
Tórshavnar
Kommunu.
Eitt samfelag hevur brúk
fyri øllum og sjálvandi eisini
fyri ymiskleikanum. Júst
í ymiskleikanum er fram
burður, og tí eiga vit at skipa
okkum soleiðis, at øll uttan
mun til, hvussu vit síggja
út, hvørja trúgv vit hava,
hvørjum vit liva saman við,
ella hvussu stórur penga
pungurin er, øll hava somu
rættindi til samfelagið og tær
tænastur, samfelagið hevur
at bjóða.
Tað er óðamannaverk at
fara at seta brúkaragjøld
á t.d. sjúkraviðgerð. Tað er
lætt at vera fyri slíkum, tá ið
pengar eru til taks. Men tað
er nú einaferð soleiðis, at tað
eru fleiri í okkara samfelag,
sum ikki hava góðu ráðini.
Tað vísir seg sum, at hettar
er ringt at fata hjá teimum,
ið ætlað slíkan politikk. Tey
hava rætt og slætt ilt við at
seta seg í ta støðu, sum fleiri
av okkara medmenniskju
eru í.
Øll kunnu koma í eina
støðu, har brúk er fyri hjálp,
og tá er gott at vita sær, at
hjálp er at heinta.
Nei, í staðin fyri at spjaða
borgarar og samfelagið alt,
eiga vit at hjúkla um sam
haldsfasta samfelagið, har
vit lyfta í felag og bera byrðar
hvør hjá øðrum.
Vit gjalda øll skatt. Tað,
sum kemur inn við skattinum
fer til tær vælferðartænastur,
sum vit øll hava tørv á og
kunnu
brúka
á
jøvnum
føti. Skattainntøkan verður
eisini brúkt til at gera íløgur,
sum tryggja neyðug átøk til
framburð.
Í býráðsarbeiði er sjálv
andi altíð neyðugt at fáa
mest møguligt burtur úr
hvørji einastu krónu, so
skattaprosentið ikki verður
óneyðuga høgt. Við miðvísum
og framskygdum arbeiði ber
eisini á mál við hesum.
Tjóðveldi hevur samhald
festi sum aðalmál, og mín
vón er, at vit ikki forførast
av ógvusliga høgrarákinum,
sum einans vil skattin niður
og brúkaragjald á vælferðar
tænastur. Tí so verður endin,
at bert tey vælbjargaðu er lív
lagað her á landi, og tað má
ikki henda – tað er avgjørt
brúk fyri okkum øllum soml
um!
Býarbókasavnið, ljóðbøkur til
lesiveik, sjónveik og orðblind
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur og valevni á lista E
Býarbókasavnið er vorðið
dagført við nøkrum harðliga
tiltrongdum ábótum, sum
liftu, lesistovu og avgreiðslu á
veghædd. Smáar broytingar
kunnu gera undurverk. Men
enn er langt ífrá, at Býarbóka
savnið hevur teir karmar og
pláss, sum borgarin krevur
av einum nútíðar bókasavni.
Ljóðbøkur hava alstóran
týdning fyri lesiveik, sjón
veik, orðblind og blind. Hjá
gomlum, har sjónin er viknað,
og vanligur lesnaður tí ikki
er ein nýtiligur møguleiki
longur, kunnu ljóðbøkurnar
vera til stóra gleði og gagn.
Fleiri børn hava ringt
við at lesa, at skilja ella at
síggja prentaða orðið. Lesing
einsamøll, er tí ikki loysnin
hjá øllum, og at lurta eftir
góðum,
áhugaverdum
og
mennandi upplestri kann
tí gera stóran mun. Úrslitið
kann broyta lívið og kunnu
ljóðbøkur vera við til at skapa
sjálvsálit og sjálvstøðuga og
fakliga lukku.
Nútíðar samfelagið byggir
á munagóðar lesiførleikar
hjá tí einstaka. Og alt sam
skifti og allir hentleikar
krevja ávísan førleika í bæði
lesing og skriving. Tí er sera
umráðandi, at tilboðið á
Býarbókasavninum, ið kann
dugna fólki við ymsum lesi
trupulleikum at halda seg
til, og soleiðis at nýta gott
av bæði fagurbókmentum
og yrkisbókmentum á ein
alternativan hátt er á einum
dagførdum støði. Tað skal
verða áhugavert og stimbr
andi fyri hesi fólk at koma á
Býarbókasavnið.
Ynskiligt er, at úrvalið
av ljóðbókum á Býarbóka
savninum var nógv meira
umfatandi og størri í vavi,
og at fleiri bøkur vórður
innlisnar um árið. Hesum
arbeiði stendur Ljóðbóka
nevndin
fyri,
og
stórur
partur av arbeiði teirra bygg
ir á sjálvboðið arbeiði og frá
eldsálum, ið dríva verkið.
Men hesum kann ein ikki
dúva uppá í longdini, og tí
skal kommunan stuðla hes
um arbeiði.
Tórshavnar kvøld og ung
dómsskúli hevur í samstarvi
við Arbeiðsloysisskipanina
tikið stig til undirvísing fyri
orðblind, og kunnu longu nú
vísa á fleiri sólskinssøgur. At
møta sínum javnlíkum, at fáa
viðurkenning og møguleika
fyri
menning,
hevur
so
ómetaliga stóran týdning,
ikki bara fyri lívsgóðskuna
hjá tí einstaka, men fyri sam
felagið í síni heild.
Tað eru alt ov fá, ið geva
sær far um, hvussu stóran
týdning ljóðbókin hevur hjá
sjón- og lesiveikum fólki í
øllum aldri. Mítt stevnumið
er tí, at ljóðbókaframleiðslan
og Býarbókasavnið skulu
stuðlast meira.
Gjald fyri
valgreinar
Vit taka gjald fyri valgreinar
í sambandi kommunuvalið.
Valgreinar eru greinar frá
valevnum og greinar, sum
blaðstjórnin metir sum valgreinar.
Kostnaðurin er í lutfallinum
1.000 kr fyri fjórðingssíðu.