Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Kollafjørður skal hava umboð í Tórshavnar Býráð Ólavur Olsen valevni á listanum hjá Framsókn. Um tað var røtt avgerð fyri Kollafjørð at leggja saman við Tórshavnar Kommunu í januar 2001 skal eg ikki taka støðu til, men at Tórshavnar Kommuna síðani hevur givið Kollafjørð og útjaðaranum í kommununi sera niðarliga rað­festing, er mær púra greitt. 12 ár eru liðin síðan saman­ leggingina, og sum tilflytari úr Havnini til Kollafjarðar er lætt at síggja, at hesin partur av kommununi als ikki fær røttu raðfestingina. Persónliga undrar tað meg, at kollfirðingar ikki hava ”brokka” seg meira tí hvat hevur kommunan staðið fyri í Kollafirði annað enn mest átrokandi ábøturnar? Mong hava lyftini verið frá fólkavaldu býráðslimum okkara. Kollafjørður skuldi raðfestast og dagførast og lyftini bóru boð um betri umstøður og trivna til økið. Sum heild vóru broytingar eru á veg fyri Kollafjørð. Í dag má staðfestast, at vallyftini í stóran mun hava verið tóm orð. Tórshavnar Kommuna hevur onga heildarætlan fyri Kollafjørð og tað er ikki rætt, at hesin partur av komm­ ununi verður gloymdur ár eftir ár. Kollfirðingar gjalda kommunuskatt í kassan hjá Tórshavnar Kommunu og hava tí krav á sama tæn­ astustøði sum tey, ið búgva í Havnini. Í løtuni eru Koll­ firðingar ikki javnbjóðis borg­ arar í Tórshavnar Komm­ unu. Nú má vera nokk. Nú skulu kollfirðingar hava eitt umboð í Tórshavnar Býráð. Tað er einasti máti at vóna framgongd fyri økið. Eg fari at bjóða meg fram sum valevni til kommunu­ valið á listanum hjá Fram­ sókn. Verið eg valdur, fari eg at arbeiða fyri at seta Kolla­ fjørð á býar kortið, men eg ætli mær ikki at bjóða gull og grønar skógir. Heldur fari eg at vera ítøkiligur og taka støði í ítøkiligum ábótum, ið skulu gerast í Kollafjarðar økinum. Um eg verið valdur í bý­ ráðið fari eg at arbeiða fyri: • at ung í Kollafirði skulu hava nógv fleiri møgu­ leikar í nærum­hvørvinum við m.a. ungdómsstaði. • at heildarloysn til barna­ ansingina verður gjørd og nýggjur stovnur verður gjørdur til endamálið. • at grundstykki aftur verða útgrivin og gjørd byggi­klár í Kollafirði. • at títtleikin á bussleiðini millum Havnina og Kolla­ fjørð verður mun­andi betraður. Eisini leygar­ dag. • at gamli bygdarvegurin í Kollafirði og á Signabø verður betraður. Fyri ikki at troytta við ov longum greinum, fari eg at við­gera málini meira ná- greini­liga í komandi greinum. Mál, ið sitandi býráð ikki rakk, hóast tað var partur val­stríðnum. Mín vón og ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið, tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst at seta Koll­a­fjørð á býarkortið. ­ Men hvussu eru so lík­ indini hjá hesum fólk­ um sum skulu liva av akstur­vinnuni? Tað eru umleið 30 fólk sum burt­ur­av liva av at koyra taxabil. Loyvi til at koyra taxabil fær tú frá Bý­ráð­num eftir ávísum treytum. Tað hevur av og á ljóðað at henda vinna skal liberali­serast so at einhvør uttan størri hóvasták kann fara at koyra taxabil. Hetta haldi eg er skeivt, vit skulu hava avmarkað tal av loyvum so frægasta úr­tøkan kann fáast til loyvishavararnar og vinnan verður hild­in á einum høgum tænastu­ støði Vit hava ókeypis buss­ar í Havn og tað hava nógv stóra gleði av. Men hesir ókeypis bussar viðføra eisini eina ótilætlaða kapping hjá okkara taxabilum ! Tá stóru ferðamannaskipini koma á Havnina er Kunn­ingarstovan skjót at siga hesum fremm­ andu fólkum frá at buss­ ar okkara eru ókeyp­is hjá teimum at nýta. Hetta hevur viðført, at teir mongu og kær­ komnu túrarnar sum okk­ara taxa­bilar td., høvdu til Kirkju­bøar við ferða­fólkum eru burtur­ dottnir. Eg haldi ikki at hesir dollars turistar skulu koyra ókeypis ! Airport-shuttle ser­ vice sum taxabilarnar fóru undir fyri nøkr­um árum síðani er eitt sera gott tiltak og við væl­ nøgdum viðskifta­fólk­ um. Men eisini her er ólíka kapping: Strand­ ferðslan hevur buss standandi til hvørja komu á flog­vøll­in­um. Buss­arnir eru út­lici­ter­ aðir og hevur tað onki at siga fyri licence­takaran um lítið og onki ferða­ fólk fer við bussin­um. Eg haldi at taxa­bilarnar burturav skuldu átt henda flutning til og frá flogvøllinum, hetta er ikki longur eitt øki hjá Strandfaraskipum Landsins at røkja, latið privatu vinnuna eiga henda flutning, so verð­ ur hon best rikin ! Komi eg í Býráðið vil eg arbeiða fyri at okkara taxabilavinna fær optimalar umstøð­ ur at virka undir, bei­n­ an­vegin. Taxakoyring í Havn Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldinum Parkeringshús byggjast á Vaglinum Leivur Thomsen valevni fyri Tjóðveldi Løgtingið hevur nú sam­an við Tórshavnar Komm­unu samtykt at byggja par­kerings­ hús á Vaglinum. Orsøkin til hetta er, at bæði løgtingsfólk og býráðsfólk vilja hava betri arbeiðsumstøður - tey hava ov langt at ganga til arbeiðis, sum er - og nú, tá ið nú Vaglið kortini ikki verður brúkt til nakað serligt, er hetta jú eyð­ sæð, verður sagt. Nei tvætl, hetta er sjálv­ andi ikki rætt! Men tað kundi verið syrgiliga avleiðingin, um vit ikki ansa nóg væl eftir okkara býi. Ófullfíggjað, sum tað hev­ ur ligið í eitt manna­minni, er Vaglið bæði okk­ara ráð­ húspláss og okk­ara ting­hús­ pláss. Tað er ein vitnisburður um, at býarskipanararbeiðið í Tórshavnar Kommunu ikki hevur riggað, at man ikki hev­ur gjørt sær greitt, hvat býar­plássini skulu brúkast til - og tað hevur gjørt Vagl­ ið til okkara alra ringu sam­ vitsku. Harumframt er Vaglið eitt hitt mest misskilta ferðslu­vegamótið í Føroyum við 4 koyribreytum hvør í sína ætt - og frá kioskini hjá Astu og 50 metrar oman til Gamla Bókhandil, 4 breytum lið um lið. Kortini halda vit fast um at brúka Vaglið sum tjóðarinnar savningarstað til høgtíðir sum ólavsøku, flaggdag og 1. mei. Hetta kunnu og mugu vit gera bet­ ur! Møguleikin at gera Vaglið til nakað av tí allar vakrasta er mestur til staðar. Hetta býarinnar høvuðstorg skuldi sjálvandi havt nakað væl meiri tign, enn tað hevur í verandi líki - tí tað er her, maktin í landinum er savnað. Við løgtingshúsunum, bý­ ráðs­húsunum og annars vakra, Gamla Bókhandli rund­an um kunnu vit skapa eitt heilt serligt býartorg og býar­rúm, vit kunnu vera errin av - og hvørs líka ongin annar høvuðsstaður hevur at bjóða. Við at lata okkara kæru, saknaðu Havnará koma undir ljós aftur, fer hetta stað mest sannlíkt at verða eitt hitt vakrasta og mest vitjaða torgið í landinum. Rennandi vatn við fiskum í er lokkandi, bæði hjá børn­um og vaksnum. Og verður áin kanska prýdd við onkrum listarverki við glitrandi ljósspæli og vakrir flísar lagdir á torgið fyri at savna stáðið, ja, so kann Vaglið beinleiðis gerast eitt minniligt býarrúm bæði hjá landsfólki og ferðafólki. Verði eg valdur í Býráðið, er hetta nakað av tí fyrsta, eg ætli mær at skjóta upp í hátt virda býráðssalinum. Og fyri at venda aftur til spurningin um par­kerings­ viðurskifti, so er hesin enn óloystur. Meiri um hetta seinni Tað er hugaligt og gott at tú alt samdøgrið kann ringja um tær tørvar ein taxa.Vit hava eina góða og vælvirkandi taxaservice í Havn