mikudagur 10. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað hevur leingi ligið
í kortunum at byggja
eina ítróttarhøll aftrat
til innandura bóltspæl í
Tórshavnar kommunu.
Tørvurin er eyðsýndur,
og hann er ikki minkaður
hesi árini, arbeitt hevur
verið við ætlanum um
eina ítróttarhøll vesturi
í býnum.
Umstøðurnar
hjá
Neistanum, Kyndli, H71,
ÍA og Fleyr eru ikki nøkt
andi. Í roynd og veru eru
tær verandi hallirnar í
Gundadali og í Hoyvík so
nógv upptiknar av ítrótti
og øðrum virksemi í dag,
at tørvur er á tveimum
slíkum hallum aftrat.
Sum er eru ikki nóg
góðar umstøður til dygga
venjing og til at øll, sum
vilja vera við, sleppa
framat. Hetta er galdandi
fyri ein stóran skara av
børnum, ungdómum og
vaksnum.
Leingi hava ætlanir
verið um at byggja eina
nýggja høll úti á Fløtum.
Landafrøðiliga er tað í
fínasta lagi at fáa eina
ítróttarhøll
vestantil
í býnum, men í løtuni
tykist hendan ætlanin
at vera steðgað upp í tí
líki, sum hon var ætlað.
Tørvurin er tó ikki
vorðin minni. Besti mát
in er óivað, at komm
unan tekur um endan,
tí royndirnar vísa, at
sjálvboðin ítróttafeløg í
longdini ikki orka eina
slíka byrðu. Samstundis
verður tað eitt skilagott
nýbrot at fara vestur
eftir við eini høll.
Men tørvurin á meiri
plássi
til
innandura
ítrótt longur heimi er
eisini stórur. Tí eiga
vit samstundis at seta
út í kortið í næstum at
byggja eina venjingarhøll
aftrat í Gundadali ella
har um vegir.
Ikki fyrrenn hon eis
ini er komin, kunna vit
meta okkum so dánt at
lúka tann tørv, sum er á
møguleikum fyri innan
dura bóltspæli og øðrum
slíkum
rørslumøgu
leikum
í
Tórshavnar
kommunu. Og tá hava
vit ikki til fulnar loyst
allar hølistrupulleikar
hjá fleiri smærri ítrótta-
greinum.
Tvær
ítróttar
hallir aftrat
kommunuval 2012
Jógvan Arge
býráðslimur og
valevni á Lista E
Demensøkið
Sigrún Mohr
valevni á lista C
Tórshavnar kommunu hevur
seinastu árini víðkað og økt
tilboð av ymiskum slagi til
fólk
við
demenssjúkum.
Men hugsa vit um, hvussu
nógv fólk eru og verða rakt
av hesum sjúkum, og at hesin
bólkur við vissu fer at veksa
í framtíðini, er langt á mál
enn.
Eitt nú er stórur tørvur
á umlættingarplássum við
serligum atliti til fólk við
demensi. Sum støðan er í
dag, eru hesi fólk á røktar- og
umlættingarheimum saman
við øðrum eldri fólki, og tað
er ikki eitt nøktandi tilboð
fyri nakran teirra.
Tí mugu vit virka fyri at
fáa eindir, har starvsfólkið
hevur
serkunnleika
um
demens, og fysisku karmar
nir eru gjørdir eftir tørvinum
hjá teim minnisveiku, so
leiðis sum mælt verður til í
álitinum: “Gloymsk, men ikki
gloymd”.
Grundin undir hørðu virð
unum eru bleytu virðini.
Verði eg vald tann 13.
novembur, er hetta eitt av
málunum, eg fari at virka
fyri.
Kommunurnar hava ráð at
taka ímóti eldraøkinum
Hensia Einarsson
valevni á lista E
Eg eiti Hensia Einarsson
og havi mítt dagliga arbeiði
á Tjarnargarði, har eg eri
leiðari. Í mínum starvi komi
eg sjálvandi serliga í sam
band við teir eldru borgar-
nir í kommununi og havi tí
gott innlit í, hvat rørir seg
har. Tí stilli eg upp til komm
unuvalið, tí eg haldi, eg kann
gera ein mun.
Eg havi verið á Tjarnar
garði, síðani tað lat upp í
2004 og tá var støðan sera
vánalig her í kommununi við
røktarheimsplássum og eg
var dagliga uppringd av fólki,
sum vóru í dýrastu neyð, tí
tey høvdu gomul foreldur,
sum høvdu alstóran tørv á
røkt alt samdøgrið. Tað gekk
út yvir arbeiði og familjulív
hjá teimum, sum vóru um tey
gomlu.
Nú er støðan tíbetur betri.
Tjarnargarður vaks við 24
røktarheimsplássum í 2007
og nú komandi fer Boðanes
heimið at lata upp og har eru
64 pláss til røktarkrevjandi
gomul. So er tann tørvurin
dekkaður vónandi nógv ár
fram í tíðina.
Harumframt hevur Tórs
havnar Kommuna/Heilræði
tilboð til fólk í aldrinum 60+
um fyribyrgjandi venjingar.
Tey skipa eisini fyri serligum
bólkavenjingum til bólkar
við serligum tørvi orsaka
av kroniskari sjúku, soleiðis
at tey eisini kunnu læra av
hvørjum øðrum og hava
nakað sosialt saman eisini.
Hetta riggar serstakliga væl
og skulu tey hava rós fyri
tað.
Á Lágargarði eru eisini
tilboð um venjingar til eldri
heimabúgvandi
fólk
við
kroniskari sjúku ella ellis
breki. Har er eisini dagtilboð
til eldri heimabúgvandi fólk,
sum hava tørv á at koma
út millum onnur og vera
stimbraði bæði andaliga og
handaliga.
Tvey dagtilboð eru til
heimabúgvandi fólk, sum
hava
eina
demenssjúku.
Tey eru Stjørnulon, sum er
undir Almannaverkinum og
Tjarnarlon á Tjarnargarði.
Her verða tey stimbraði sol
eiðis, at tey klára at búgva
heima longri og tey, sum eru
um tey, verða avlastaði. Hetta
ger eisini, at tey varðveita
sínar førleikar longri.
Vit hoyra dagliga frá fólki,
sum hava brúk fyri umlætting
her og nú. Tí tey hava fingið
okkurt bakkast, sum ger, at
tørvur er á umlætting í eitt
ávíst tíðarskeið, til støðan
verður normal aftur. Hetta
eigur at bera til, um vit skipa
okkum betri í kommununi á
teimum ymisku stovnunum
og hevði verið ein stór hjálp
hjá borgarum og avvarðandi,
sum eru komin í eina ringa
støðu knappliga.
Nú Boðanesheimið letur
upp, verður eisini møgu
leikar fyri venjingum har hjá
heimabúgvandi pensionist
um. So tilboðine eru mong
og fjølbroytt til pensionistar
í kommuni. Og tá havi eg
ikki nevnt Tilhaldið, sum er
ein perla í býnum fyri teir
pensionistar, sum eru væl
fyri við stórum yvirskoti og
tey eru tíbetur mong.
Sjálv haldi eg, at tað haltar
við samskipanini av teim
ymisku tilboðum til eldru
borgarnar,sum veruliga eru
í kommununi. Har átti at
veri ein betri samskipan av
økinum í umsitingini. Í løtuni
liggur tað undir sosialu deild
og tey gera eyðvita sítt til at
samskipa eldraøki, men har
er so nógv annað, sum tey
skulu taka sær av. Eldraøki
skuldi
ikki
hoyrt
undir
sosialu deild, tað skuldi veri
eitt øki fyri seg.
So kann mann siga, at tað
stendur rímiliga væl til við
tilboðum til okkara eldru
medborgarar. Hóast tað, so
siga tey flestu í hesum bólk
inum, at tey høvdu ynskt,
at tað var møguligt at flyta
í okkurt minni, sum var
lættari at halda viðlíka. Tey
flestu sita í stórum húsum
og tørvurin á plássið er ikki
tann sami, tá børnini eru
flutt og hava fingið sítt egna.
Tað átti at veri ein møguleiki
at flutt til okkurt minni, sum
er meira yvirkomiligt bæði
í prísi og viðlíkahaldi. Tað
átti eisini at veri møguligt at
kunna flutt til okkurt minni
í vardum umhvørvi, tá mann
hevur tørv á nakað av hjálp,
ella ikki er væl gongdur
og klárar ikki trappur t. d.
Í løtuni er onki at velja í
harímillumí.
Núverandi samgonga hev
ur samtykt, at eldraøkið skal
út til kommunurnar í 2014.
Er Kommunan klár at taka
ímóti tí? Hvussu er viljin at
taka øki út til kommunurnar?
Eg má viðganga, at vit hoyra
ikki nógv um hetta í almenna
rúninum. Vit hoyra meir um
kekkar, sum skulu deilast út
til fótbóltin og barnafamiljur.
Tá vit hava ráð til tað, hava
vit eisini ráð til at taka ímóti
eldraøkinum, so teir borgarar
sum hetta øki varðar av, eru
líkastillaðir við aðrar borg
arar í kommununi Tað er
ikki virðiligt at hoyra undir
aðrari skipan undir landinum
bara tí eitt ávíst tal stendur á
dóps- ella navnabrævinum.
Hetta vil eg vera við til at
arbeiða fyri, um eg veri vald
í Kommununa.