mikudagur 10. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Aftur í ár 2012 verða vit
noydd at ásanna ein
vetur við PÍKUM, og
umhvørvis dálking sum
aftur
henda
veturin
kemur at kosta
Landinum einar 25
milliónir kr, bara her í
Tórshavn ca 8 – 10 milli
ónir kr.
Hugsaði um Agenda
21, sum nú fær fiskifør at
samla burturkast upp úr
havinum ? ja eg meini
tað, Meðan á Landi
kanst tú dálka fyri milli
óna upphæddir, hvar er
Umhvørvisstovan ?
Síggi dag og dagliga
pedagogar ganga túr við
SMÁBØRNUM,
runt
í Havnini, og EINGIN
sum brúkar PÍKAR gev
ur hesum børnum ein
tanka.
Um 5 dagar verða
hesi børn drukna av
PÍKADALKING,
sum
oyðileggur andaleiðina
og lungur? EINGIN GER
VART VIÐ HETTA, sera
løgið.
Havnin hevur veri
rein og pen í Summmar,
men her endar øll gleðin
við at hava ein reinan
HØVUSSTAÐ, Hvar eru
politikararnir ???
Nú er kommunuval,
og eingin tosar um dálk
andi píkarnar, er tað
kanska so, at teir eru
líkasælir? ella eru teir
bangnir fyri at traðka
onkran á tærnar? Ja
atkvøðurnar eru dýrar,
so lættast er at gloyma
PÍKADÁLKINGINA og
umhvørvið.
Enn einaferð fari eg
at minna bilførarar á,
at koyrur tú 80 km um
tíman við PÍKUM, hevur
tú bert 20% av gummi á
asfaltinum !!!
Vónandi fara upp
aftur fleiri at koyra uttan
PÍKAR í ár, og hugsa, at
ikki verða ein av teimum
sum dálka umhvørvið
og fólk sum eru úti til
gongu ella renna, sum er
vorðið eitt gott átak, og
tey ið súkka, hesi fólkini
eru í trórun útsett fyri
PÍKADÁLKING.
So enn einaferð, tit
PÍKANÝTARAR, hugsið
tykkum um.
Um ikki annað, so
hugsi um BØRNINI sum
tit nú í 180 dagar DÁLKA
DAG OG DAGLIGA, hetta
kann ikki verða rætt.
5 dagar til
PÍKAR og
massiva
umhvørvis
dálking
Petur Hermansen
Spara okkum fátækari
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna
Eitt orðafelli sigur, at ein
kann spara seg eftir reyv.
Hetta merkir, at ein kann
spara á ein tílíkan hátt, at
man verður enn fátækari,
enn ein var frammanundan.
Sitandi samgonga raðfestir
bert eitt mál, og tað er at
hava hallið á fíggjarlógini
burtur í 2016. Hetta ljóðar
gott í sær sjálvum, men tá
ið ein bert leggur seg eftir
at spara og ikki samstundis
stimbrar búskapin, so kemur
ein í eina ónda ringrás. Tað
byrjar við sparingum, ið við
føra færri inntøkur, ið aftur
hava við sær, at sparast má
enn meira. Samfelagið verður
niðurpínt og í síðsta enda
tekur tað longur at gerast
skuldarfríður, enn tað ann
ars vildi gjørt. Hetta er, eftir
mínum tykki, at spara seg
eftir reyv.
Skera av inntøku
grundarlagnum
Skattalættin, á 265 milliónir,
hevur tað avleiðing at minni
kemur inn í landskassan, tí
hann vendir sosialt skeivt.
Tey, ið hava brúk fyri einum
lætta, og sum vildu keypt
vørur og tænastur fyri pen
ingin fáa, í alt ov lítlan mun,
lut í skattalættanum. At hetta
er so, síggja vit í tølunum,
bert í september mánaða í
ár komu 38 milliónir minni
inn í skatti, enn í september
í fjør. Landsstýri væntar at
tað koma 20 milliónir minni
inn í skatti í 2013 enn í 2011.
Hvussu sparir
samgongan
Teir siga, at samfelagið skal
rekast fyri sama krónutal í
2013 sum í 2012. Hetta ljóðar
kanska ikki so ringt, tí vit
hava tað jú gott, so munnu
vit ikki fara at hava tað líka
so gott komandi ár, við sama
krónutalið ? Veruleikin er tó
tann, at landsstýrismaðurin
ikki tekur hædd fyri prís- og
lønarvøkstri. Tær áleið 80
milliónirnar ið koma av prís-
og lønarvøkstri, hevur hann
tikið av fíggjarætlanini, hóast
tingið samtykti at henda
upphædd
skuldi
leggjast
omaná.
At
henda
upphæddin
manglar, merkir at stovnarnir
skulu spara henda peningin.
Hetta rakar serliga heilsu-
skúla og almannaverkið. Tað
er her og í høga oljuprísurin,
at orsøkin liggur til at vit
nú hoyra í fjølmiðlunum at
Landssjúkrahúsið skal spara
og vit skulu gjalda brúkara
gjøld.
Sama sparisøgu fara vit
eisini at hoyra um, innan
skúlaverki og almannaøki.
Landsstýriskvinnan
í
al
mannamálum sigur, at hon
hevur sett 1,5 millión meira
av til eldrarøktina tí tað
verða fleiri eldri. Trupul
leikin er bara tann, at hon
manglar pening fyri løn- og
prísvøkstur, so henda eyka
upphæddin, til tey eldru,
verður máað burtur av løn-
og prísvøkstrinum. Búskapar
liga er hetta eisini við til at
økja um arbeiðsloysið, ein
sparing á 80 milliónir kost
ar størv, kanska eini 160- 200
størv. Sostatt viðførir poli
tikkurin hjá samgonguni, at
arbeiðsloysið økist og færri
krónur koma inn í lands
kassan og so mugu vit spara
enn meira.
Sparið í umsiting
heldur enn tænastu
Tað hevur altíð týdning at
fara væl um peningin hjá
borgaranum. Politikarin eig
ur altíð at ansa eftir, at pen
ingurin hjá borgaranum verð
ur brúktur á ein skynsaman
hátt. Almenna umsitingin
merkist, nógva staðni, sum
ein stór og stirvin skipan.
Vit eiga alla tíðina at leggja
okkum eftir einfaldari um
siting, so peningurin, ið vit
brúka, fyrst og fremst ferð
til økta og betri tænastu.
Spara á skeivum stað
Barnakekkur, er eitt vallyftið
ið Fólkaflokkurin veittrar
við. Tað ljóðar gott, at fáa ein
kekk sendandi og peningin í
hondina. Trupulleikin er bert
tann, at tað verður dýrari at
umsita eina tílíka skipan, í
mun til at barnafrádrátturin
er í skattinum. Eisini merkir
barnakekkurin, alt annað
líka, at tann ið fær hann kem
ur at gjalda meira í skatt, enn
frammanundan.
Umleggingin av gjaldinum
til Heilsutrygd er eitt annað
dømi. Við at broyta gjalds-
skipanina sum ætlanin er,
verður avleiðingin, sambært
lógaruppskotinum, at skip
anin kemur at krevja meiri
orku og kemur væntandi at
hava fleiri útreiðslur við sær.
Tað rættað hevði verið at
gjaldið verður samhaldsfast,
sum lagt verður upp til, og
at tað verður tikið inn yvir
skattin, sum upprunaliga
ætla.
Tímaskráseting er eitt
triðja dømi. Bæði innan
eldrarøktina og skúlaverkið
hava vit skipanir, har næstan
hvørt minutt ið heilsurøkt-
arin og lærarin arbeiða skal
skrásetast.
Kundi
verið
áhugavert at vita, hvussu
stórur partur av arbeiðstíðini
ferð til skráseting, í mun til
røkt og undirvísing.
Framtíðin kennist
ótrygg av førda
politikkinum
Samgongan førir ein politikk,
har inntøkurnar, ið vit kundu
havt, ikki koma til høldar.
Ein orsøk til at inntøkur
landskassans
minka
er,
umframt skattalættan, at
nýtslan ikki veksur. Vit vita,
at um nýtslan var á vanligum
støði so var búskapurin eina
milliard størri og skatta- og
avgjaldsinntøkurnar
einar
250 mió hægri.
Fyri at nýtslan kann økjast
krevur tað eina samgongu
ið førir ein álitisvekjandi
politikk. At borgarin kennir,
at her er trygt og politikkurin
er á røttu kós. Vit síggja, at
borgarin kennir seg alt ann
að enn tryggan, av førda poli
tikkinum. Tað er ikki løgið,
at fólk kenna seg ótrygg tá
ið vit javnt og samt hoyra
um uppsagnir og sparingar
á Landssjúkrahúsinum, at
Strandferðslan manglar pen
ing og má skerja túratalið og
hækka prísin, bert fyri at
nevna tvey aktuell dømir.
Tveita inntøkur burtur
Sum rosinan í pylsuendanum,
hava vit verið vitni til, eina
ómetaliga vánaliga hand
faring av okkara fiskivinnu,
sum jú er tann vinnan, har
inntøkuskapanin skal koma
frá.
Samgongan
samtykti,
at inntøkan til landið av
makrelfiskiskapinum í ár,
skuldi verða 128 milliónir.
Mátin hesin fiskiskapur var
skipaður, var onki minni enn
ein skandala. Lagdir vóru so
nógvir fótonglar fyri vinnuna,
at samgongan noyddist at
lækka inntøkurnar niður í 80
milliónir. Nú fiskiskapurin
er um at verð av, er nógv
sum bendir á, at hetta eisini
er ein fuglur á takinum. End
in verður kanska at eini 60
milliónir koma inn, ístaðin
tær 128 milliónirnar ið ætl
anin upprunaliga var.
Vandi er fyri, at 40.000
tons ikki koma til høldar.
Hetta var júst tað tonsatalið,
ið landið fekk boðið 100 milli
ónir fyri, helst var inntøkan
størri um hesi tonsini vóru
seld. Bara vánaliga handfar
ingin av makrelinum hevur
kostað landinum einar 200
milliónir í mistari inntøku.
Føroyar er eitt land við
gyltum møguleikum
Samanumtikið kann sigast,
at vit hava góðar møguleikar
at skapa eitt gott og trygt
samfelag. Hetta krevur tó
ein politikk, ið fólk kenna
seg trygg við. Ein politikk,
ið stimbrar búskapin og ein
politikk ið gevur vinnuni
bestu karmar, so hon kann
blóma. Tíverri er hetta ikki
ein politikkur, ið sitandi
samgonga førir. Tí hava Før
oyar uppiborið eina aðra
samgongu, ið vil skapa møgu-
leikar, trúgv uppá framtíðina
og tryggleika. Soleiðis at vit
flyta okkum framá og ikki
stara okkum blind á eina
endaleysari spariringrás, ið
bert ger okkum fátækari.