Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hoyringsskriv: Broytingar í virkseminum hjá Landsbanka Føroya Felagið Peningastovnar Súni Schwartz Jacobsen, nevndarform. Felagið Peningastovnar hev­ ur hesar viðmerkingar til nið­ anfyri nevndu uppskot: • Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya • Uppskot til løgtingslóg um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtings­lóg um Arbeiðs­marknaða­reftir­ lønargrunn Fyrst og fremst eigur at verða sagt, at gjaldoyra- og penga­politikkur eru ríkis­ mál og tískil ikki eitt økið, sum føroyskir myndug­leik­ ar burdu sátt iva um var før­ oyskt. Føroyar hava í dag donsku krónuna sum gjald­ oyra. Teir før­oysku seðlarnir eru at meta sum seðlar hjá tí danska tjóðbankanum við før­oyskum teksti. Gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin hjá danska tjóðbankanum ávirk­ar fult og beinleiðis “før­ oysku” seðlarnar. Tá mett verður, um hvørt tað er skilagott at mið­savna virksemið hjá Lands­bank­ anum í eina størri eind í Gjald­ stovuni eigur ein fyrst at seta sær nakrar spurn­ingar: Hvørjar uppgávur hevur Danski Tjóð­bankin? Dan­marks Nationalbank hev­ ur hesar uppgávur: • Støðugar prísir: Tjóð­bank­ in stuðlar undir at prís­irnir eru støðugir, tvs. at prís­ vøksturin er lágur. Hetta verður gjørt við at tillaga pengapolitikkin eft­ir ein­ um føstum krónu­kursi mót­vegis evruni. • Tryggar gjaldingar: Tjóð­ bankin tryggjar at kon­tant­ ar og elektron­iskar gjald­ ingar kunnu av­greiðast trygt. Hetta verð­ur gjørt við at prenta seðlar og útgeva myntir um­framt at tryggja at pen­ingastovnar kunnu flyta sínamillum. • Tryggja støðufestið í tí fíggjarliga skipanini: Tjóð­ bankin tryggjar støðu­fest­ ið í fíggjarligu skip­anini. Hetta verður gjørt við at fylgja við í fíggj­ar­ligu skipanini og gjalds­skip­an­ um umframt fíggjar­ligum hagtølum og um­sita skuld hjá stat­inum. Prísvøkstur: Danski Tjóð­ bank­in hevur til endamáls at tryggja, at prísvøksturin ikki er ov stórur. Amboðini, sum verða nýtt í mun til hetta, eru rentustýring, og útboðið av pengum. Danska krónan er eisini kurstryggjað mótvegis evruni, soleiðis at virðið á krónuni er stabilt . Tjóðbankin heldur kursin á krónuni støð­ uga við at keypa og selja gjald­ oyra og við at broyta rentuna. Gjaldføri: Danski Tjóðbankin tryggjar eisini, at gjaldførið í samfelagnum er nøktandi, umframt at gjaldsskipanir millum peningastovnar og tjóð­bankan altíð virka. Í prak­ sis merkir hetta m.a., at pen­i­ ngur til ein og hvørja tíð kann latast og lánast til og av Tjóð­ bankanum. Hagtøl: Føroyski og danski fíggjargeirin sendir hagtøl til danska Tjóðbankan, og verða hesi hagtøl viðgjørd og almannakunngjørd. Somu­ leiðis er Tjóðbankin árliga í Føroyum. Danski Tjóðbankin um­situr eisini skuld hjá danska statinum. Hvør røkir hesar uppgávur í dag vegna Føroyar? Tað stutta svarið er, at danski Tjóðbankin røkir allar av upp­ gáv­unum vegna Føroyar – tó ikki umsiting av skuld og gjald­ førið hjá Føroya Lands­stýri. Hvat ger Landsbankin? 1. Landsbankin umsitur skuld hjá landskassanum. Hetta inniber, at Lands­ ban­kin vanliga metir um tørvin fyri útgávum av láns­brøvum fyri Lands­ kassan. 2. Landsstýrinum verð­ur álagt við lóg, at lands­ kassin skal hava innlán í Lands­bankanum, sum í minsta lagi svarar til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári. Um­framt hetta umsitur Lands­bank­ in peningin í Ar­beiðs­mark­ nað­ar­eftir­lønar­grunnin­ um. 3. Peningastovnar senda hag­ tøl til Tjóðbankan og verða hesi hagtøl send til Lands­ bankan. Hesi hag­tøl verða við­gjørd og al­manna­kunn­ gjørd av Tjóð­bankanum og av Lands­bank­anum. Sum tað framgongur av om­ an­fyristandandi, verða tær vanligu tjóðbanka­upp­gáv­ ur­nar so sum gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin framdar vegna Føroyar av danska tjóð­bankanum. Tí hevur Lands­bankin prinsip­elt sum tjóðbanki ongan leiklut, og gevur tað onga meining at tosa um ein slíkan stovn í Føroyum. Ført hevur verið fram, at Landsbankin tryggjar fíggj­ arligt støðufesti og eftirlitið av føroyska fíggjargeiranum. Hetta er er ikki rætt, tí am­ boðini til tess verða øll gjørd og stýrd úr Danmark. Um­ framt at gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin verður stýrdur úr Danmark, eru all­ ir bankapakkarnir gjørdir í Dan­mark, umframt at fe­lag­ið Fíggjar­ligt Støðufesti og Fíggj­ ar­eftir­litið eru heima­hoyr­andi har við danskari leiðslu. Tá tað kemur til umsiting av gjaldføri og skuld tykist tað skilagott at leggja hesa uppgávu á Gjaldstovuna, ið jú frammanundan hevur til uppgávu at stýra stutt­ tíðar sveiggjunum í gjald­før­ inum. Fyri at tryggja gjøgn- umskygni í umsitingini vil tað óivað vera skilagott at víðka verandi regluligu al­ mennu rapporteringina hjá Gjaldstovuni viðvíkjandi nýtslu í mun játtan á fíggj­ar­lóg til eisini at fevna um gjaldførið og lántøku land­sins. Felagið Peningastovnar metir tað verða skilagott at fremja rationaliseringar/ spar­ingar í almennu um­sit­ ingini fyri at minka um al­ menna hallið. Felagið Pen­ ingastovnar metir tó, at størri rationaliseringar/sparingar kunnu heintast enn 1. mió. kr. í 2013 og 2 mió. kr. í 2014. Tískil tekur Felagið Pen­ inga­stovnar undir við upp­ skotinum. Heilsuvandamikili fløskuhálsurin í 30 ár John av Reyni formaður Sosialistisk Ung Í Føroyum er alt so gott. Her er pláss fyri tí einstaka, og her er altíð pláss fyri einum túnatosi um tað skuldi verið. Ella er tað kanska ov nógv av túnatosi Ímeðan vit bíða eftir skúl­ anum við Marknagil, hava mong ung sína ger­andis­ gongd runt á ymsu skúl­unum í Føroyum, við lær­dómi fyri eyga. Í Hoydølum er Føroya stu­dentaskúli og HF-skeið. Í teimum trongu og yvirfyltu smáu stovunum sita gott og væl 800 næmingar og ogna sær góða vitan og eginleikar. Tað er her, tey hava sína gerandisgongd, og arbeiða fyri sína miðnámsútbúgving á ávikavist 3 og 2 ár. Tey fáa lærdómsins lykil til hægri og vinnugevandi útbúgving. Hesar útbúgvingar eru tær, ið skulu ríka, menna og bera okkara samfelag í fram­tíðini. Kortini eru viðurskiftini vánalig í Hoydølum. Har er beinleiðis heilsuskaðiligt, ið ber við sær hosta, andaneyð og húðtrupulleikar. Ferðslu­ ræðslan, ið ger um seg er ikki borðbar og fólk eru í veru­ ligum vanda -, helst um minsti eldsbruni skuldi staðist, so fara hesi fólk oman í dalin at ogna sær lærdóm. Vónin er tó har, tí vit bíða jú eftir skúlanum við Marknagil, ella bíða vit til fánýtis? Úti í Smiðjugerð er enn ein skúli. Hettar er Tekniski skúlin, ið betrar okkara sam­felag við góðum og væl­út­búnum handverkarum, hár­skerum, sniðgevum og ymsu linj­unum. Hesi fólk­ini gera sítt fyri, at vit kunnu byggja og reka okkara sam­felag. Hetta gera tey, hóast pláss­trot, vána­ligar um­støð­ur og ikki minst, at skúlin hev­ur verið ein fyri­bils­loysn í mong ár. Tó er vónin har, tí vit bíða jú enn eftir skúlanum við Marknagil. Beint við sjálvan byggi­ stað­in av nýggja skúlanum við Marknagil liggur Handils­ skúlin. Eins og áðurnevndu skúl­ arnir hava vit eisini har ein stóran bólk av huga­góð­um fólk­um, ið hava sína gerandis­ gongd her fyri at ogna sær lær­dóm, ið skal styrkja um tað vinnu­liga kervið í før­oyska samfelagnum. Hóast vánaligar umstøður og plásstrot, so er vónin har. Tí skúlin við Marknagil kemur, ella? Er tað veruliga soleiðis, at okk­ara tilfeingi, ið skal mynda, skapa og bera okk­ara sam­felag í framtíðini, skal vera í soppavaksnum, heilsu­vanda­ miklum fløskuhálsum, har ein ikki fær vent sær av berum fyribilsloysnum. Um vit veruliga vilja hava okkara borgarar at trívast og mennast, mugu vit taka okkum um reiggj og geva teimum góðar og skapandi umstøður. Hetta er gongdin til góða samfelagið. Vit eru øll varug við, at nógvir manglar eru á ymsu skúlunum í okkara samfelag, og ynskja vit sjálvsagt, at allir skúlar og næmingar fáa góðar umstøður at mennast í. Tó er tað undrunarvert, at landsstýrismaðurin við mentamálum velur at útseta skúlan við Marknagil, ístaðin fyri at fáa gongd í sum skjót­ ast. Aftrat hesum, er tað undr­ unarvert, at ímeðan ann­að verður útsett, so tyk­ist tað ikki at vera nakar trupul­ leiki at finna pening til út­ bygg­ing av øðrum skúlum og áhugamálum, sum t.d 32 milliónir til Tekniska skúla í Klaksvík. Tí vilja vit gera vart við, at tit, sum varða av okkara samfelag, taka á tykkum ta ábyrgd, ið tit hava fingið frá føroyska fólkinum og halda orð! 1800 næmingar vilja ikki bíða meira eftir skúlanum við Marknagil, ið tykist at vera blivin ein einkisvisjón. 1800 næmingar vilja ikki hoyra meira leysatos, túnatos og undanførslur. 1800 næmingar vilja ikki vera í HEILSUVANDA, FERÐSLU­RÆÐSLU, stappað í ein FLØSKU­HÁLS og vera ein FYRI­BILS­LOYSN. 1800 næmingar krevja so­ statt at politiska valdið heldur orð, at skúlin við Marknagil verður uppraðfestur, og at spakin verður settur í jørðina umgangandi. Kjak