Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í ár eru 100 ár liðin síðan sluppin Olivia gekk burtur undir Íslandi komu ov sunnarlaga. Útfrá Eystnesi var vindurin ræðuligur. Spakuliga dandaði báturin upp og niður, og illveðrið menti seg dúgliga. Ofta var seglið í sjónum. So við eitt, nú síggja vit land, men eins og í mjørka er tað kámt fyri eygunum. Nú er tað Hoyvíks­ hólm­ur, vit síggja, og skerini í Hólma­sundi hómast í rok og broti fyri stavni. Hann hirðir undir við øgil­ig­um bylgjum. ”Já, ja, tað er ikki at missa mótið, her má annað roynast.” Vit hildu nú fram miðandi móti Eystnesi, tað var ikki annað ráðiligt. ”Vit líggja stillir,” heldur hin eini sonurin nú fyri, ”tað gongur ongan veg.” Men hann fer væl, ið hógliga fer, og eg biði teir ikki óttast, tí eg sá nú, at hjálpin og bjargingin var vís: Framman fyri stavninum flýgur ein fuglur, og eg seti lítin til hansara. Hann tóktisk mær sum ein skjúts­ eingil í hesi álvarsomu stund, og soleiðis mundi vera. Tá ein løta var farin, og vit vóru komnir um tað versta, biði eg teir geva fuglinum livur at eta, tí hann hevur bjargað okkum úr hesum mikla vanda. Men so skjótt og brátt teir tveittu livrina fyri borð, fleyg fuglurin av stað og hvarv. Veðrið var nú betri, og í øllum góðum komu vit aftur til lands. Funnu »deyðan« mann á Leirvíksfjalli Einaferð var eg farin til Leirvíkar saman við fimm øðrum monnum eftir einum nýggjum báti. Men veðrið gjørdist so ólagaligt, at tað var ikki hildið ráðiligt at gera roynd við honum. Menninir komu tí ásamt um at avsláa ferðina og fara til gongu heim um Leirvíksfjall. Men komnir fitt á leið upp á fjall­ ið síggja vit knappliga ein mann, ið lá úti á fjallatromini, undir­kavaður, so einast beinini sóust kom undan. Felagir mínir kendu seg ivaleysar í, at hetta máttu vera eitt lík, vit vóru raktir á, og allir rýmdu frá mær fyri í bygdini at siga frá hesum tíð­ind­ um. Eg taki mær fyri at skumpa kav­ an burtur, so eg kundi síggja, antin hann var livandi ella deyður, og royndi at hirsa í hann eitt sindur, men tað tyktist fáfongt. Tá komi eg at minnast, at eg hevði eitt petti av sukurkandi hjá mær, og eg leggi tað nú á hansara varrum. Og tað var fyri mær, sum vónir um at fáa hann at rakna við aftur, ljósnaði eitt sindur. Glerfrystur og pinnastirvin, sum hesin neyðar maður var, lyfti eg hann upp á bakið, og so eg til gongu. Her ráddi um at skunda sær almikið. Kavin lá stórur, og tað var heldur enn ikki strevið hjá mær at baksa meg fram, berandi á baki henda meira deyða enn livandi mann. So illa vildi til, at eg einki band hevði á mær. Tað var bert at líta á hendurnar, ryggin og beinini. Eg mátti aka meg fram á knæ við tí eina beininum og hæla spor í ísin við hinum. Tá eg endiliga eri komin um tað ringasta aftur á slætt, komu menn úr Norðragøtu mær í móti. Maðurin kom tíbetur til lívs aftur, næstan meira enn vantandi kundi vera. Men hann misti eitt sindur av tærnum, so hann slapp ikki púra heilskapaður úr sínum vanda. Maðurin var David Poulsen, Liða Dávur í Norðragøtu. Hetta hendi nøkur ár undan 1899. Byrjaði at rógva út 7 ára gamal Hesin tilburður vísur, at hesin gamli heldur ikki á landi hevur saknað dirvi og áræði. Jóan Karl var bert 7 ára gamal, tá ið hann byrjaði at luttaka í útróðri, og vit fata , at hann er væl heraður í hesum ofta vandamikla arbeiði. Faðir hansara var hin viðgitni Krist­ ian á Skála, ið var kendur sum eitt av teim reystastu og mest nærlagdu útróðrarmonnum land okkara hevur átt. Í 13 ár róði Jóan Karl út í Leirvík saman við bestu monnum í bygdini, tá var hann ungur og fúsur. Orsøkin til at hann fór hagar í so mong ár, var, at hann so ógvuliga fegin vildi sleppa at síggja, hvussu toskafiskiskapurin fór fram og taka lut í honum. Annars kendi hann áður bert til útróður við línu, sum faðirin royndi. Tá ið hann kom aftur til Skála eftir hesa tíð, fekk hann sær bát og fór sjálvur at rógva út . Og hann hevur havt mangar vandaferðir víða um, sum á Norðhavið og Vága­ havið. Skrivaðu bókina av Áðrenn samrøða okkara endar, held­ur hann fyri: Tað, sum øll her í bygdini sakna nógv, er ein kirkja og ein kirkju­ garður. Her finst hvørki, tóat bygdin er vorðin so stór, at vit rími­liga áttu havt bæði kirkjugarð og kirkju. Tað eru mong ár liðin, síðani tað var byrjað at tala um hetta, men eru vit einki komin áleiðis. Tvørligt kann tað ofta vera fyri Skálafólk at fara í báti við líki til Strendur, tí veðurlagið er so óálít­andi og umskiftandi. Og á sama hátt gongst hjá fólkið her, ið noyðast at fara til Strendur fyri at sleppa í kirkju. Strendur er so mikið stór bygd nú, at bygdafólkið fyllir alla kirkjuna sjálvt. Vónandi koma vit ikki at bíða nógv ár meir, áður enn hesir saknir verða avbøttir. Alt í alt, sigur Jóan Karl at enda, havi eg nógv at takki Gudi fyri, og menniskjum eisini. Á øllum mínum ferðum um landið havi eg verið væl fagnaður av fólki. Rasmus í Koltri segði við meg seinast, eg var har: ”Tygum eru altíð vælkomin her; um tygum doyggja her, ger tað einki.” Hetta var væl meint eins og móttøkurnar eg havi fingið víða hvar. Eg vil hervið senda eina heilsu og tøkk til øll, ið hava sýnt mær beinasemi og gestablídni, bæði her á landi og viðvíkjandi flutningi til og frá ymsu bygdunum. Í seinastu árum havi eg á ferðum mínum havt við mær eina lítla bók, nevnd ”Et godt Ord,” og hvussu væl fólki hevur dámt at hoyra meg lesa upp úr hesum bóklingi, skal eg nevna einans dømi um. Eg var inni og vitjaði kent fólk í Sandavági, og tey vildu fegin fáa meg at lesa upp fyri teimum eitt gott orð. Tá eg var liðugur og skuldi fara mín veg, spurdu tey, um bókin ikki kundi vera eftir til næsta dag. Sjálvsagt kundi hon tað. Og tá eg so dagin eftir komi aftur, siga tey mær, at tey máttu vekja alla seinastu nátt fyri at avskriva alt, sum í bókini stóð. So góða hildu tey hana vera! Jóan Karl doyði í 1944. Tað finst eisini ein góð grein um hann í Varðanum nr. 9, skrivað av Sverra Patursson. Guttorm Christiansen f. 1860, var eisini ein av beiggjunum, sum kom av Skála til Leirvíkar Svend Christiansen var ein beiggi Jóan Karl. Hann var pápi Jóannes Ein beiggi Jóan Karl var Christian Christiansen, her saman við konuni, Malene Sophie Willumsen. Christian gekk burtur við Cyclone í 1903, 31 ára gamal. Malena doyði longu árið eftir frá tveimum smáum døtrum