Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Jóan Karl var føddur í 1854. Hann giftist í 1874 við Onnu Katrinu Joen­sen í Leirvík. Umframt at vera útróðrarmaður var hann eis­ini handilsmaður. Tey vóru sjey systk­ in av Skála, sum búsettust í Leirvík. Jóan Karl flutti tó aftur til Skála í 1883. Dimmalætting gevur hesa áhuga­verdu lýsing av Jóan Karl: Jóan Karl Kristiansen – Jóan Karl á Skála, sum vit betri kenna mannin – er eitt av teimum fólkunum, ið kennir øll. Sostatt er óneyðugt at nýta nógv orð um sjálvan persónin, tí eins og hann kennir okkum flest, kenna vit hann. Vit vita, at hann er blíður og týður, altíð fryntligur í talu og vil alfegin enn sum áður leggja fólki góð orð í huga og vekja teirra ans eisini fyri tí andaliga, ið gevur lívinum sítt virði. Sum sagt, Jóan Karl er beina­ sam­ur maður, og tá vit nú biðja hann siga okkum okkurt áhugavert, hann sjálvur hevur verið úti fyri, er sjálvsagt einki í vegin fyri hes­ um. Hann er nú heldur gamal, langt uppi í hálvfjerðsunum, men ands­frískur er hann sum fyrsta dagin. Hann er eingin Goliath á vøkstri, heldur má verða tikið til Dávid í hesi merking. Men hesin gamli hevur einaferð verið ungur og dugað at tikið tøk á landi sum á sjógvi. Tá var hann gitin sum ein av raskastu útróðrarmonnum, tiltikin fyri styrki og dirvi. Óttaleysur og dirvismikil hevur hann farið mangan ringan. Ofta var tað sum hin seinasti tímin var nær, men á merkisverdan hátt er hann altíð í øllum góðum komin aftur til lands. Eingir vóru motorbátarnir tá í tíðini, men væl gekst teimum í ára­bátinum. Eins og Jóan Karl hava vit átt nógvar raskar útróðrarmenn her á landi, og enn er ikki sørt í so máta. Tíbetur. Ógvislig hending við »Tróndi« ”Nú skalt tú hoyra um ein undar­ ligan tilburð, vælsignaður, tað eru bert fá ár síðani hetta hendi” byrj­ar hesin gamli spakuligur og hyggur hugsandi uppá meg. ”Eg kom úr Havnini við ”Tróndi”, ringt eystanveður var, og vit støðgaðu útfyri Strendur, har eg og ein maður skuldu í land. Skjótt komu tveir menn rógvandi út til okkara, og hin eini ferðamaðurin sleppur sær niður í bátin. Nú kemur túrurin til mín. Eg taki stivlar og ein kepp í vinstru hond og styðji mær við at halda hondina í kantin á landgangsportrinum. Veðrið var sum sagt ringt, og hvat hendir ikki: Portrið, ið var av jarni, losnar, tað verður leyst, og eg fari enda­langur til sjós við tí og fái stavnin á ára­bátinum inn í síðuna. Mær kendist løgið sjóð fyri oyrunum, og allir sansir vóru burtur. Har var um 16 favnar djúpt. Eg var meira frá mær sjálvum enn so, at eg hugsaði at sleppa jarnportrinum. Eingin ivi kundi vera um, at hetta var mín seinasta stund, og tað var, sum hesin tankin fekk meg at rakna við alt fyri eitt á botninum. Eg sleppi bæði jarnportri, keppi og stivlunum, og eg arbeiði við beinum og hondum alt tað, ið eg eri mentur. Eg eins og vant meg meira og meira upp eftir. Svimjing havi eg ongantíð lært, men eg sló frá mær við ørmunum sum høna í vatni. Umsíðir fái eg høvdið uppundan, og hatta man hava verið ein heldur sjáldsom sjón fyri áskoðararnar, tí so gátuført tað ljóðar, kom eg smíl­andi upp aftur frá botninum. Rubek á ”Tróndi” rópar til teir í bátin­um, at hála meg upp í bátin í stun­dini, og so átti eg í land, tí hann helt meg sjálvsagt vera smekkfullan av sjógvi. Báturin róði so yvir til Langanes, ið er nakað tætt við, og har ein dóttir mín er gift við Andr. Danielsen. Komin heim til hennara verði eg væl fagnaður, og eg sigi meg at vera í heldur vátum standi. Men eg mátti fyrst drekka ein góðan kaffi­ munn, áðrenn klæðini nýttust at verða turkaði. Og so ótrúligt tað var: Eg hevði ikki fingið ein einasta dropa av sjógvi nið­ur í meg! Jóan Karl steðgar her eitt sindur, og heldur so fyri, við hondunum samanlagdum: “Tað er fyri mær, sum hetta er nakað, ið Gud ynskir, at eg skal bera fram. Vit eiga ikki at vera bangin, tá ið hann er við okk­ um, tí hann er førur fyri alt.” Fuglur var loðsur ”Saman við tveimum synum mín­ um, harav tann eini enn ikki var kon­firmeraður, var eg eina útróðrar­ferð úti í havinum, um 20 fjórðingar hiðani frá Skála. Tá ið línan fyrst var sett í øllum góðum, gekk hann knappliga til landnyrðing við frekum kavaroki. Tað versnaði alt í hvørjum, og tað var tí einki at gera annað enn at taka línuna upp sum skjótast og venda kósina heim. Seglini vórðu nýtt, men onga leið tyktist at ganga hjá okkum. Kavarokið gjørdist so tjúkt, at tað sást neyvan eitt vet. Eg fari tí leitandi eftir skríninum og royni at finna kumpassina, men hon er burtur, og eg ætli tí, at vit hava gloymt hana eftir á landi. Men fyri ikki at loypa ótta á hinar, seti eg meg aftur róliga til róðurs og lati sum einki. Tá sigur hin eldri sonurin: ”Eg síggi, at pápi nýtir ikki kumpass...”- ”Tað er óneyðugt,” svari eg aftur, ”eg kenni alduna og kann leggja leiðina eftir henni. Bara frískt mót!” Men tá rópar hann til mín: ”Pápi, tú legði kumpassina í lóðurposan í morgun!” Satt var tað, sum hann segði. Hann var altíð heldur lítíð fyri at tosa, men tað var fynd í tí, hann segði. Nú hevði eg kumpassina at miða meg eftir, men ringt og vandamikið var at ætla, tí ikki mátti haldast ov norðarlaga, og líka galið var, um vit Framvegis verður tikið til Jóan Karl á Skála, hóast tað eru mong ár síðani, hann doyði. Tað var ein áhugaverd lýsing av honum í Dimmalætting tann 23. mars 1933, og er hon grundarlagið fyri hesa Miðviku Jóan Karl á Skála: Ein av okkara kendastu útróðrarmonnum Jóan Karl á Skála er enn ein gitin útróðrarmaður Liða Dávur, sum Jóan Karl fann beinfrystan uppi á Leirvíksfjalli