Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Uni Arge Eitt fámannaveldi ognartekur landið Í Russlandi eru nærum hvønn dag mótmælisgongur ímóti oligarkunum, sum hava ríkað seg upp við fólksins ognum. Oligarki merkir fámannaveldi, og her á landi flyta vit okkum úr fólkaræði yvir í eitt banka- advokat- og reiðaraveldi. Hann, sum stjórnar hesum vandamikla umskifti, er fíggjarmálaráðharrin, og ein avgerandi táttur í umskiftinum er at avhøvda óheftar vitanarstovnar Í einum sunnum fólkaræði eru fólk ósamd um, hvørja leið poli­ tikkurin skal fara. Skal hann t.d. fara til høgru, ella skal hann fara til vinstru. Í øllum norðurlondum byggja politisku skipanirnar á trygga grund við einum hópi av óheft­um vitanarstovnum aftrat sær, og á hesi tryggu grund eru polit­isku flokkarnir hugsjónarliga ósamdir. Skalt tú lýsa, hvat fer fram í Føroyum í dag, røkka orð sum høgra og vinstra tó ikki. Ei heldur kann tosast um, at politiskir flokkar eru vanliga ósamdir um vanlig mál. Í Før­oyum í dag fer fram ein ekstrem koll­velting, og verður hon ikki steðg­að, endar hon við, at vit flyta okk­um úr veruligum fólkaræði yvir í eitt óupplýst høgraekstremistiskt fámannaveldi, har vanligi borgarin onki fer at hava at siga. Russland og Ungarn Øll fegnaðust almikið um, at jarn­ tjald­ið fall í 1989, tí nú skuldu lond­ini eystanfyri gerast verulig fólka­ræðir, men soleiðis gekk ikki alla­staðni. Tvey dømi eru at nevna úr rúgvini, har illa gekst at fáa skapt veruligt demokrati, Russland og Ungarn. Í Russlandi varð valdið sentraliserað hjá nøkrum fáum politik­arum, sum ríkaðu nakrar fáar vinir í samfelagnum upp við at privatisera landsins ognir niður í teirra lummar. Soleiðis skaptust í Russ­landi nakrir heilt sjáldsama ríkir olju­milliarderar. Í Ungarn kom ein høgr­a­ekstrem stjórn til valdið í 2010, sum hevur loypt hvøkk á alt Evropa, tí tað fyrsta, hon gjørdi, var at høgga niður fleiri grundleggjandi demokratiskar stovnar í landinum. Ungarska stjórnin syrgdi fyri, at tjóð­bankin í landinum ikki longur kann virka óheft. Hon syrgdi eisini fyri at avmontera tann stovnin, sum varð mettur at vera búskaparligur vaktarhundur í demokratisku skip­anini, við at leggja hann undir tjóðbankan. Við umskipanini fekk tann altíð betrivitandi og ongantíð eyð­mjúki forsætisráðharrin, Viktor Orbán, beinleiðis vald á ser­frøð­ini í hesum stovnum. Ser­ frøð­ingarnir vórðu tiptir. ES- nevnd­in, Evropeiski Miðbankin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin vóru á rokinum um hetta álopið á óheftu búskapar­frøðina og boykottaðu Ungarn. Altjóða metingarstovnar sum Moody’s og Standard & Poor útnevndu ungarska búskapin sum junk, altso onki verdan, og gjald­ oyrað fall 15 prosent. Ungarski rithøvundurin, Gyorky Konrád, hevur síðan skrivað, at Ungarn er um at gerast eitt einaræði. Hann er so harmur um tað, sum fer fram í landinum, at hann heldur, at Ungarn er vorðið eitt lortaland við eini lortastjórn, sum hevur ein lortaforseta. Í kronikk í Politiken í januar kallaði hann land sítt ein fólkaræðisligan vanskapning og mælti til, at forsætisráðharrin og hansara partísoldátar verða settir frá, so eitt lið av embætisfólkum kann stjórna landinum við viti og skili, áðrenn val verður aftur í 2014. Høgraekstremu stuðlarnir hjá Viktor Orbán eru børn av gamla kommunistaflokkinum. Flestu teirra hava tilknýti til bygda­sam­ feløg og hata inniliga kritikkin, sum intellek­tuell í býunum føra fram. Hevndarhugur stýrir teimum. Gyorky Konrád skrivaði eisini hetta um Viktor Orbán í síni kronikk: "Hvørjar møguleikar hevur ein mað­ur, sum hevur uppnátt sína makt við løgfrøðiligum fiks­faksa­ ríi? Tann nýggi oddamaðurin er upp­blástur og háðar síni mót­støðu­ fólk. Hann vil ikki samráðast ella broyta sína kós. Hann hevnir seg javnan og finnur altíð eina orsøk til tess. Hann tekur aldrin eitt fet aftur eftir hæli, tí at taka í egnan barm hevði punkterað mytuna um hansara styrki. Ongin hevði trúð honum longur, og hann hevði verið liðugur. Hansara valdsinstinkt sigur honum, at tað er nú, hann skal vera beinharður. Um hann gekk undir krøv hjá ES og Altjóða Gjald­oyra­ grunninum, hevði tað ført til upp­ loysn og endaligt tap." Óhugnin í Føroyum Soleiðis kunnu fólk gerast, um tey í valdssessum ikki skilja ella virða fólkaræðisligar spælireglur, og hetta uppliva vit í Føroyum í dag. Síðan løgtingsvalið í oktober í fjør hava grov politisk lyftisbrot, óumhugsaðar gjøgnumtrumfaðar avgerðir og politisk arrogansa sett dám á politiska lívið. Atferðin í sam­ bandi við umleggingina av skatta­ skipanini var beinleiðis ódemo­ kratisk, tí hon varð samtykt sum eitt kvett, hóast serkøn, túsund­tals mótmælandi og fjølmiðlar ávar­ aðu og bóðu um meiri tíð og fleiri upplýsingar. Ongin lurtaði. Løg­ maður háðaði tey mótmælandi á Vaglinum, og fíggjarmálaráðharrin hevur síðan flent upp í høvdið á tíðindafólkum. Sjálvt tá mótmæl­ andi dukaðu á løgtingið, lurtaðu tey ikki innanfyri. Í sambandi við fiskivinnupolitikkin hevur heldur ikki verið nakar vilji til at vísa umhugsni og gjøg­num­ skygni. Hóast Føroyar í mong ár hava havt tørv á at ný­skipa fiski­ vinnupolitikkin og skapa greiðar reglur um, hvussu virðis­mikla til­ feingið kann fáast úr havinum, hvurvu fýra politikarar fyrr í ár inn í ein loyniligan makrel­bólk í Tinga­ nesi, har teir síná­mill­um av­talaðu, hvussu makral­ríki­dømið skuldi býtast millum skipa­bólkarnar. Teir vistu, at summi skip fóru aldrin út at fiska makrelin, men góvu kortini burtur kvotur, so eigararnir kundu fara inn á advo­kat­skrivstovur at veksla kvot­urnar um til pengar. Altso var talan um pengagávur til útvald fólk í sam­felagnum. Nú fíggjarlógin er løgd fram, er boðað frá enn einum snarkvetti, sum miðvíst setir til viks serfrøði, vanlig fólkaræðislig prinsipp um at fyrireika og lýsa mál og virða grund­ leggjandi funktiónir í land­inum. Landsbanki Føroya og Hagstova Føroya skulu niðurleggjast. Í mong ár hava serfrøðingar á hes­ um stovnum víst politikarum á, hvussu teir búskaparliga kunnu stýra fiskivinnuni og fíggjar­ lógini rættan veg, so alt fólkið í Føroyum kann fáa meira burtur­ úr, men fleiri politikarar hava, helst av intellektuellum undir­ lutakenslum, hatað hesi ráðini frá serfrøðingunum. Teir hava hartað og spilt út vitandi fólk, tí teir vildu als ikki hava nøkur ráð. Teir vildu sleppa at biksa og miksa sjálvir. Við fíggjarlógaruppskotinum kom so avleiðingin av teirra øði. Lands­ bankin og Hagstovan skulu avhøvd­ ast. Hesir báðir stovn­arnir, sum eru teir einastu í tí djúpt politiseraða føroyska samfelagnum, ið hava kunnað framleitt objektiva vitan at leggja til grund fyri orðaskiftum og avgerðum, skulu nú hvørva inn undir fíggjarmálaráðharran og bókhaldsteknisku Gjald­stov­ una, hvørs stjóri situr á fleiri nevndarsessum í tyngra partin­ um av vinnulívinum. Uppi yvir hesum stovninum skal vera eitt ráð við einum advo­kati, einum grannskoðara og ein­um búskapar­ frøðingi, sum fíggjar­málaráðharrin velur eftir egnum høvdi. Hesi tríggir partapolitiskt kosnu per­són­ arnir fáa valdið á fænum hjá lands­ kassanum á 2 milliardir krónur og 800 milliónum krónum í Sam­halds­ fasta. Ætlanin má steðgast Stórt hugflog krevst ikki fyri at síggja, at við hesi skipan fær tann ráðaríki og smágneggjandi fíggjarmálaráðharrin beinleiðis vald á 2,8 milliardum krónum, sum hann kann geva boð um at seta inn í føroysku bankarnar, ið ynskja Landsbanka Føroya, fólk­ sins vernd ímóti misnýtslu av land­sins gjaldføri, har piparið grør. Bank­arnir vilja hava fæið hjá lands­ kassanum á bók hjá sær fyri at fáa feita provisjón fyri røktina. Teir hugsa aleina um egin áhugamál. Landsbankin hevur sambært lóg røkt fólksins áhugamál og plaserað gjald­førið uttanlands. Landskassin skuldi ikki niður við í díkið, um bankarnir fóru á húsagang, hevur verið hugsan landsbankans, tí tað gera føroysku bankarnir jú javnan. Teir eru fýra ferðir farnir bóltandi á heysin seinastu 20 árini, tí teir kendu sær ikki afturhald, og tí Fíggjareftirlitið forsømdi sína uppgávu sum fyribyrgjandi eftirlit. Inni í politisku skipanini situr altso nú ein fíggjarmálaráðharri, sum privatiserar umsitingina av fólk­ sins grundleggjandi fæi og størsta eftirlønargrunninum í landinum. Hann vil hava fult vald til at geva burtur almennar ognir, og teir, sum mest sannlíkt fara at skúma róman av hesum vandamikla kvetti, verða svongu bankarnir, størstu reiðararnir, sum altíð eru høgt í metum hjá bankunum, og advokatarnir, sum ongantíð eru langt burtur, um teir tevja pengar. Føroyar flyta seg tí úr eini sunnari fólkaræðisligari skipan yvir í eitt banka-, advokat- og reiðaraveldi, eins og Føroyar vóru í 80'unum. Rík­mannastættin verður ríkari og ríkari, mest av fólksins ognum, meðan fólkið skal gjalda fyri at fara á sjúkrahús, tí pengarnir til sjúkra­ húsverkið eru farnir í ríkmanna­ lummarnar umvegis flatskattin. Av tí, at politikkurin nú er ekstrem­ ur, og grundleggjandi skipanir verða avhøvdaðar ella settar í verk á ein arrogantan maktpolitiskan hátt, ber ikki til at tosa um vanlig politisk viðurskifti í Føroyum. Vit eru í løtuni vitni til, at norður­ lendska vælferðarmodellið verð­ur avmonterað. Óheftir sam­felags­ stovnar, sum virka fólkinum at gagni, verða ruddaðir av vegnum, so stórkapitalistisk seráhugamál kunnu ogna sær fólksins fæ. Álitið á umsitingina av fiskiríkidøminum er eisini langt síðan horvið. Vit áttu at havt lært av 80’unum, men alt kemur aftur, sum verið hevur fyrr, um vit ikki vilja læra. Politiska kósin nú er líka bløðandi skeiv sum í 80’unum. Hon kann enda í somu stóru vanlukku sum tá, og tí er neyðugt at forða fyri, at fámannaveldið ognartekur landið, og fáa endurreist demokratiska at­burðin og hugburðin í politisku skipanini okkum øllum at frama. Vit eru hvørki Russland ella Ungarn, men norðurlendsku Føroyar.