Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Mær lystir at vita, hvat ið les­andi og foreldur teirra hugsa. Somuleiðis tey álvarsliga sjúku, ið verða send til Dan­ markar í viðgerð. Og øll hini, ið fáa fyrsta floks ráðgeving frá Ráð­ gevingini fyri føroyingar í Danmark. Helst eru tey vónbrotin og kedd, tí landsstýrið nú ætlar at spara og niðurlaga Ráð­gevingina fyri føroyingar í Danmark. Ósjónlig men virðismikil Ráðgevingin er rættiliga ósjón­lig fyri okkum føroy­ ingar í Føroyum. Tað er ikki annað enn nátúrligt. Stovn­ urin er lítil - telur bert tvey starvsfólk - og so virkar hann uttan fyri landoddarnar. Tí er tað ein løtt loysn hjá landsstýriskvinnuni í al­ mannamálum at spara hjá Ráð­gevingini. Fakta er, at Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark ger eitt ómetaliga virðis­mik­ ið arbeiði fyri tey nógvu, ið leita sær til Dan­mark­ar í lestrarørindum, sjúkra­ørind­ um, arbeiðsørindum ella av øðrum orsøkum. Í samfull 28 ár hevur Ráð­gevingin verið staðið, har ið føroyingar venda sær við alskyns spurningum og trupulleikum - alt frá skatta­spurningum til tungar sosialar trupulleikar. Hvørja viku eru fólk frá Ráðgevingini eisini og hjálpa sjúklingum á Sjúklingahitellinum Tórs­ havn í Keypmannahavn. Hesi mongu ár hevur Ráð­gevingin bygt upp fremstu ekspertisu á hópin av økjum. Tað merkir, at stór sannlíkindi eru fyri at fáa góð ráð og hjálp, um tú vendir tær til Ráðgevingina, ið heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Óseriøst og smáligt Hesin ráðgevandi stovnur hjá føroyingum í Danmark man teljast millum bíligastu og effektivast riknu føroysku stovnarnar. Sum eg havi skilt tað, er rakstarkostnaðurin á leið eina millión og 48.000 krónur árliga. Í løtuni er stovnurin tó undirfíggjaður, tí landsstýrið fyri ári síðani var runt við plenuklipparanum og tók 100.000 krónur burtur av játtanini. Hesa játtan hev­ur sjálvsognarstovnurin klár­ að seg við í eitt ár, men bert tí at etið er burtur av egin­ peninginum, ið nú er burtur. Støðan er nú, at um lands­ stýrið ikki játtar stovninum tær á leið 100.000 krónurnar, so røkka pengarnir ikki, og stovnurin verður niður­ lagaður. Landsstýriskvinnan í al­ mannamálum, Annika Ol­sen, varðar av Ráðgevingini. Í Degi og viku herfyri royndi hon at "flyta apuna" og rokningina yvir í Mentamálaráðið og Heils­umálaráðið. Eisini setti hon spurn­ ar­tekin við virksemið hjá Ráð­gevingini: "Er tað rætt at brúka so nógva orku uppá at integrera føroyingar uttan­ lands heldur enn at kanska fáa teir heimaftur?" var tann retoriski spurningurin. Álvaratos, hvat er hetta fyri ein hugsanarháttur? Hvat er tað fyri eitt sam­ felag, sum fyrst sendir síni ungu og álvarsliga sjúku av landinum og síð­ani niðurlagar og skerjir ráð­ gevingina og hjálpina, tey hava fyri neyðini, tí "tað er skeivt at integrera føroyingar uttanlands"? At samanblanda integra­ tión og proffessionella ráð­ gev­ing til ung og sjúk er óseri­ øst, og fíggjarliga klemman, man setur Ráðgevingina í, er tekin um smáligheit. Finn pengarnar Landsstýrið og lands­stýris­ kvinnan í almannamálum hava eittans at gera - nevni­ liga at finna hasar 100.000 krónurnar, sum resta í hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin skal varð­ veitast, og øll, sum eru góð við og síggja stóra virðið í Ráð­gevingini, mugu nú standa saman um hana. Sambandsflokkurin á Christ­iansborg: Hvat er tað fyri eitt samfelag, sum fyrst sendir síni ungu og álvarsliga sjúku av landinum og síð­ani niðurlagar og skerjir ráð­ geving og hjálp til teirra við grundgevingini um, at tað er skeivt "at integrera før­oy­ ingar uttanlands"? Mær lystir at vita, hvat ið lesandi og foreldur teirra hugsa. Somuleiðis tey álvarsliga sjúku, ið verða send til Dan­ markar í viðgerð. Og øll hini, ið fáa fyrsta floks ráðgeving frá Ráð­gev­ ingini fyri føroyingar í Dan­ mark. Helst eru tey vónbrotin og kedd, tí landsstýrið nú ætlar at spara og niðurlaga Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ósjónlig men virðismikil Ráðgevingin er rættiliga ósjónlig fyri okkum føroy­ ing­ar í Føroyum. Tað er ikki annað enn nátúrligt. Stovn­ urin er lítil - telur bert tvey starvsfólk - og so virkar hann uttan fyri landoddarnar. Tí er tað ein løtt loysn hjá landsstýriskvinnuni í al­ mannamálum at spara hjá Ráð­gevingini. Fakta er, at Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark ger eitt ómetaliga virðis­mik­ ið arbeiði fyri tey nógvu, ið leita sær til Dan­markar í lestrarørindum, sjúkra­ørind­ um, arbeiðsørindum ella av øðrum orsøkum. Í samfull 28 ár hevur Ráð­gevingin verið staðið, har ið føroyingar venda sær við alskyns spurningum og trupulleikum - alt frá skatta­spurningum til tungar sosialar trupulleikar. Hvørja viku eru fólk frá Ráðgevingini eisini og hjálpa sjúklingum á Sjúklingahitellinum Tórs­ havn í Keypmannahavn. Hesi mongu ár hevur Ráð­gevingin bygt upp fremstu ekspertisu á hópin av økjum. Tað merkir, at stór sannlíkindi eru fyri at fáa góð ráð og hjálp, um tú vendir tær til Ráð­gevingina, ið heldur til í Føroya­húsinum í Keyp­manna­havn. Óseriøst og smáligt Hesin ráðgevandi stovnur hjá føroyingum í Danmark man teljast millum bíligastu og effektivast riknu føroysku stovnarnar. Sum eg havi skilt tað, er rakstarkostnaðurin á leið eina millión og 48.000 krónur árliga. Í løtuni er stovnurin tó undirfíggjaður, tí landsstýrið fyri ári síðani var runt við plenuklipparanum og tók 100.000 krónur burtur av játtanini. Hesa játtan hev­ur sjálvsognarstovnurin klár­ að seg við í eitt ár, men bert tí at etið er burtur av egin­ peninginum, ið nú er burtur. Støðan er nú, at um lands­ stýrið ikki játtar stovninum tær á leið 100.000 krónurnar, so røkka pengarnir ikki, og stovnurin verður niður­lag­ aður. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Ann­ika Olsen, varðar av Ráð­gev­ ing­ini. Í Degi og viku her­ fyri royndi hon at "flyta ap­una" og rokningina yvir í Menta­málaráðið og Heilsu­ málaráðið. Eisini setti hon spurnar­ tekin við virksemið hjá Ráð­ gevingini: "Er tað rætt at brúka so nógva orku uppá at integrera føroyingar uttan­ lands heldur enn at kanska fáa teir heimaftur?" var tann retoriski spurningurin. Álvaratos, hvat er hetta fyri ein hugsanarháttur? Hvat er tað fyri eitt sam­ felag, sum fyrst sendir síni ungu og álvarsliga sjúku av landinum og síð­ani niður­ lagar og skerjir ráðgevingina og hjálpina, tey hava fyri neyðini, tí "tað er skeivt at integrera føroyingar uttan­ lands"? At samanblanda integra­ tión og proffessionella ráð­ geving til ung og sjúk er óseri­ øst, og fíggjarliga klemman, man setur Ráðgevingina í, er tekin um smáligheit. Finn pengarnar Landsstýrið og landsstýris­ kvinnan í almannamálum hava eittans at gera - nevni­ liga at finna hasar 100.000 krónurnar, sum resta í hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin skal varð­ veit­ast, og øll, sum eru góð við og síggja stóra virðið í Ráð­gevingini, mugu nú standa saman um hana. Lag: Gud ske tak og lov, I.M.Mel 23 Takk for náttarblund takk for hvíldarstund eg í Harrans navni havi sovið. Eingil tú mær gav vaka, tá eg svav Takk for ljósan dag vit øll syngja glað, síggja morgunsól, úr havið rísur. Signa henda dag, Ver í ferðalag – statt við lið oss faðir –alvísur. Takk for alt tú gav fugl og fisk úr hav - alt sum upp úr svørtu mold man spretta Vár og summar best brátt er komið heyst- takk for ríka ár – tú øll vilt metta Sól brátt fer í kav eins og ár tú gav- her á fold alt lív skal deyðan kenna. Tó skal bjargast hann, Jesus Kristus vann- sælur páskamorgun upp skal renna KG Takk for náttarblund Fingrarnar burtur frá týdningarmesta føroyska stovni í Danmark Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Sambandsflokkurin á Christiansborg: Hvat er tað fyri eitt samfelag, sum fyrst sendir síni ungu og álvarsliga sjúku av landinum og síðani niðurlagar og skerjir ráðgeving og hjálp til teirra við grundgevingini um, at tað er skeivt "at integrera føroyingar uttanlands"?