mikudagur 10. oktober 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Joseph »Sepp« Blatter er ein um
stríddur
maður,
sum
mangan
hevur fingið øði í fótbóltsheimin.
Hann kemur úr Sveis og er í dag
76 ára gamal. Hann hevur verið
FIFA forseti síðani 1998, men hevur
boðað frá, at hetta er tað seinsta
valskeið.
Í gjár lendi maðurin, sum stend
ur á odda fyri altjóða fótbóltssam
gonguni í Føroyum. Hetta er aðru
ferð, at Sepp Blatter er ávegis til
Føroyar. Fyrra royndin miseydn
aðist, tí hóast FIFA hevur ræðið á
nógvum, so hava teir ikki ræðið á
føroyska veðrinum, Sostatt mátti
Sepp Blatter og hansara fylgi venda
nøsuni heimaftur.
Koppaði Lennard Johansson
Í 23 ár arbeiðir Sepp Blatter seg upp
í FIFA samgonguni. Í 1998 bjóðar
hann UEFA forsetanum, svenska
Lennard Johansson, av í forseta
stríðnum. Joao Havelange, sum
hevur verið oddamaður í altjóða
samgonguni í eina fjórðingsøld,
leggur frá sær.
Leingi er líkt til, at tann væl
dámdi Lennard Johansson fer at
vinna valið við einum greiðum
meiriluta, men brádliga hálsa fleiri
um og geva sín stuðul til Sepp
Blatter.
Í bókini »How They Stole the
Game«, skrivar David Yallop um
mutur í samband við valið í 1998.
Hann vísur millum annað á, at ein
millión dollarar úr Miðeystri vóru
deildar út til tey ymisku, ið skuldu
velja.
Hann prógvar ongantíð, at Sepp
Blatter visti av hesum, men vísur
á, at tað helst er onkur, sum hevur
áhuga í at Sepp Blatter vinnur valið,
sum hevur goldið pengarnar.
Sepp Blatter royndi í síni tíð at
fáa steðgað bókini, sum millum
annað var bannað í heimlandinum
Sveis. Lennard Johansson ynskti
at tað bleiv gjørd ein kanning, men
tað bleiv av ongum.
ISL og fíggjarligt svik
FIFA og fyritøkan ISL vóru tætt
knýtt í fleiri ár. ISL stóð millum
annað fyri at selja sjónvarpsrætt
indini til HM kappingarnar. Men
í 2001 fer fyritøkan á heysin við
stórum halli.
Síðani er komið fram, at fyri
tøkan í fleiri førum hevur goldið
pengar til limir í FIFA og fyritøkur
teirra. Í einum føri er talan um
næstan 80 milliónir krónur, sum ein
høgtstandandi maður í FIFA hevur
fingið goldið á ólógligan hátt. Ein av
teimum, sum skal hava fingið ein
bita av kakuni er Joao Havelange.
Kendi bretski tíðindamaðurin,
Andrew Jennings, hevur í longri
tíð gravað í søguni hjá ISL og sam
bandið við FIFA. Í novembur mán
aði 2010 var dokumentarurin hjá
honum »FIFA’s Dirty Secrets« vísur
á BBC Panorama. Her vísur hann á
skjøl, sum vísa at ISL hevur flutt til
pengar til fleiri høgtstandandi limir
í FIFA.
Rætturin í Sveis fríkendi Sepp
Blatter, meðan ein innanhýsis kann
ing av støðuni var steðgað. Í apríl
mánaði í ár staðfesti »The Council
of Europe«, at Sepp Blatter sannlíkt
visti av mutrinum, tí talan var um
so stórar nøgdir.
Katar og HM 2022
Til forsetavalið í 2011 var Sepp
Blatter afturvaldur við 186 at
kvøðum av 203 møguligum. Einki
mótvalevni var og tí vildu fleiri
hava Sepp Blatter at útseta valið.
Mohammed Bin Hammam stillaði
upp í móti sitandi forsetanum,
men valdi stutt fyri valið at leggja
kongin í samband við at hann
saman við varaforsetanum í FIFA,
Jack Warner, var skuldsettur fyri at
royna at keypa atkvøður.
Mohammed
Bin
Hammam
stendur fast við, at Sepp Blatter
visti um mutur, men valdi einki at
siga.
Sami Mohammed Bin Hammam,
sum sjálvur er úr Katar, stóð á
odda fyri boðnum hjá Katar upp
á HM endaspælið í 2022. Tað gekk
væl, tí tá samanumkom skumpaði
Katar lond sum USA, Suðurkorea,
Japan og Avstralia til viks og vann
atkvøðugreiðsluna. Hetta hóast
landið er lítið, hevur bara 1,8 millión
íbúgvar og hitin liggur um hálvt
hundrað hitastig um summari,
umframt at allir leikvøllirnir mugu
byggjast og skulu eftir endaspælið
takast niðuraftur.
Hvat segði tú?
Tað er ikki lætt at skula umboða
allan heimin og samstundis hava
nakrar meiningar, uttan at traðka
onkran yvir føturnar. Tað hevur
Sepp Blatter fleiri ferðir gjørt.
Í 2004 helt hann fyri, at kvinnur
skuldu spæla í strømmum og styttri
brókum, sum verður gjørt í flog
bólti. Hetta fekk øði í grindina, sum
ikki vildi hoyra talan um slíkt prát.
Men tað vóru ikki øll, ið fóru so
hartorðaði mótvegis hugskotinum,
men vístu á nøkur ting. Táverandi
venjarin hjá Fulham, Marieanne
Spacey, segði at tær fyri tíggju
árum síðani spældu í strømmum
brókum, men at áhugi heldur ikki
var fyri teimum tá. Norski leikarin,
Lise Klaveness, helt fyri, at um fólk
vildu síggja lættklæddar modellir,
so kundu tey bara keypa eitt
Playboy blað.
Tað fekk eisini øði í grindina,
tá hann helt fyri, at leikarar bara
skuldu taka í hondina á hvørjum
øðrum eftir hvønn dyst og gloyma
hvat var hent á vøllinum. Hetta
var í samband við ein spurning um
rasistiskan málburð.
Í Katar er ikki loyvt samkyndum
at verða saman. Hann helt tí fyri,
at samkynd sum fóru til HM enda
spælið í 2022 í Katar skulu bara lata
verða við at verða saman, meðan
tey vóru har.
Hann hevur í longri tíð verið
ímóti máltøkni, men hann broytti
meining eftir dystin millum Týsk
land og Ongland í HM 2010, tá
skotið hjá Frank Lampard fór í
tvørstongina og nakað væl inn um
málstrikuna, men bleiv ikki góð
kent.
Blatter skal handa Tórsvøll
Í dag skal Sepp Blatter vitja í
Tinganesi, har hann er bjóðaður
til
morgunmat
hjá
Kaj
Leo
Johannesen løgmanni. Síðani verð
ur farið niðan á Tórsvøll, har FIFA
forsetin skal handa Tórsvøll og
festa eina plátu, sum prógv fyri at
FIFA hevur stuðlað verkætlanini
við tjóðarleikvøllinum.
trondur@sosialurin.fo
Umstríddur FIFA forseti á vitjan
Fótbóltur Hann heldur at konufólk skulu spæla í meiri eggjandi klæðum, hann er ákærdur fyri
fíggjarligt svik og mutur og hann heldur at rasistiskar ósemjur á vøllinum skulu loysast við at taka
í hondina á hvørjum øðrum. Hann er Joseph Blatter, FIFA forseti, og hann er á vitjan í Føroyum
forsetavitjan
FIFA- og FSF forsetarnir, Sepp Blatter og Christian Andreasen á veg til
morgunmatarvitjan hjá Kaj Leo Johannesen løgmanni í Tinganesi
Mynd: Álvur Haraldsen
Sepp Blatter og fyrrverandi
FIFA-forsetin, Joao Havelange
Mikudagin vóru meiri álvarsligar
uppgávur á skránni hjá Joseph
S. Blatter, um ein kann siga tað
so. Mikumorgunin var hann
bjóðaður til morgunmat hjá
Føroya løgmanni, Kaj Leo Holm
Johannesen, og eftir at klokkan
var 10, fór hann til Fótbóltssam
band Føroya á Tórsvølli, har
hann skuldi klippa ein reyðan
tráð sum tekin um, at FIFA hev
ur stuðlað verkætlanini á Tórs
vølli.
Fitt av fólki var savnað á
Tórsvølli, har føroyska landsliðið,
sum fyrireikar seg til tveir
undankappingardystir
ímóti
Svøríki fríggjadagin og Írlandi
týsdagin, vandi samstundis á
Tórsvølli.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri
í
Havn,
Petur
Elias
Petersen, ÍSF-forseti, og nógvir
fyrrverandi FSF-formenn vóru
eitt nú millum tey uppmøttu.
Stutt fyri klokkan 11 klipti
Joseph S. Blatter tráðin, sum
staðfesti, at FIFA hevur stuðlað
verkætlanini á Tórsvølli. Eftir
hetta var farið á tíðindafund inni
í hølunum hjá FSF, men av tí at
blaðið fór til prentingar í somu
løtu, var ikki møguligt at fáa
nakað við av hesum fundinum.
Joseph S. Blatter og fylgi
hansara fóru avstað við egnum
flogfari mikudagin seinnapart
við kós ímóti Zurich í Sveis.
albinus@sosialurin.fo
Lat Tórsvøll