mikudagur 10. oktober 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
a-landsdystur føroyar - svøríki upptakt
Fáa fína
fótbóltsvitjan
Fótbóltur Tað er eitt landslið við einari 104 ára langari,
stoltari søgu, sum føroyska fótbóltslandsliðið spælir ímóti
á Tórsvølli fríggjadagin. Svøríki hevur gjøgnum árini vunnið
trý HM heiðursmerki, og trý olympisk heiðursmerki
Heri Simonsen
Dysturin millum Føroyar og Svøríki
verður landsdystur nummar 955 hjá
tí svenska A-landsliðnum. Svenska
fótbóltslandsliðið hevur eina 104
ára langa søgu. Fyrsti landsdyst
urin hjá Svøríki varð á heimavølli
í Göteborg, 12. Juli í 1908 ímóti
Noregi.
Tann dysturin endaði við einum
knúsandi sigri, har svenskarar
vunnu heili 11-3. Søguliga hevur
Svøríki tikið lut í 11 HM-endaspølum,
og teir fara at stríðast fyri at røkka
enn einum HM-endaspæli í 2014.
Síðani 1992 hevur Svøríki tikið lut
í fimm EM-endaspølum. Svenska
fótbóltslandsliðið hevur eisini tikið
lut á 9 olymiskum summarleikum
gjøgnum tíðinnar.
Fyrsta heiðursmerki
kom í 1924
Fyrsta heiðursmerki hjá tí svenska
fótbóltslandsliðnum kom í 1924,
bert 16 ár aftaná tann fyrsta lands
dystin ímóti Noregi. Í 1924 vann
Svøríki
bronsuheiðursmerki
á
olympisku summarleikunum í tí
franska høvuðsstaðnum, París. Í
hálvfinaluni tapti Svøríki 1-2 ímóti
Sveis. Tveir bronsudystir máttu
til, áðrenn Svøríki tryggjaði sær
bronsuheiðursmerkini.
Tá á døgum var einki sum æt
longd leiktíð ella brotssparkskapp
ingar. Fyrri bronsudysturin millum
Svøríki og Holland endaði við javn
leiki 1-1. Í umdystinum eydnaðist
tað Svøríki at vinna 3-1 á Hollandi.
Í 1948 vann Svøríki olympiskt
gull á summarleikunum í London
við einum liði, sum hevði nógvar
profilar, sum seinnu skuldu gera
vart við seg til HM-endaspøl í 1950-
unum. Millum legendirnar sum
vunnu olympiskt gull í 1948 vóru
Nils Liedholm, Gunnar Gren og
Gunnar Nordahl, sum eisini gjørdu
vart við seg sum yrkisspælarar í AC
Milan í Italia, har teir blivu kendur
sum »Gre-No-Li« álopstrioin. Teir
megnaðu eisini at vinna italska
meistaraheiti við AC Milan.
Á summarleikunum í London í
1948 vann svenska liðið 3-1 á Jugo
slavia í finaluni. OL í 1948 er einasta
stóra altjóða fótbóltskapping, sum
Svøríki hevur vunnið. Tað sum
eisini ger 1948-liðið hjá Svøríki so
legendariskt er, at tríggir brøður
vóru á liðnum. Teir vóru Gunnar
Nordahl, Knut Nordahl og Bertil
Nordahl.
Í 1952 vann svenska landsliðið
sítt seinasta olympiska heiðurs
merki. Hetta árið vóru olympisku
summarleikirnir í finska høvuðs
staðnum, Helsinki. Í hálvfinaluni
møtti Svøríki tí legendariska liðnum
hjá Ferenc Puskás, og har snøgt
sagt einki at gera. Ungarn vann ein
knúsandi 6-0 sigur. Svenska liðið
reisti seg tó í bronsudystinum, tá
teir vunnu 2-0 á Vesturtýsklandi.
Tvey HM heiðurs
merki í 1950-unum
Í 1938 fekk Svøríki eitt heiðurligt
4. pláss í HM-endaspælinum í
Fraklandi, men tað skuldi blíva
enn betur við tíðini. 1950-ini var
eitt serliga gott tíðarskeið fyri
svenskan landsliðsfótbólt. Í 1950
var HM-endaspæl í Brasil. Svenska
fótbóltssambandið vildi ikki loyva
nøkrum yrkisspælarum at spæla
á tí svenska fótbóltslandsliðnum,
og vóru vónirnar ikki tær størstu
til svenska liðið. Men svenska
amatørliðið tók øll á bóli, og tað
eydnaðist svenska liðnum at vinna
bronsuheiðursmerki í 1950.
Tað eydnaðist ikki Svøríki at
vinna seg til HM-endaspælið í 1954,
men fýra ár seinni fekk Svøríki
sítt higartil besta HM-úrslit á
heimavølli. Tað eydnaðist svensku
vertunum at vinna seg í finaluna,
aftaná ein minniligan 3-1 sigur í
hálvfinaluni ímóti Vesturtýsklandi,
sum tá vóru heimsmeistarar. Mill
um svensku legendirnar á 1958 lið
num vóru Kalle Svensson, Orvar
Bergmark, Agne Simonsson, Kurt
Hamrin, Gunnar Gren, Lennart
»Nacka« Skoglund, Nils Liedholm og
Bengt »Julle« Gustafsson.
Í finaluni á Rásunda leikvøllinum
í Stokkhólmi, sum var ímóti Brasil
var tó ikki nógv at gera hjá Svøríki.
Brasil vann ein sannførandi 5-2
sigur, hóast Nils Liedholm legði
Svøríki á odda, tá bert fýra minuttir
vóru farnir. Tann bert 17 ára gamli
Péle skeyt tvey mál fyri Brasil í
finaluni.
Misjøvn úrtøka
Svøríki vann seg ikki í HM-enda
spølini í 1962 og í 1966, men í
1970-unum royndist væl betur.
Svenska landsliðið vann seg í HM-
endaspælið í Meksiko í 1970, men
ólukkutíð fyri svenskarar, so ruku
teir út uppá málmun. Svøríki var
í einum tøttum bólki saman við
Italia, Uruguay og Ísrael. Svøríki
tapti 0-1 ímóti Italia, sum seinni
í kappingini vann silvur. Ímóti
Ìsrael gjørdist talan um javnleik 1-1,
og ímóti Uruguay, sum seinni vann
seg í hálvfinaluna í kappingini,
eydnaðist tað svenskarum at vinna
1-0, sum tó ikki var nóg mikið til at
vinna seg víðari í kappingini.
Svøríki vann seg aftur í HM-
endaspælið, sum var í Vestur
týsklandi í 1974. Aftaná tveir mál
leysar javnleikir ímóti Bulgaria
og Hollandi, eydnaðist tað Svøríki
at vinna 3-0 á Uruguay. Í tí næsta
bólkaspælinum
tapti
Svøríki
0-1 ímóti Póllandi, sum seinni
vann bronsu í kappingini, og 2-4
ímóti Vesturtýsklandi, sum vann
kappingina. Svøríki vann tó 2-1 á
Jugoslavia, sum gav svenska liðnum
eitt fimta pláss í kappingini.
Millum profilarnar á 1974-liðnum
var Ronnie Hellström, sum seinni
kom at verja málið hjá týska
bundesliga-liðnum, Kaiserslautern.
Svøríki vann seg eisini til HM-enda
spælið í 1978, sum var í Argentina,
men har gekk ikki nakað serligt.
Svenskarar fingu javnleik 1-1 ímóti
Brasil, men teir taptu 0-1 ímóti
Spania og Eysturríki, og vóru úti av
kappingini.
Svøríki vann seg ikki í HM-
Fyrsta svenska landsliðið í 1908
Svenskt OL gull í 1948
Svøríki HM-silvurvinnarar á heimavølli í 1958