Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur a-landsdystur føroyar - svøríki upptakt endaspølini í 1982 og í 1986. Tað eydnaðist tó svenskarum at vinna seg í HM-endaspælið, sum var í Italia í 1990. Har hendi tað margháttliga, at svenska liðið tapti allar tríggjar dyst­irnar í bólkaspælinum við 1-2. Talan varð um tap ímóti Brasil, Skotlandi og Costa Rica. EM í 1992 og HM í 1994 Aftaná vónbrotið í 1990 fekk tað svenska landsliðið eitt veruligt gjøgnum­brot aftur. Svøríki var EM- vertstjóð í 1992. Svenskarar komu saman við Danmark víðari úr inn­ leiðandi bólkinum, har stóru tjóð­ ir­nar, Ongland og Frakland vóru sendar til hús. Svøríki vann 2-1 á Onglandi, 1-0 ímóti Danmark, og spældi javnleik 1-1 ímóti Fraklandi. Í hálvfinaluni gjørdist Týskland tó ein ov stórur biti, og tapti Svøríki 2-3 ímóti Týsklandi í hálvfinaluni. HM-endaspælið í 1994 gjørdist minniligt fyri Svøríki. Í innleiðandi bólka­spælinum spældi Svøríki javnleik 2-2 ímóti Kamerun, og javn­leik 1-1 ímóti Brasil. Liðið vann triðja dystin ímóti Russlandi við 3-1. Í áttandapartsfinaluni vann Svøríki 3-1 á Saudi Arabia. Fjórð­ ings­finalan ímóti Rumenia gjørdist ein minniligur dystur, sum endaði við longdari leiktíð og brots­sparks­ kapping, har Svøríki at enda var omaná 7-6. Í hálvfinaluni gjørdi Svøríki ikki tær stóru skreytirnar ímóti Romario og Brasil, sum vunnu 1-0. Í bronsudystinum reistist svenska liðið tó veruliga, og út­ klass­aðu teir Bulgaria við einum sann­før­andi 4-0 sigri, har øll málini fullu í fyrra hálvleiki. Bragdið hjá Thomas Brolin, Martin Dahlin, Henrik Larsson, Thomas Ravelli og hinum spæl­arunum á 1994-liðnum hjá Svøríki var valt til aldarinnar ítróttar­bragd á einari atkvøðu í Svøríki. Rímiliga gott í 2002-2006 Tað hevur gingið rættiliga misjavnt hjá Svøríki síðani 1994. Liðið vann seg í EM-endaspælið Í Belgia og Hollandi, summarið 2000, men har gjørdist talan 1-2 tap ímóti Belgia, 1-2 tap ímóti Italia og javn­leik 0-0 ímóti Turkalandi í tí inn­leið­ andi bólkaspælinum. Í HM-enda­ spæl­inum í 2002, sum var í Japan og Suður­korea gekk munandi frægari. Svøríki spældi javnleik 1-1 ímóti bæði Onglandi og Argentina, umframt ein 2-1 sigur á Nigeria, sum gjørdi, at Svøríki vann tann innleiðandi bólkin. Í áttandapartsfinaluni gekk tó galið, tá svenskarar taptu 1-2 ímóti Senegal aftaná longda leiktíð. Í EM-endaspælinum í 2004, sum var í Portugal gjørdist aftur talan um eitt góðkent avrik. Svenskarar vunnu ein knúsandi 5-0 sigur ímóti Bulgaria. Svenskarar spældu 1-1 ímóti Italia og 2-2 ímóti Danmark, og vunnu teir bólkin uppá málmun. Í fjórðingsfinaluni var eydnan ikki blíð við svenskarar. Svøríki tapti ímóti Hollandi, aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Svøríki vann seg eisini í HM-endaspælið í Týsklandi, sum var summarið 2006. Liðið byrjaði illa við einum 0-0 javnleiki ímóti Trinidad og Tobago. Í teimum næstu dystunum eydn­ aðist tað tó at vinna 1-0 á Paraguay, og at spæla javnleik 2-2 ímóti Ong­ landi. Ì áttandapartsfinaluni endaði tað tó við einum 0-2 ósigri ímóti vertstjóðini, Týsklandi. Minni gott í 2008-2012 EM-endaspælið í 2008 endaði minni væl hjá Svøríki, tá liðið tapti 1-2 ímóti Spania og 0-2 ímóti Russ­ landi, tá munaði ein 2-0 sigur á Grikkalandi ikki tað stóra, tá sam­ an­um kom. Svøríki vann seg ikki til HM- enda­spælið í Suður-Afrika, summ­ arið 2010. Í summar var liðið víð í EM-enda­ spælinum í Ukraina og Pól­landi. Svøríki tapti 1-2 ímóti Ukraina, og 2-3 ímóti Onglandi, men endaði væl við einum 2-0 sigri á Frak­landi. Teir bláu og gulu við Zlatan Ibrahimovic á odda leingist eftir at sleppa at spæla í einum enda­spæli aftur. Næsta forðingin á vegnum er Føroyar. Svenski fót­bólts­almenn­ ingurin krevur ein sigur, men venj­ arin Erik Hamrén ávarar ímóti at undirmeta føroyska liðið. Svøríki og Føroyar hava bara spælt ein A-landsdyst. Tað var 31. jan­uar í 2001, tá liðini møttust í innandura fótbóltshøllini í Växjö. Dysturin sum endaði við javnleiki 0-0, var tann fyrsti dysturin hjá Zlatan Ibrahimovic á tí svenska A-landsliðnum. Nú kemur Zlatan til Føroya, sum heimsstjørna og lið­ skipari á tí søguríka svenska lands­ liðnum. heris@sosialurin.fo HM 1994 bronsuliðið hjá Svøríki var valt til aldarinnar ítróttar­bragd Jóhannus Joensen er í hesu støðu omaná einum ungum Zlatan Ibrahimovic, í higartil einasta skrásetta dystinum millum londini bæði Hans Fróði Hansen og Zlatan í nærdysti í 2001 Føroyingar skulu nú aftur royna seg móti svensku superstjørnuni, á Tórsvølli fríggjadagin kl. 17.00 Svøríki var EM-vertstjóð í 1992. Her er tað Thomas Brolin við bóltinum í 1-0 sigrinum á Danmark, ið fór víðari at vinna kappingina