Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Sosialurin viðgjørdi miku­ dagin eina kanning, sum mill­um annað vísir, at børn og ung í Føroyum drekka verri enn javnaldrar teirra í Ís­landi. Tað kom ikki óvart á Óla Rubek­sen, leiðara fyri SSP, sum er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið, at 40 prosent av næm­ing­unum í 9. flokki. Tað hava aðrar kanningar eisi­ni víst. - Men mær dámar ikki, at sjóneykan verður varpað so nógv á tann bólkin. Vit eiga heldur at hava tey 60 pro­ sent­ini, sum ongantíð hava drukk­ið, sum fyrimynd. Gransk­ing sigur, at tað gevur meira úrslit at hugsa so. Kann­ing at í 8. flokki vísa, at 88-89 prosent ongantíð hava at smakkað sær á, og tað er hetta, vit eiga at fáa fram, sig­ ur Óli Rubeksen. Hann ásannar, at tað fyri­ byrj­andi arbeiði, ið gjørt er, ikki hevur verið nóg gott. Hinvegin eru ikki meira enn trý ár, síðan SSP fór til verka eitt nú við at hava foreldrafundir. Tað tek­ur sína tíð, til úrslit sæst av tí arbeiðinum, sigur Óli Rubek­ sen. - Tey, sum liva tað góða lív­ið, eiga at vera fyrimyndin hjá hinum, sum skulu læra at taka tað rætta valið og ikki at smakka sær á, fyrr enn tey eru búgvin til tað. Foreldrini eiga ábyrgdina Men tað er ikki skúlin, sum hev­ur høvuðsábyrgdina av at halda tey ungu á rættari kós. Royndir vísa, at foreldrini eru tann besta fyribyrgingin, er ein boðskapur, sum SSP kem­ur við. - Tað hevur ikki verið ­sið­venja í Føroyum at taka for­eldri­ni so nógv við upp á ráð. Foreldur sendu børnini í skúla. Nú skulu tey við teim­ um í skúla. Óli Rubeksen ferðast runt til skúlar og hevur fund­ir við fo­reldur at skúla­næm­ing­un­ um. Endamálið er at gera eitt netverk millum foreldur. For­eldrini í flokkinum skulu hittast av og á fyri at skifta orð um uppaling, at seta mark og geva hvør øðrum hug­skot. Foreldrasamstarv - Tí skal arbeiðast miðvíst við líka frá skúlabyrjan. Foreldur skulu sita saman og knýta samband og taka lívs­spurn­ ingar upp til viðgerðar. For­ eld­ur skulu ikki ganga einsa­ møll við tí, um okkurt er, tí vit mugu taka okkum av hvør øðrum, sigur Óli Rubek­ s­en. Málið er at fáa foreldrini at hava ein størri leiklut av trivnaðinum hjá næm­ing­in­ um og flokkinum sum heild. - Tað liggur ein kraft í foreldrunum, og við at sleppa tí kraftini lesari, ger hon børnunum og teimum ungu væl. Óli Rubeksen heldur, at eitt slíkt miðvíst arbeiði gev­ ur nógv betri úrslit enn at fáa allar møguligar serfrøðingar til Føroya at halda fyrilestrar. - Tað rínir ikki við kortini. Nógv foreldur hava upp­ liv­að, at barn teirra sigur seg vilja sleppa tað sama sum vin­fólk­ini. - Hatta er tað, sum verður nevnt meiraluta misskiljing. Eingi­n sigur, at viðkomandi hev­ur sagt satt, og tosa for­eld­ ur saman, finna tey út av tí. Óli Rubeksen sigur, at tá ið tað kemur til at drekka, gera foreldrini best við at mæla børnunum frá at drekka. Tann mátin virkar best. Vilja tey ungu, sum eru und­ir 18 ár, vilja hava hendur á rús­drekka, finna tey altíð út av tí kortini. Hann er sannførdur um, at vórðu tølini útgreinað, vóru tølini ymisk frá bygd til bý, tí lívið er ikki tað sama alla­stað­ni. Meira saman Í summar hevði SSP eina røð av lýsingum við áheitan á for­eld­ur og børn um at savna góð minnir saman. Boð­skap­ ur­in var, at foreldur og børn skulu vera meira saman og gera nakað saman. - Tað verður altíð ein bólk­ ur av fólki, sum dettur nið­ur ímillum, og vit hava skip­ an­ir, sum skulu taka sær av teim­um. Okkara arbeiði er at virka fyri tí góða lívinum hjá teim­um kanska 98 orsent av fólku­num, sum ikki eru í tí bólki­num, sigur Óli Rubek­ sen. Í Íslandi hava tey ta skipan­ina, at ung undir ein ávís­an aldur ikki hava loyvi at ganga úti eftir eina ávísa klokku­tíð. - Nei, eg haldi ikki, at vit skulu skipa okkara samfelag við slíkum forboðum. Hvat gera vit, tá ið vit ein hend­ inga dag hava ein góðan sóls­ skins­dag? Skulu vit tá reka børn­ini inn, tá ið klokkan slær. Hatta er at taka á­byrgd­ ina frá foreldrunum, sigur Óli Rubeksen. Randi Jacobsen Byggifyritøkan TG-Verk, sum átti lægstu boðini í fimm av teimum níggju arbeiðs­tøk­unum, ið bod­ nar vóru út, samráðist í løtu­ni við Landsverk fyri at finna sparingar fyri at fáa kostnaðin niður. Ætlanin er at fáa end­ að hesar samráðingar um mánaðaðarskiftið, sigur Høgni Lauritsen, stjóri. Enn verður burturav arbeitt við fíggjarligu viður­skiftunum, Røddir hava verið fram­mi um, at ein so stór byggi­verk­ætlan fer at krevja, at nógv fremmand arbeiðs­megi kemur til landið. TG-Verk hevur ikki nakrar ítøkiligar útrokn­ ingar, sum siga, hvussu nógv fólk skulu til at bygg­ja Marknagilsdepilin. Tað má bíða, til sam­ráð­ ingarnar og alt tað fíggjar­ liga er komið á pláss. Høgni Lauritsen sigur tó, at tey í høvuðsheitum ætla at brúka føroyska arbeiðs­megi, tí hon er bíligari. Tað kostar væl meira at biðja útlendskar hand­verkarar koma til Før­oya, tí tá skal gjaldast bæði fyri ferðir, innivist og kost. Høgni Lauritsen vænt­ ar ikki, at tað verður trup­ ult at fáa nóg mikið av hand­verkarum í Føroyum, tí væl er til av teimum í landi­num. Tað hevði verið at funnið elektrikarar, tí ein stórur partur av før­ oysku elektrikarunum ar­ beið­ir uttanlands. Høgni Lauritsen úti­ lok­ar ikki, at neyðugt óiv­að verður at fáa fólk uttan­eftir at koma at gera ser­upp­gávur í sambandi við Markna­gils­depilin. Foreldrini eru besta fyribyrgingin Ung og trivnaður Sjóneykan eigur at verða sett á, at nógv tey flestu klára seg væl. Foreldur hjá næmingunum í einum flokki skulu læra at tosa saman um viðurskiftini, sigur Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP Ætla at klára seg við føroyskari arbeiðsmegi TG-Verk hevur enn ikki roknað seg fram til, hvussu nógv fólk skulu til at gera Marknagilsdepilin. Ætlanin er í høvuðsheitum at brúka føroyska arbeiðsmegi, sigur Høgni Lauritsen, stjóri Boðskapurin hjá SSP er, at foreldrini skulu vera meira um børnini