fríggjadagur 12. oktober 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Sosialurin viðgjørdi miku
dagin eina kanning, sum
millum annað vísir, at børn
og ung í Føroyum drekka
verri enn javnaldrar teirra í
Íslandi.
Tað kom ikki óvart á Óla
Rubeksen, leiðara fyri SSP,
sum er samstarv millum
skúla, sosialar myndugleikar
og politiið, at 40 prosent av
næmingunum í 9. flokki.
Tað hava aðrar kanningar
eisini víst.
- Men mær dámar ikki, at
sjóneykan verður varpað so
nógv á tann bólkin. Vit eiga
heldur at hava tey 60 pro
sentini, sum ongantíð hava
drukkið,
sum
fyrimynd.
Gransking sigur, at tað gevur
meira úrslit at hugsa so.
Kanning at í 8. flokki vísa, at
88-89 prosent ongantíð hava
at smakkað sær á, og tað er
hetta, vit eiga at fáa fram, sig
ur Óli Rubeksen.
Hann ásannar, at tað fyri
byrjandi arbeiði, ið gjørt er,
ikki hevur verið nóg gott.
Hinvegin eru ikki meira
enn trý ár, síðan SSP fór
til verka eitt nú við at hava
foreldrafundir. Tað tekur
sína tíð, til úrslit sæst av tí
arbeiðinum, sigur Óli Rubek
sen.
- Tey, sum liva tað góða
lívið, eiga at vera fyrimyndin
hjá hinum, sum skulu læra at
taka tað rætta valið og ikki at
smakka sær á, fyrr enn tey
eru búgvin til tað.
Foreldrini eiga
ábyrgdina
Men tað er ikki skúlin, sum
hevur høvuðsábyrgdina av
at halda tey ungu á rættari
kós.
Royndir vísa, at foreldrini
eru tann besta fyribyrgingin,
er ein boðskapur, sum SSP
kemur við.
- Tað hevur ikki verið
siðvenja í Føroyum at taka
foreldrini so nógv við upp á
ráð. Foreldur sendu børnini í
skúla. Nú skulu tey við teim
um í skúla.
Óli Rubeksen ferðast runt
til skúlar og hevur fundir við
foreldur at skúlanæmingun
um. Endamálið er at gera
eitt netverk millum foreldur.
Foreldrini í flokkinum skulu
hittast av og á fyri at skifta
orð um uppaling, at seta
mark og geva hvør øðrum
hugskot.
Foreldrasamstarv
- Tí skal arbeiðast miðvíst við
líka frá skúlabyrjan. Foreldur
skulu sita saman og knýta
samband og taka lívsspurn
ingar upp til viðgerðar. For
eldur skulu ikki ganga einsa
møll við tí, um okkurt er,
tí vit mugu taka okkum av
hvør øðrum, sigur Óli Rubek
sen.
Málið er at fáa foreldrini
at hava ein størri leiklut av
trivnaðinum hjá næmingin
um og flokkinum sum heild.
- Tað liggur ein kraft
í foreldrunum, og við at
sleppa tí kraftini lesari, ger
hon børnunum og teimum
ungu væl.
Óli Rubeksen heldur, at
eitt slíkt miðvíst arbeiði gev
ur nógv betri úrslit enn at fáa
allar møguligar serfrøðingar
til Føroya at halda fyrilestrar.
- Tað rínir ikki við kortini.
Nógv foreldur hava upp
livað, at barn teirra sigur seg
vilja sleppa tað sama sum
vinfólkini.
- Hatta er tað, sum verður
nevnt meiraluta misskiljing.
Eingin sigur, at viðkomandi
hevur sagt satt, og tosa foreld
ur saman, finna tey út av tí.
Óli Rubeksen sigur, at tá
ið tað kemur til at drekka,
gera foreldrini best við at
mæla
børnunum
frá
at
drekka. Tann mátin virkar
best. Vilja tey ungu, sum eru
undir 18 ár, vilja hava hendur
á rúsdrekka, finna tey altíð
út av tí kortini.
Hann er sannførdur um,
at vórðu tølini útgreinað,
vóru tølini ymisk frá bygd
til bý, tí lívið er ikki tað sama
allastaðni.
Meira saman
Í summar hevði SSP eina røð
av lýsingum við áheitan á
foreldur og børn um at savna
góð minnir saman. Boðskap
urin var, at foreldur og børn
skulu vera meira saman og
gera nakað saman.
- Tað verður altíð ein bólk
ur av fólki, sum dettur niður
ímillum, og vit hava skip
anir, sum skulu taka sær av
teimum. Okkara arbeiði er at
virka fyri tí góða lívinum hjá
teimum kanska 98 orsent av
fólkunum, sum ikki eru í tí
bólkinum, sigur Óli Rubek
sen.
Í Íslandi hava tey ta
skipanina, at ung undir ein
ávísan aldur ikki hava loyvi
at ganga úti eftir eina ávísa
klokkutíð.
- Nei, eg haldi ikki, at vit
skulu skipa okkara samfelag
við slíkum forboðum. Hvat
gera vit, tá ið vit ein hend
inga dag hava ein góðan sóls
skinsdag? Skulu vit tá reka
børnini inn, tá ið klokkan
slær. Hatta er at taka ábyrgd
ina frá foreldrunum, sigur
Óli Rubeksen.
Randi Jacobsen
Byggifyritøkan TG-Verk,
sum átti lægstu boðini í
fimm av teimum níggju
arbeiðstøkunum, ið bod
nar vóru út, samráðist í
løtuni við Landsverk fyri
at finna sparingar fyri at
fáa kostnaðin niður.
Ætlanin er at fáa end
að hesar samráðingar um
mánaðaðarskiftið, sigur
Høgni Lauritsen, stjóri.
Enn verður burturav
arbeitt
við
fíggjarligu
viðurskiftunum,
Røddir
hava
verið
frammi um, at ein so stór
byggiverkætlan
fer
at
krevja, at nógv fremmand
arbeiðsmegi kemur til
landið.
TG-Verk
hevur
ikki
nakrar ítøkiligar útrokn
ingar, sum siga, hvussu
nógv fólk skulu til at
byggja Marknagilsdepilin.
Tað má bíða, til samráð
ingarnar og alt tað fíggjar
liga er komið á pláss.
Høgni Lauritsen sigur
tó, at tey í høvuðsheitum
ætla at brúka føroyska
arbeiðsmegi, tí hon er
bíligari. Tað kostar væl
meira at biðja útlendskar
handverkarar koma til
Føroya, tí tá skal gjaldast
bæði fyri ferðir, innivist
og kost.
Høgni Lauritsen vænt
ar ikki, at tað verður trup
ult at fáa nóg mikið av
handverkarum í Føroyum,
tí væl er til av teimum í
landinum. Tað hevði verið
at funnið elektrikarar, tí
ein stórur partur av før
oysku elektrikarunum ar
beiðir uttanlands.
Høgni Lauritsen úti
lokar ikki, at neyðugt
óivað verður at fáa fólk
uttaneftir at koma at gera
seruppgávur í sambandi
við Marknagilsdepilin.
Foreldrini eru
besta fyribyrgingin
Ung og trivnaður Sjóneykan eigur at verða sett á, at nógv tey flestu
klára seg væl. Foreldur hjá næmingunum í einum flokki skulu læra at
tosa saman um viðurskiftini, sigur Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP
Ætla at
klára seg við
føroyskari
arbeiðsmegi
TG-Verk hevur enn ikki
roknað seg fram til, hvussu
nógv fólk skulu til at gera
Marknagilsdepilin. Ætlanin
er í høvuðsheitum at brúka
føroyska arbeiðsmegi, sigur
Høgni Lauritsen, stjóri
Boðskapurin hjá SSP
er, at foreldrini skulu
vera meira um børnini