fríggjadagur 12. oktober 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ein sera rørandi løta
í Ghetto Føroyum í gjár, tá ið
Arnold Ludvig og kona hansara
Anna Iachino skuldi framføra
tvey løg. Tey valdi, at syngja tey
til æru fyri Rasmus Rasmussen,
sum í vikuni andaðist.
Bæði Arnold og Anna vóru
týðiliga rørd av, at tosa um Ras
mus, nú hann er farin higani.
Fyrsta lagið tey spældu í send
ingini eitur Sunshine.
- Vit vilja syngja sangin til
æru og heiðurs fyri Rasmus.
Hann var ein sólglotti í mínum
lívi, tá ið eg búði í Føroyum. Ein
sera fitt sál, sum nemdi við mítt
hjarta, greiddi Anna frá.
Eisini næsta lagið í sendingini
var sungið í Rasmusar navni. Tað
var eitt lag um frælsi.
- Nú er hann fríur, óansæð
hvar hann er. Tað er týdningar
mikið at liva sum frí menniskju,
og eg vóni, at næsta ættarliðið
kann liva frítt og frælst, sigur
Anna.
Bólkurin hjá teimum báðum
eitur Monkey Rats, og tað ber til
at finna teirra løg á Facebook og
á YouTube.
Í
málarastovuni
hjá
unga
listamanninum,
Bárði
Dal
Christiansen, eru ikki bara sprey
dósir, lørift og penslar. Har búgva
eisini fleiri hundrað leikuverur.
“Actionmenn”, skrímsl og teirra
bilar. Alt frá einari verð, ið geva
listamanninum íblástur at mála.
- Leikurnar mynda ymiskar
klótur, sum eg havi livað meg inn
í, síðani eg var heilt lítil. Tað er
just sum at vera við í einum filmi,
har eg sjálvur geri av, hvat hendir,
sigur Bárður Dal Christiansen.
Men tað eru ikki bara verur
nar, ið geva honum íblástur. Tá
hann fer í song, lurtar hann eftir
teknirøðum, tónleiki og fyri
lestrum, ið geva honum myndir í
høvdið. Myndir, ið hann fær hug
at tekna og mála:
- Eg havi fingið tann óvanan,
at eg fái ikki sovið, um eg ikki
havi okkurt í oyrunum at lurta
eftir. Orðini eg hoyri, geva mær
íblástur. Serliga hipphopptón
leikur, sum inniheldur nógv orð.
Tað er tó ikki bara altíð lætt at
finna stundir og frið til at mála
og tekna, tá málistovan er í somu
íbúð, sum tvey ára gamla dótt
urin, Julia Rósa, og daman, Fríða,
eisini búgva í. Tí arbeiðir Bárður
best um náttina.
- Til tíðir kann tað vera
strævið at sova lítið og ikki at
hava ein vanligan gerandisdag.
Men um dagarnar kann eg sita
ein heilan dag og einki gera. Og
tá tað so verður myrkt, kann
eg fáa ein heilan arbeiðsdag
gjørdan uppá nakrar fáar tímar.
Tá sleppi eg at sita í friði og
finni ró.
Eisini roynir Bárður at læra
seg at sløkkja Facebook, sum
hann heldur lættliga kann stjala
alla tíðina frá sær.
- Facebook órógvar bæði um
dagin og náttina. Eg havi øgiliga
lætt við at blíva órógvaður. Tí
koyri eg oyramikrofonir í oyruni,
tá eg arbeiði. So fái eg savnað
meg.
Bárður er ikki bara listamaður,
hann samlar eisini uppá list og
gongur høgt uppí, hvat hongur á
veggjunum heima.
- Eg havi savnað nógvar
myndir saman. Onkra havi eg
keypt á loppumarknaði, aðrar
frá listafólkum, eg kenni. Serliga
glaður eri eg fyri tær báðar
myndirnar, sum pápi mín hevur
teknað av mær og mammu.
Bárður hevur búð í Danmark
seinastu fimm árini, men hevur
ein dreym um at flyta aftur til
Føroya og arbeiða við list.
Ein øvutur ungur maður
Arnold og Anna sungu fyri Rasmusi
LIST Hann bryggjar kaffi í tekannuna. Hann arbeiðir um náttina. Hann savnar leikuverur. Og svevur
við hipphopptónleki í oyrunum fyri at fáa íblástur at mála. Ein íblástur, sum Facebook í heilum hóttir
við at oyðileggja. Útisetin í Ghetto Føroyum hesa vikuna er listamaðurin, Bárður Dal Christiansen