fríggjadagur 12. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tann fyrsti Morris Minor bilurin, sum Sir Alec Issigonis teknaði, rullaði
av samlibandinum á verksmiðjuni í Cowley í Oxfodshire hendan dagin í
1948. Á myndini síggja vit Morris Minor hjá Erik Petersen á ferð í Noreg
Fyri júst einum ári síðani
var man ein ógloymandi
túr í dýrdarveðri í fjøruni í
Syðrugøtu og kannaði ymisk
viðurskifti saman við fróðar
fólki. Út á Breiðá og Norð í
Gjónna. Ein heystardagur
við
vakurleika,
dýrd
og
tyngd. Sama kvøld ringdi
telefonin, og har vóru ikki
góð tíðindi. ”Mamma tín er
brádliga versnað so mikið,
at tú heldur mást koma
suður beinanvegin.” Hetta
var løgið. Frá sælari hvíld
í náttúrunnar ríkidømi til
djúpa stúran og angist eftir
nøkrum fáum sekundum
á máltráðnum. Man trúði
ikki, at hetta bar til. Komin
um Heltnará millum Fjarða,
ringir telefonin aftur. ”Ert
tú á veg?” Ja, so visti man, at
hetta var ikki ein marra, men
beiskur veruleiki.
Hetta var ein hvøkkur
av teimum størstu, vit báðir
brøðurnir fáa í lívinum.
Mamma var blivin sjúk vik
una frammanundan. Inn
løgd, løgd undir skurð og
komin upp á deildina aftur
at liggja. Tað tóktist ganga
framá. Hennara mót gav
okkum mót, sum so mangan
áður. Hvør uttan hon, sum
alt sítt arbeiðslív hevði havt
sína dagligu gongd millum
læknar,
sjúkrasystrar
og
sjúk, skuldi annars vita tað?
Sum náttin leið, og mamma
viknaði, gjørdist tó alsamt
greiðari fyri okkum, sum um
hana vóru, hvønn veg tað bar,
hóast hon sum altíð royndi at
halda mótinum uppi. Hetta
varð hennara seinasta nátt.
Hóast eitt ár er runnið,
og jørðin um sólina hevur
snarað, so standa vit enn
spyrjandi; hví so skuldi ganga
mammu okkara bert 65 ára
gomul.
Mamma varð fødd í Havn
á mariumessu 25. mars 1946
og var elst av fimm systkjum.
Hon tók studentsprógv í 1966
og fór beinanvegin í starv á
Landssjúkrahúsinum,
har
hon starvaðist øll árini. Var
niðri á skúla í 67-68, áðrenn
hon bleiv skrivari hjá Essa
Arge, yvirlækna, og síðani
hjá Jan Jespersen, yvirlækna.
Seinastu árini á Landssjúkra
húsinum starvaðist mamma
sum leiðsluskrivari á Psyki
atriska deplinum.
Mamma var ein konubrot.
Hon megnaði so mangt
undir løttum sum truplum
umstøðum. Hon var ein
mamma við stóra M, og
orðini í sanginum ”heimsins
besta mamma mamma mín”
eru ikki ov stór í hesum høpi.
Hon setti familjuna fram
um alt, men dugdi eisini at
fara um seg sjálva. Antin
í heiminum í Brøttulíð, í
Blómubrekku hjá Erlingi, í
barnaheiminum á Tinghús
vegnum hjá mammuni ella
Úti í Grógv í Syðrugøtu hjá
ommubørnunum, har hon
sjálv á barnaárum hevði upp
livað eina ommu, sum var eitt
konubrot.
Trúfesti og áræði vóru
eginleikar, ið myndaðu lív og
virki hjá mammu. Trúfesti
vísti hon í ríkiligt mát sam
an við familju, vinum og
starvsfeløgum.
Var
ein
møguleiki at vera saman við
sínum nærmastu ella vera til
hjálpar á einhvønn hátt, ja so
varð hann við vissu nýttur til
fulnar.
Áræði eyðkendi hennara
verumáta. Altíð á ferð móti
næsta máli, og har onnur
høvdu hug at gevast á hond
um, segði hon avgjørd: ”Nei”,
tí hon vildi loysa úr lagdi tað,
sum hon nú einaferð hevði
sett sær fyri.
Nú
mamma
er
farin,
renna so nógv minni aftur
og aftur fram fyri okkum.
Góðar og fjálgar løtur man
slapp at taka lut í. Løtur,
sum hava myndað okkum,
og sum man í takksemi kann
frøast um. Um tað var á
skrivstovuni hjá Essa ella hjá
biskupi, til postalínsmáling í
Kommunuskúlanum,
bók
binding hjá Judith, svimjing
í Gundadali ella føroyskan
dans í Norðurlandahúsinum.
Ella tá vit fýra, mamma,
babba, Erling og Páll, vóru á
veg upp á Fløyen í Bergen, í
undirgrundini í London ella
undir liðini á Strokki í Íslandi.
Tað var líkamikið. Mamma
var altíð hin sama trúfasta
og trygga mamman.
Nú er heystið aftur. Í fjør
uni síggjast flytifuglar á ferð
síni til heitari heimar. Fuglar,
sum í vár vóru á somu leiðum
ávegis at byggja sær bústaðir
og nørast. Soleiðis er lívið.
Altíð ein ferð rammað inn í
lívsins árstíðir við hvør sín
um endamáli.
Heystið hjá mammu varð
stutt, og veturin slapp hon
ikki at uppliva. Til tað vórðu
dagar hennara ov fáir. Vit,
sum eftir sita, babba, omma,
systkini, familja, vinir og
kenningar, kunnu tó frøast
um at hava upplivað lívsins
vár og summar saman við
henni. Vit mugu góðtaka, at
ein er, ið øllum má valda, og
álit okkara er sett á, at hann
við hesum hevði eina ætlan
og eitt djypri endamál, sum
okkum á foldum tó er og
verður ókunnugt.
Árið, sum farið er, hevur
serliga eitt sálmaørindi ferð
eftir ferð reikað í sinninum
og sett síni spor. Sálmurin
”Ger tað sindrið tú kanst”, ið
kenda svenska sálmaskaldið
Lina Sandell yrkti og Jákup
Dahl, próstur, týddi. Heitið
ljóðar kanska ikki av nógvum,
men í tí liggur so ómetaliga
nógv. Ein ásannan av, hvussu
lítil vit hvør sær eru í tí stóru
heildini, men samstundis
ein ákallan á okkum um at
gera tað, vit megna, um tað
so er lítið ella stórt. Tað var
hesin hugburður, sum var
grundarlagið hjá mammu, og
tað var henda hugburð, hon
útinti í odd og egg, og sum
kann vera okkum øðrum til
fyrimyndar og áminningar.
Hvíl í friði góða mamma
og takk fyri alt.
Synirnir
Ger tað sindrið, tú kanst, og
nýt allan tín mátt,
Nú er stundin, men stokkut
hon er,
Eftir vár kemur heyst, eftir
dag kemur nátt,
Og eitt sinn tað at lýsa fer.
Ver tí íðin og sáa og gev ikki
grið,
At títt arbeið kann búnast
í frið.
30. september fingu Páll og Dánjal eina lítlasystur. Hon
vigaði 3820 gr. og var 55 cm lang. Foreldur teirra eru
Meinhardt Joensen og Anna Müller, Klaksvík.
Føðingar
5. oktober fingu Katrin Joensen Tórshavn og Álvur Hansen,
Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4080
gr.
15. september fingu Sharda Róin Magnussen, Tórshavn, og
Jógvan Joensen, Miðvági, búsitandi í Keypmannahavn, ein
son, og Mattias fekk ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3552 gr
og var 52 cm langur.
Minningarorð um Jórun Arge
f. 25. mars 1946 d. 13. oktober 2011
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo