fríggjadagur 12. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ndur í Føroyum
Men tann 17. oktober hendir ikki
bara tað, tí umframt hesa bókina
hevur Johnny Thomsen týtt
russiska stórverkið Meistaran og
Margarita eftir Mikhail Bulga
kov. Hetta stórverk verður eisini
lagt fram sama kvøld.
Og sum um tað ikki var nóg
mikið, so letur SPROTIN nýggja
russika – føroyska orðabók upp,
sum Johnny Thomsen eisini
hevur avrikað seinastu mongu
árini.
17.
oktober
seta
Sprotin
og Hotel Føroyar russiskt á
skránna, og vit sleppa at kaga
inn í ein heim, flest okkara púrt
einki vita um.
Skráin fyri hetta
russiska kvøldið
Boðið verður vælkomið
Nikolaos Kapnas og Jóannes
Andreassen spæla russiskt tón
leikastykki
Mikhail Sjiskijn greiðir frá
bókaverkinum Brævabókini og
sínum skaldskapi.
Johnny Thomsen greiðir frá
týðingini og greiðir eisini frá
Meistaranum og Margaritu
Nikolaos Kapnas og Jóannes
Andreassen spæla
Russiska orðabókin verður
latin upp og Johnny greiðir frá
tí arbeiðinum.
Nikolaos Kapnas og Jóannes
Andreassen spæla
Hotellið bjóðar ein kaffimunn.
Til ber at keypa bøkurnar
á staðnum, og høvundurin
signerar.
Johnny Thomsen er føddur í Klaksvík í 1941. Hann er útbúgvin
cand.mag. í russiskum og eingilskum. Hann hevur verið leiðari av
einum HF-skeiði og hevur undirvíst í eingilskum og russiskum á
studentaskúlum og HF-skeiðum í Føroyum og Danmark. Hevur
annars arbeitt sum umsetari, tolkur og konsulentur, m.a. arbeiddi
hann í tvey ár á skipasmiðjuni DANYARD í Frederikshavn í sambandi
við bygging av russiskum skipum. Í sjey ár arbeiddi hann sum
havnaragentur, mest hjá russiskum skipum undir Føroyum. Hevur
annars arbeitt sum orðabókarithøvundur og hvørt av sínum.
Umframt at hava týttt eitt ørgrynni av yrkingum og stuttsøgum
eftir russiskar høvundar hevur Johnny týtt hesar bøkur:
Fjodor Dostojevskij: Dupultgangarin
Galina Stjerbakova: Við føturnar á liggjandi konum
Mikhail Bulgakov: Meistarin og Margarita
Mikhail Sjisjkin: Brævabókin
Høvuðsavrikið er kortini Russisk-føroysk orðabók, ið Johnny hevur
totast við í mong ár.
Mikhail Sjisjkin og Johnny Thomsen avmyndaðir í fjør, tá ið týðararnir,
ið týddu Brævabókina og onnur verk eftir Sjisjkin, hittust í Sveis
FAKTA um Johnny Thomsen
góðasta! Tí tá eg nú skrivi hesar
reglur, so merkir tað, at einki er
hent mær! Eg skrivi, tískil eri eg á
lívi enn.
Men Sasja hevur annað í tonkun
um, tí hon flytir inn saman við
dronginum. Tað vita vit, men ikki
hermaðurin. Soleiðis ger Sjisjkin
samrøðandi og intimu brævaskald
søguna um til fleiri einarøður. In
timar. Samrøðan er ikki til. Tey
skriva hvørt í sínum lagi einarøður
og so við og við virkar tað sum tey
gloyma, hvønn tey skriva til.
Tá ið episki motorurin er úr
koplaður, mugu tey skriva um
okkurt annað. Fyri ein part, hvussu
teimum veit við, men so við og við
siga tey søgur um onnur, og ikki
minst sínar kærleikssøgur. Eisini
hesar støku søgurnar eru merkt
ar av ov lítlum samskifti. Sum
pápi Sasju sigur tað: “Ein familja
er hatrið hjá fólki, sum ikki kunnu
klára seg uttan hvønn annan”.
Og so líkjast brøvini ikki meira
brøvum, og Sjisjkin letur slúsurnar
upp fyri teimum heilt stóru spurn
ingunum, og hann sveimar um
kríggj, kærleika og grundkor hjá
menniskjum.
Kríggj er groft og grumt, høpis
leyst og skitið, og kærleikin hevur
nógvar eyðsýndar felagsnevnarar
við krígsførslu, men hvørki kríggi
ella kærleika slepst undan, og
ættarlið eftir ættarlið verða tveitt
út á báðar pallar. Sasja og Volodja
skriva til sín sjálvs og til okkum øll,
og teksturin tvingar lesaran út í
atfinningarsaman dialog.
Nú verður ikki meira avdúkað,
men bókin er sjáldsama góð og
skrivað soleiðis, at tú sleppur ikki
at skunda tær. Brotini eru so væl
hugsað, at tað er ikki hugsingur um
at skreiða omaná.
Mikhail Sjisjkin 50 ára gamal og útbúgvin lærari legði í
vaðið fyri 20 árum síðan. Í 2000 fekk hann Stóra russiska
bókaheiðurin, í 2005 Metsøluheiðurslønina og fyri
tvær bøkur í 2011 heiðurslønina Tann stóra bókin
Mikukvøldið tann 17. okt kl 19.30
verður RUSSISKT KVØLD á Hotel
Føroyum, og tá ber til at hitta Sjisjkin,
keypa bókina og fáa hana signeraða