fríggjadagur 12. oktober 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrri partur
Í samband við fíggjarlógar
uppskotið, sum var til við
gerðar í farnu viku, gera fleiri
viðurskifti seg galdandi, sum
Kommunusamskipan
Før
oya vil átala. Millum annað
verða eykaútreiðslur lagdar
á kommunurnar á barna
verndarøkinum, útreiðslur
nar hjá kommununum til
rentustuðul vaksa og vanligar
hoyringsmannagongdir verða
broyttar.
Tingmál nr. 36,
38 og 41
Tingmál nr. 36 “Uppskot til
løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um landsskatt
og kommunuskatt” og ting
mál nr. 38 “Uppskot til løg
tingslóg
um
broyting
í
løgtingslóg um stuðul til
rentuútreiðslur av lánum”
hava fíggjarliga ávirkan á
kommunurnar. Tingmál nr.
36 leggur upp til, at ávísar
forsorgarveitingar
gerast
skattskyldugar við tí úrsliti,
at
kommunurnar
saman
lagt fáa eina meirinntøku á
7,7 mió. kr. Fyri at viga upp
ímóti hesari meirinntøku hjá
kommununum, verður sam
bært tingmálið nr. 38 gjørdar
broytingar í rentustuðuls
lógini. Sambært uppskotinum
økist kommunurnar partur
av stuðulinum til rentuút
reiðslur við 2,5% ella 8,75 mió.
kr.
Kommunurnar
missa
samanlagt ein góða millión
krónur orsakað av hesum
báðum uppskotunum.
Hóast inntøkur og út
reiðslur nærum javnviga fyri
tann samlaða kommunala
geiran, so er eingin trygd fyri,
at hetta ger seg galdandi, tá
ið talan er um tær einstøku
kommunurnar.
Sannlíkt
koma nakrar kommunur at
missa meir og aðrar minni.
Stuðulin til sethúsarentur
er seinastu árini minkaður
úr 40% í 2009, og eftir ætlan
verður hann 36% í 2013 og
35% í 2014. Sama tíðarskeið er
landsins partur minkaður úr
27 niður 19,5, ímeðan komm
unurnar partur er vaksin
úr 13% uppí 15,5%. Hetta er
eisini greitt brot á gjørdar
avtalur. Tá ið farið var undir
at niðurlaga rentustuðulin í
2009, varð avtalað, at stuðulin
skuldi minka bæði hjá landi
og kommunum. Hetta sæst
eisini í nú avtiknu løgtingslóg
nr. 171 frá 22. desember 2009,
har ásett var, at útreiðslubýtið
av rentustuðlinum í 2014
skuldi verða ávíkavist 23% og
12% fyri land og kommunur í
staðin fyri 19,5% og 15,5%, sum
fyriliggjandi uppskot leggur
upp til.
Samstundis verður ann
að løgtingsmál lagt fram,
løgtingsmál
nr.
41/2012,
“Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um
lønhæddaravgjald”.
Hetta
uppskotið mælir til at hækka
lønarhæddaravgjaldið
fyri
tryggingar-, banka,- spari
kassa og fíggjarvirksemi og
serligar elektroniskar tæn
astur úr 10% upp í 12%.
Sambært viðmerkingun
um til uppskotið er enda
málið við ætlaðu hækkingini
at útvega inntøkur til at fíggja
eina óvæntaða hækking í
útreiðslunum til rentustuðul
í 2013. Rentustuðulin er ein
óbeinleiðis stuðul til pen
ingastovnarnar, og tí verður
hildið meira hóskandi at
hækka
lønhæddargjaldið
enn at hækka aðrar skattir
og avgjøld ella lækka sjálvan
rentustuðulin.
Meirinntøkurnar á 6
mió. kr. fella burturav
í landskassan
Sum sæst er uppskotið fyrst
og fremst ætlað at kompen
sera fyri øktu útreiðslurnar
til rentustuðul í 2013. Tað er
tí átaluvert, at allur hesin
peningur skal falla í lands
kassan,
samstundis
sum
ein alsamt størri partur av
útreiðslunum til rentustuðul
verður lagdur til komm
unurnar. Av tí at komm
unurnar eiga ein alsamt
vaksandi part av rentustuðli
num átti um ikki øll, so í
øllum førum ein partur av
hesum inntøkum, at fallið í
kommunukassarnar.
Hoyringsmannagondir
Í samband við tingmál nr. 36
og 38 verður brot eisini framt á
allar vanligar fólkaræðisligar
mannagongdir í samband við
hoyringar. Hoyringsfreistin
er ásett at vera 10. oktober.
Men samstundis fara málini
til 1. viðgerð í løgtinginum
dagin fyri, tann 9 oktober.
Við øðrum orðum viðgera
løgtingslimir uppskotini utt
an at hava kunnleika til, hvat
hoyringspartarnir meina um
málið.
Endamálið við hoyringum
er at geva løgtinginum eitt
neyvari grundarlag at taka
støðu út frá og tryggja, at
avvarðandi partar sleppa til
orðanna. Hetta er fólkaræðis
liga grundhugsanin aftan
fyri hoyringar. At skunda
ein 1. viðgerð ígjøgnum uttan
avvarðandi partar eru hoyrd
ir, er greitt brot á alla vanliga
siðvenju, og ilt er at síggja
nakra sakliga grundgeving
fyri, at hetta verður gjørt.
Samanumtikið
Kommunurnar kunna ikki
góðtaka, at løgtingsins fíggj
arlóg á hvørjum ári álegg
ur
kommununum
eyka
útreiðslur, eins og týðandi
inntriv verða gjørd í komm
unubúskapin, uttan at komm
unurnar eru tiknar við uppá
ráð, enn minni hoyrdar.
Kommunustýri í øllum
landinum sita í hesum døg
um og royna at fáa eina
munagóða
fíggjarætlan
gjørda fyri komandi ár. Tað
er sera hugstoytt og niður
brótandi fyri virkishugin í
kommununum, at landsstýrið
á hvørjum ári órógvar hetta
arbeiðið við at senda komm
ununum
eykarokningar.
Spakuliga men áhaldandi
verður ár undan ári máa burt
ur av inntøkugrundarlagnum
hjá kommunum.
Um Havnin skal vera
ein kreativur og litfagur
býur í framtíðini, har
skapandi virksemi trív
ist, er alneyðugt at vit
fáa viðtikið eina byggi
samtykt, so gomul hús
ikki verða tikin niður. Og
tað eru fleiri grundir til
at hesir bygningar verða
varðveittir.
Bæði William Heine
sen og Jørgen-Frantz
Jacobsen settu Havnina
og bókmentaliga heims
kortið við teirra lýsing
um av fólki, og lív teirra
í heimsins minsta høv
uðsstaði. Men teir settu
eisini livandi og rámandi
orð á teir fysisku karmar,
sum eru baktjald í skald
søgunum.
Sostatt
er
av alstórum týdningi
m.a. at varðveita gomlu
pakkhúsini í Vágsbotni,
húsini úti á Reyni og
Skansan. Hesi gomlu
bygningsverk geva ikki
bara samleika, men eru
eisini við til at lokka
fleiri útlendsk ferðafólk
til
okkara
hugnaliga
høvuðsstad, enn vit helst
geva okkum far um.
Tó er eisini umráðandi
at varðveita og renovera
nýggjari bygningar í mið
býnum fra t.d. 1950'un
um og 1960'unum, tí
teir eru við til at geva
býnum og havnarfólki
samleika. Og sum eg
áður havi ført fram,
eiga
vit
harumframt
at skapa meira lív og
gleði í miðbýnum við at
skapa møguleikar hjá
fólki at búgva har. For
treytin fyri at miðbýur
okkara kann gerast eitt
slag
av
vakstrarhúsi
fyri nýhugsan og krea
tiviteti er sjálvsagt at
fólk sleppa búgva har
og at tey sleppa nýta og
uppliva hann - eisini í
frítíðini.
Men fysisku karm
arnir skulu verða teir
røttu, og tí er av størsta
týðningi at vit fáa gjørt
byggisamtyktir,
sum
verja og verna um okkra
høvuðsstað sum skjót
ast.
At broyta byggisam
tyktir og sum harvið
eisini fara at skapa ein
enn meira livandi miðbý,
er sjálvsagt eisni ein
fíggjarligur spurningur.
Av somu orsøk hevur
núverandi býráð lagt
upp til, at samalagt skulu
upp til 5 millónir kr. av á
fíggjarætlanini fyri 2013
til miðbýarætlanir. Harav
eru 3 milliónir settar av
til eina framtíðarætlan
fyri Skálatrøð.
Les meira á
www.levimork.com
Nýtt lív
skal laðast í
miðbýnum
kommunuval 2012
Levi Mørk
valevni
Ein sólskinssøga við skuggasíðum
Elin N. W. Tausen
Valevni á lista E til býráði í Tórshavnar kommunu
Tað, at dagstovnasøkið er
lagt út til kommunurnar,
verður ofta lýst sum ein sól
skinssøga, og sum verandi
ein fyrimynd fyri onnur øki,
sum ætlandi verða løgd út til
kommununar at umsita.
Stór framstig eru hend tey
seinastu 12 árini. Framstig,
sum vit als ikki skulu síggja
burtur frá. Ansingartørvurin
er nøktaður, økið er bygt út
við dagførdum stovnum osfr.
Men tað veldst um eygað ið
sær, tí dagstovnaøkið er fyri
meg meira enn ansingartøvur
og bygningar. Tí talan er eisini
um eitt øki, sum skal hava
eitt innihald, sum er álagt við
lóg. Ansingarøkið er ein tann
størsti
útreiðsluposturin
hjá kommununi. Men velja
vit at síggja økið sum eina
útreiðslu ella eina íløgu í
okkara egnu framtíð?
Vilja vit raðfesta rættind
ini hjá børnunum til at vera
í einum umhvørvi, sum er
mennandi og lærandi? Eitt
umhvørvið, sum samstundis
er merkt av umsorgan, trygg
leika og nærverandi starvs
fólkum, sum hava orku at
vera til staðar? Starvsfólk,
sum førleikamenna og út
búgva seg fyri at alla tíðina
at kunna betra um lærium
hvørvið hjá børnum? Ja.
Sjálvandi vilja vit tað! Tíðin
er komin til at raðfesta inni
haldið børnum at frama, tí
vit hava sum samfelag ikki
ráð til annað ... Børnini eru
okkara framtíð!
Viðmerkingar frá KSF til løgtings
fíggjarlógin 2013
Gunvá við Keldu
Forkvinna
Kommunusamskipan Føroya
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 gera landsmyndugleikarnir seg enn
einaferð inn á kommunala geiran. Gjørdar avtalur verða brotnar, vanligar
hoyringsmannagongdir verða settar til síðis, og enn einaferð leggur
landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verður send kommununum.
Kjak