Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Og nógv tiltøk vóru sett í verk hesum viðvíkjandi. Okkara dagliga arbeiði á deildini byrjar við venjing frá morgunstundini av. Vit byrja árla við at venja: til morgunmatin, til Wc-gongd. Upp og niður, aftur og fram. Vit strekkja, boyggja, blása, gálva, gapa, geispa, ganga, gráta, flenna....you name it. Venjing frá morgni til myrkurs Frá morgni til myrkurs er venj­ing. Sjálvt um náttina er varislig venjing eftir føri­ muni. Og so til seinast syngja vit hjartans fegnar, saman við tí sjúka. - Gevandi løtur fyri báðar partar. Samantvinnað í øllum hes­um venjingum veita vit 1. floks sjúkrarøkt. Fysio- og ergoterapeutar veita okkum góð ráð og veg­ leiðing um, hvørjar rørslur og kropslimir vit serliga skullu arbeiða við dagliga. Talulærari kemur á gátt og gevur okkum stimbrandi hjálp. Neurologur kemur úr DK nakrar ferð árliga, og leggur okkum lag á, hvat vit skullu eygleiða. Strævin tíð uttan egið kamar Og soleiðis fara hesir borgarar út út aftur í samfelagið eftir drúgva tíð við venjing. Hetta er ein sera strævin tíð fyri tann rakta borgaran. Hesi hava ikki sítt egna kamar at hvíla seg í aftaná harða dagliga venjing, men mugu deila kamar við 2 ella 3 fyri teimum ókend fólk. Sum eru líka sjúk og kanska verri. Og so teir raktu borgarar, sum í vikuvís mugu liggja á gongini aftanfyri ein skerm í skýma-skotum vegna ov fáar stovur. Tað er so óvirðiligt. Og trygdin? Hvar bleiv hon av? Ongin frískur borgari ynskir hesa viðferð. Ikki eg. Tað veit eg! Ov fáar hendur Tað, sum harmar okkum er, at vit hava ov fáar hendur at lyfta hesa stóru uppgávu. Ov fá røktarstarvsfólk, fysio- og ergoterapeutar og talu­ pedagogar. B7 kemur ikki at liva upp til reglurnar í altjóða høpi, um ikki fleiri hendur/ pengar verða játtaðir. Vit røktarstarvsfólk megna ikki uppgávuna, sum frá líður. Tað harmar okkum øll ferð eftir ferð at hoyra frá avvarðandi, at aftan á 14 dagar - sum tey eygleiða - so slaka vit upp á venjingina. Og tað er gott belegg fyri tí, tey siga: tí nýggj heilarakt koma á deildina, sum av góðum grundum krevja allar virknar hendur. Dag og dagliga møta vit hesum borgarum, sum í ringasta føri upp á eitt splitt- sekund eru hálvdeyð, tvs. at hálvur kroppur teirra er deyður. Og nógv av teimum hava mist evnini at tosa. Manglandi venjing eftir sjúkraviðgerðina Greinin blívur ov long, um eg eisini skal greiða frá, um venjingartilboðum um landið. Har dumpa vit eisini í altjóða høpi, vóru orðini frá lækna nú ein dagin, eg varisliga spurdi hann. Eitt álit fyri og annað eftir er skrivað nú í fleiri ár til politikkarar. Nú eg havi "sovið" eina nátt aftaná, at hava skrivað og redigerað hesa grein, fellur mær fyri bróstið, hvussu lítið røktarstarvsfólk eru verd og vird hesum viðvíkjandi í alra manna eygum. Kjak Sambandsmaðurin á Fólkatingið, Edmund Joen­sen, gevur í dag ilt av sær í viðmerking til málið um Ráðgevingina fyri føroyingar í Dan­ mark. Heldur enn at leggja eftir mær, átti hann kanska at spurt partamannin Bárð Niel­ sen, hví hann sum for­ maður í fíggjar­nevndini valdi at skerja játtanina við 100.000 krónur. Tað vóru nevniliga hvørki eg ella landsstýrið, ið skóru játtanina til Ráð­ gevingina. Vit eru øll góð við Ráð­gevingina fyri før­oy­ ingar í Danmark, sum í 28 ár hevur veitt mongum sjúklingum og lesandi í Danmark kærkomin ráð og vegleiðing. Tí valdi eg eisini, at Ráðgevingin varðveitti sína játtan á góða millión, tá ið fíggj­ar­ lógaruppskotið fyri 2012 varð borið í Løgtingið. Men tá upp­skotið kom aftur úr Fíggjarnevndini vóru 100.000 krónur færri til Ráðgevingina, við tí grundgeving, at neyð­ugt var at tálma út­ reiðsluvøkstrinum. Í dag er støðan tann, at Ráðgevingin illa fær hildið fram við verandi virksemið, um ikki játt­ anin verður hækkað aft­ur á upprunastøðið. Hetta er harmiligt og álv­ ar­samt. Sum eg greiddi frá í Degi og viku fríggja­ dagin, so fari eg beinan­ vegin at taka málið upp í lands­stýrinum við tí endamálið at finna eina loysn, so Ráðgevingin kann halda fram við góða arbeiðinum. Útsøgnin um, at vit ikki skulu ov nógva fíggjar­liga orku uppá at inte­grera føroyingar uttan­lands var søgd við stóru fólkafráflytingini í huga, og serliga teimum ungu lesandi, ið vit ikki fáa heim aftur. Hetta var ikki ætlað sjúkum, ið hava bráðfeingis tørv á sosialfakligari ráð­gev­ ing. Skulu vit raðfesta sosialfakliga ráðgeving til lesandi, má hetta somu­leiðis koma lesandi í Aalborg, Århus, Odense, Es­bjerg og sjálvsagt eis­ ini í Føroyum til góða. Tað var ikki landsstýrið, ið skar játtanina til Ráð­gevingina Annika Olsen landsstýriskvinna í almannamálum Ætlar samgongan at sløkkja fyri Ráðgevingini í Keypmannahavn? Hans Pauli Strøm javnaðarmaður Fyri at neyðhalda um ein sparing uppá 100.000 kr á fíggjarlógini er vandi fyri, at sosiala Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark dettur niðurfyri. Kyniska svarið frá landsstýriskvinnuni í al­mannamálum er, at ta ábyrgdina mugu onnur eiga, og at hon ikki dugur at síggja, at tað skal verða uppgávan “at integrera føroyingar í Dan­mark” (sí Dag og viku fríggjakvøldið). Nógvir túsundtals føroy­ ingar, lesandi ungdómur eins og fólk í sjúkuørindum, hava í áratíggjur fingið holla hjálp og vegleiðing frá Ráð­gev­ingini, sum held­ur til í Før­oya­húsinum í Keyp­ manna­havn. Gjøg­num árini hava tær báðar sosial­ráð­ gev­ararnir uppbygt slíka virðis­mikla fakliga vitan og royndir, so at onga aðra staðni kunnu fólk fáa ta hjálp, sum Ráðgevingin kann veita. At lýsa teirra virksemi høvdu tær 1786 mál í 2011. Ein triðingur kom úr Føroyum og hinir tveir frá føroyingum í Danmark. Útvið 33% av málunum snúðu seg um ar­ beiðs- og skattaviðurskifti, 25% um viðurskifti hjá før­ oyskum sjúklingum og av­ varð­andi, 18% snúðu seg um ymisk lestrarviðurskifti, og tey síðstu 12% vóru um mál í samband við flyting land­anna millum. Ein dag um vikuna eru tær á Sjúk­ lingahotellinum Tórs­havn. Landsstýriskvinnan í al­mannamálaráðum skar 100.000 kr. burtur av játtanini hjá Ráðgevingini fyri 2012, svarandi til knappliga 10%. Almannamálaráðið ætl­ar at halda fast við spar­ing­ ina eisini fyri 2013, um­framt at onki verður givið fyri prís­vøkstur og sátt­mála­ hækkingar. Við hesum er Ráð­gev­ingin hótt, tí longu er skorið inn á bein, eins og egin­ognin hjá sjálvs­ognar­ stovninum verður burtur fyri at dekka hallið í hesum árinum. Vónandi vinna vit og skil á asosialu smáligheitini, so játtanaruppskotið frá Al­ mannamálaráðnum verður broytt og fíggjarliga grunda­ rlagið hjá hesum pinkulítla men ógviliga týdningarmikla stovni verður tryggjað. Hálvdeyð upp á eitt splittsekund Ann Hovland sj.rø.fr. á B 7 Fyri sløkum ári síðan frættust góð tíðindi í fjølmiðlunum, at B7-deildin á LSH nú skuldi blíva til eina deild, har borgarar úr øllum landinum, sum høvdu fingið ein evt. heilaskaða, skuldu koma: blíva kannaðir av fakfólki, skuldu fáa góða viðgerð og skuldu fáa neyðugu bráðfengisuppvenjing