fríggjadagur 12. oktober 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Kovboybuksirnar eru eitt elskað plagg í okkara klædnaskápi. Oftani
so væl brúktar, at hol kemur á, og tær enda niðast á hillini. Nú eru
ráð fyri tí. Gev buksunum eitt nýtt lív við at klippa tær sundur og
gera ein stól, ein jólakalendara ella ein serviett av yndisbuksunum
Borðreið við gomlum kowboyrestum – lætt og øðrvísi!
Hugskot frá www.antiqueplazamesa.com
Til tey koyvbofrelstu
– salt og piparkør í
kovboymynstri.
www.etsy.com/
shop/retroclassics
Danska Eilersen
ger hesa flottu
sofuna »Cocoon«
úr kovboytoyi!
Uppslagstalva har lynlásini gera mynstur. Hugskot
frá www.curriercommunicationsinc.com
Stuttlig lampa sum avgjørt vekir
uppmerksemi. Hugskot frá www.
somedaysarediamonds.com.au
Tapetframleiðarin Storeys hevur eitt
festligt kovboytapet í síni seriu Hip&Fun.
Les meira á www.storeys.no
Um hugurin er til tær heilt stóru verkætlanirnar,
er hesin stólurin góður íblástur. Um ikki er
ein fótpallur ella ein púta eisini stuttlig at
gera. Hugskot frá www.legendblues.com
Kanska eitt sindur
tíðliga, men ein
jólakalendari úr
kovboylummum er
faktiskt sera festligur.
Hugskot frá www.
kidspacestuff.com
Sprett nakrar kovboylummar upp og seyma teir á eitt blátt toystykki.
Flottur háttur at goyma pennar og annað uppá. Hugskotið kemur frá
www.kidspacestuff.com