Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 12. oktober 2012 5 VIKUSKIFTI Spøkir dreymurin um at verða full­tíðar yrkis­ spælari framvegis? – Mær dámar stak væl at spæla fót­ bólt, og tað ætli eg at halda fram við. Síðani eg var liðugur í studenta­ skúlanum havi eg verið í Før­oyum aftur, og meðan eg ar­beiði hjá Kanjon, hugsi eg um útbúgvingar­ møgu­leikarnar. At verða fulltíðar yrkis­spælari er sera stór avbjóðing, og teir eru fáir, sum koma ígjøgnum tað nálar­eygað. Eg havi stóra virðing fyri eitt nú Jákupi Mikkelsen og Toda Jónsson, sum hava vunnið danska meistara­heitið, og sum hava prógvað, at tað ber til hjá føroyskum spælarum at røkka langt. Tá ið tíðin á Ørestad studenta­skúlanum var liðug, valdi eg at flyta heim aftur. Eg veit ikki, hvussu langt tað hevði borið, um FC Amager hevði fingið blíðari lagnu. Tað fáa vit ongantíð at vita. Aftur á heimabeiti Tað var í Víkingi,at Páll A. Klettskarð lendi fótbóltsliga, tá ið hann í 2010 við studentahúgvuni á høvdinum kom aftur til Føroya. – Tað vóru tvær orsøkir til tað. Onn­ur var tann, at KÍ var í næstbestu deild­ini, og tí kendist tað ikki so spenn­andi og mennandi at fara til Klaksvíkar júst tá. Erling Jaccobsen, sum nú er miðverji í Víkingi, og eg búðu saman. Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen tosaði nógv við Erling, og tí lá tað so at siga til høgra beinið, at eg fór at venja við Víkingi. Har líkaði mær væl at vera, men tað var tor­ført at gera seg galdandi. Eg spældi eitt sindur seinnu hálvu í 2010, men tað var eingin ivi um, at Finnur Justinussen var fyrsta val í álop­inum. Í uppstartinum til 2011 varð eg skadd­ ur, og tað oyðilegði stóran part av tí kapp­ingarárinum. Og nú ert tú aftur á heima­beit­inum? – Tað eri eg ógvuliga fegin um. Í KÍ hava tey tikið væl ímóti mær. Eg spæli saman við teimum, sum eg eri uppvaksin saman við, og vit eru vísir í, at tað eru stórir møguleikar í lið­ num. Men tað gekk illa hjá tær fyrstu umførini? – Vit høvdu ilt við at koma fyri okkum. Eg styrkisvandi í Yndi, og tað gekk væl í venjingunum á vøllinum, men tað var trupult at fáa hol á, bæði hjá liðnum og hjá mær. Tá ið tað er tungt, so ávirkar tað sinniliga, og sjálvsálitið fær skot fyri bógvin. Eg veit ikki, hví tað var soleiðis. Onkur heldur, at vit kendust vera tungir og merktir av nógvari venjing. Tað dugi eg ikki at meta um, men tá ið tað glapp, so royndist tað ógvuliga væl. Eg havi skrivað tvey ára sáttmála við KÍ, og vit eru sera spentir upp á, hvussu tað fer at ganga næsta ár. Nú hvíla vit okkum í nakrar dagar, og so fara vit so smátt at fyrireika okkum. Í fyrstu atløgu verður tað við styrkisvenjingum. Altjóða luttøkan Teir, sum í kvøld fara á vøllin at stríð­ ast fyri Føroyar ímóti Svøríki, hava mest sum allir tað til felags, at teir eru mentir til altjóða avbjóðingina við at spæla á yngru landsliðunum. Páll A. Klettskarð hevur nógvar royndir í altjóða fótbólti. Hann hevur umboðað Føroyar á U-17, U-19 og U-21 landsliðnum. Nú tað verður farið undir nýggja U-21 undankapping, er Páll ov gamal at vera við. Harvið er einasti møguleikin fyri at vera við í altjóða fótbólti at verða úttikin til A-landsliðið. Hugsar tú um tað? – Í dag er ætlanin at fara at hyggja at landsdystinum. Onkur hava sagt við meg, at tey ikki skilja, at eg ikki eri úttikin. Soleiðis hugsi eg ikki sjálvur, men um landsliðsvenjarin hevði sent boð eftir mær, so hevði eg sjálvandi verið fegin um tað. Einki er størri enn at umboða føðilandið. Mær er sagt, at landsliðsvenjarin í sambandi við úttøkuna nevndi, at hann hugsaði um mannin í Klaksvík, sum hevði skorað nógv mál, og tað sigur mær, at møgu­ leikin er har. Men eg eri ungur enn, so nú fáa vit at síggja. Mær dámar væl at spæla fótbólt, og tað er drívmegin. Málmaskinan í Klaksvík hevur leingi snarað við fullari ferð. Enda­ spurturin var trý mál í 27. umfari, tá ið KÍ vann 7-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Fyrsta málið skoraði hann í 6. umfari, og síðani helmaði hann ikki í. Burtursæð frá 13., 18., 19, 23. og 24. umfari, so var hann á blettinum eina og fleiri ferðir í hvørjum umfari. Hann skoraði ímóti øllum feløgunum utt­an EB/Streymi, og tað er eingin ivi í, at tað búgva nógv fleiri mál í unga og skila­góða klaksvíkinginum. – Í KÍ hava tey tikið væl ímóti mær. Eg spæli saman við teimum, sum eg eri uppvaksin saman við, og vit eru vísir í, at tað eru stórir møguleikar í liðnum, sigur Páll A. Klettskarð, sum fyri einum ári síðani kom heim aftur til KÍ at spæla fótbólt mynd: Eydbii Myndir