Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein ?? Síða 8 ??? Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hetta meinar Kaj Leo Johannesen av heil­um hjarta. Tað segði hann í øll­um før­um av tings­ins røð­ar­a­ palli seinn­a­part­in mik­u­dagin. Men hann held­ur eisini – sum rím­u­ligt er, at teir fáa ov nógv í pen­sjón, og at koyr­i­peng­ar­nir held­ur ikki eru hósk­andi. Tað var ein fyrispurningur frá Krist­inu Háfoss, tingkvinnu, sum hesa­ferð festi í kjakið um lønirnar hjá poli­tik­ar­um. Tað vísir seg at vera sera trup­ult hjá poli­tik­ar­um at taka burt­ur sera ó­rímu­lig­ar ­á­góð­ar, sum teir sjálv­ir fáa. Tá eru und­an­førsl­ur­ nar nógv­ar. Ólíka lættari er at skerja rættindi hjá til dømis pensjónistum og van­ligum løn­mót­tak­ar­a­num. Tá eru ikki so nógv fyrilit at taka, tí tey fáa ikki mótmælt so hart, sum pol­ itikararnir sjálvir. Tað kem­ur ikki nøkrum løg­tings­meir­i­lut­a­ til hugs at taka tær 13.600 krón­ur­nar, sum lands­stýr­is­menn sum Karst­en Han­ sen, Bjørn Kalsø, Jacob Vestergaard og Jo­han Dahl fáa skatta­frítt – bara tí teir hava adressu á bygd. Av tí at eingin hevur rygg til at skera í­gjøgnum, so er Kaj Leo Jo­hann­e­sen sum løg­mað­ur mill­ um tey lands­stýr­is­fólk, sum tjena minst. Með­an teir om­an­fyri­nenvdu fáa góð­ar 65.000 krón­ur út­goldn­ar um mán­að­in, har teir bara gjalda skatt av 49.000 krón­um, so fær løg­ mað­ur »bara« slak­ar 65.000 krón­ur á sína konto. Men hann skal gjalda skatt av 58.000 krón­um, tí hann hev­ur adressu í Havn. Tað vil siga, at hes­ir fýra lands­stýr­is­menn­in­ir hava einar 5-6.000 krónur meira í nett­o­løn, enn ar­beiðs­gev­ar­in hjá teim­um, sum er løgmaður. Tað mátti ikki verið neyðugt at sett nevnd­ir í hópatali at finna út av, at hetta er ein sera órímulig skipan. Var skomm skapt í tingmonnum, so var hend­an út av lagi ó­rímu­liga – fyri ikki at siga korr­upta – skip­an tik­in av alt fyri eitt! – Eg haldi, at tað er neyðugt at gera broyt­ing­ar, men vit eiga at virða okk­ara starv, tí vit gera øll eitt gott ar­beiði, segði løg­mað­ur í ting­i­ num mikudagin. Valla er nakar ímóti, at løgmaður og lands­stýr­isf­ólk skulu verða væl lønt. Men alt við máta. Av tí at poli­ tik­arar sjálvir áseta síni egnu løn­ ar­við­ur­skifti, so hevur tað eydn­ast teim­um at fáa sær so góð pen­sjóns­ við­ur­skifti, at teir fáa fulla pen­sjón eft­ir átta ár­um, með­an onn­ur tæn­ astu­fólk skulu arbeiða í 37 ár fyri at fáa rætt til fulla pensjón. Skuldu landsstýrisfólk sjálvi gold­ið til sína pen­sjón – so skuldi løn­in ver­ið um 100.000 krónur hægri um mán­að­in!!! Kanska er lønin lág – men pen­ sjónin man vera millum heimsins bestu. Politikarar fáa ov lítla løn Sunda kommuna skal finna nýggja borgarstjóra og vara­ borg­ar­stjóra. Kim Durhuus boðar í morg­un frá, at hann eftir drúgva umhugsunartíð hev­ur gjørt av ikki at stilla upp til komandi komm­un­ u­val. Kim Durhuus hevur ver­ið borg­ar­stjóri í Sunda komm­unu síðan 2009. Framm­an­undan sat hann sum van­ligur limur í Sunda komm­unu frá 2005 til 2008. Kim Durhuus sigur við Por­t­alin, at hann heldur seg hava tænt sína »vern­ a­plikt« í komm­u­n­a­l­pol­i­ tikki. Frá­farandi borg­ar­ stjór­in sat eis­ini í gomlu Hósvíkar komm­nu, s u m meinigur lim­ur frá 1989 til 1992 – og sum bygd­ar­ráðs­for­m­að­ur frá  1. januar 1993 til august 1994, tá hann fór uttanlands í lestrarørindum. Sum skilst, so stillar Gur­ ið Samuelsen, vara­borg­ar­ stjóri, heldur ikki upp til komm­u­nu­val­ið hes­a­ferð. Leygardagin 20. oktober klokk­an 13 verður skipað fyri Eik Cup á Eiði. Eik Cup er ít­r­ótt­ar­tiltak fyri brekað, sum ítrótt­ar­fel­agið Svanur skip­ar fyri. Á tiltakinum, sum verður í ítrótt­arhøllini, verður kapp­ ast í boccia og mini golf, men mið­að verður eisini ímóti at fáa eina hugnaliga løtu utt­a­n fyri kappingarnar, har okk­ urt verður til matna. Hetta verður fjórða ferð, at skip­að verður fyri Eik Cup, og eins og undanfarin ár hava fyri­reikararnir valt at hava til­takið í ítróttarhøllini á Eiði, har umstøðurnar eru góð­ar til slík tiltøk.  Svanur, sum varð stovnað í 2009, er ítróttarfelag teirra brek­aðu í Eysturoynni. Fel­ ag­ið hev­ur til end­a­máls at kveikja áhuga fyri og menna ítróttin fyri brek­að fyri soleiðis gera gerand­is­dag­in meira virknan og inn­i­halds­ rík­an. – Eik Cup er størsta ein­ staka tiltakið hjá Svani og hev­ur verið væl vitjað – ikki bara av fólki úr Eysturoynni, men úr øllum landinum, og fyri­reik­ar­arnir vóna, at síggja nógv fólk á kappingini hesa­ferð. Fleiri upplýsingar um Svan og Eik Cup 2012 eru at finna á heimasíðuni svanur. fo.    Ein for­vitnislig framsýning er í hes­um døg­um í Hoyvíkar kirkju. Tað er Petur Martin Pet­er­sen í Fugla­firði, sum sýn­ir fram bíbl­i­ur, lestr­ar­bøk­ ur og sálm­a­bøk­ur, sum røkka at kalla aftur til trúbótina. Heitið á framsýningini er »Bíbl­iur og annar kristiligur lesn­að­ur í 600 ár«. Framsýningin lat upp í ferm­ing­ar­sto­vuni í Hoy­vík­ ar kirkju týsdagin. Tá greiddi Pet­ur Martin Petersen frá um fram­sýn­ing­ina, sum er op­in til í morgin, leygardagin frá klokkan 15 – 18. Kapping fyri brekað á Eiði Bíbliur og annar kristiligur lesnaður í 600 ár Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Neyðug tiltøk – táp­ u­lig útsøgn JógvanSundstein Tíðargrein á síðu 17 Ein kata­ strofa... Dorit Hansen eygamálið á síðu 16 Kim Durhuus fer frá sum borgarstjóri ..altso, arvur er ein orsøk til, at nógvir før­oy­ing­ ar yv­ir­høv­ur duga at divi­der­a... Henrik Old á tingsins røðarapalli í gjár Fyndarorð frá Oldinum Politikarar-triks: Er løn­in ov lág, smyr upp á pensjónina! Dan Reinert Petersen, Annemette Klemensen, prestur og Petur Martin Petersen við trimum av teimum gomlu bíbliunum, sum verða sýndar fram í Hoyvíkar kirkju