fríggjadagur 12. oktober 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hetta meinar Kaj Leo Johannesen
av heilum hjarta. Tað segði hann
í øllum førum av tingsins røðara
palli seinnapartin mikudagin. Men
hann heldur eisini – sum rímuligt
er, at teir fáa ov nógv í pensjón, og
at koyripengarnir heldur ikki eru
hóskandi.
Tað var ein fyrispurningur frá
Kristinu Háfoss, tingkvinnu, sum
hesaferð festi í kjakið um lønirnar
hjá politikarum. Tað vísir seg at vera
sera trupult hjá politikarum at taka
burtur sera órímuligar ágóðar, sum
teir sjálvir fáa. Tá eru undanførslur
nar nógvar. Ólíka lættari er at skerja
rættindi hjá til dømis pensjónistum
og vanligum lønmóttakaranum. Tá
eru ikki so nógv fyrilit at taka, tí tey
fáa ikki mótmælt so hart, sum pol
itikararnir sjálvir. Tað kemur ikki
nøkrum løgtingsmeiriluta til hugs
at taka tær 13.600 krónurnar, sum
landsstýrismenn sum Karsten Han
sen, Bjørn Kalsø, Jacob Vestergaard
og Johan Dahl fáa skattafrítt – bara
tí teir hava adressu á bygd.
Av tí at eingin hevur rygg til
at skera ígjøgnum, so er Kaj Leo
Johannesen sum løgmaður mill
um tey landsstýrisfólk, sum tjena
minst. Meðan teir omanfyrinenvdu
fáa góðar 65.000 krónur útgoldnar
um mánaðin, har teir bara gjalda
skatt av 49.000 krónum, so fær løg
maður »bara« slakar 65.000 krónur
á sína konto. Men hann skal gjalda
skatt av 58.000 krónum, tí hann
hevur adressu í Havn. Tað vil siga,
at hesir fýra landsstýrismenninir
hava einar 5-6.000 krónur meira í
nettoløn, enn arbeiðsgevarin hjá
teimum, sum er løgmaður.
Tað mátti ikki verið neyðugt at
sett nevndir í hópatali at finna út av,
at hetta er ein sera órímulig skipan.
Var skomm skapt í tingmonnum, so
var hendan út av lagi órímuliga –
fyri ikki at siga korrupta – skipan
tikin av alt fyri eitt!
– Eg haldi, at tað er neyðugt at
gera broytingar, men vit eiga at
virða okkara starv, tí vit gera øll eitt
gott arbeiði, segði løgmaður í tingi
num mikudagin.
Valla er nakar ímóti, at løgmaður
og landsstýrisfólk skulu verða væl
lønt. Men alt við máta. Av tí at poli
tikarar sjálvir áseta síni egnu løn
arviðurskifti, so hevur tað eydnast
teimum at fáa sær so góð pensjóns
viðurskifti, at teir fáa fulla pensjón
eftir átta árum, meðan onnur tæn
astufólk skulu arbeiða í 37 ár fyri at
fáa rætt til fulla pensjón.
Skuldu landsstýrisfólk sjálvi
goldið til sína pensjón – so skuldi
lønin verið um 100.000 krónur
hægri um mánaðin!!!
Kanska er lønin lág – men pen
sjónin man vera millum heimsins
bestu.
Politikarar fáa ov lítla løn
Sunda kommuna skal finna
nýggja borgarstjóra og vara
borgarstjóra.
Kim Durhuus boðar í
morgun frá, at hann eftir
drúgva
umhugsunartíð
hevur gjørt av ikki at stilla
upp til komandi kommun
uval. Kim Durhuus hevur
verið borgarstjóri í Sunda
kommunu
síðan
2009.
Frammanundan sat hann
sum vanligur limur í Sunda
kommunu frá 2005 til 2008.
Kim Durhuus sigur við
Portalin, at hann heldur
seg hava tænt sína »vern
aplikt« í kommunalpoli
tikki. Fráfarandi borgar
stjórin sat eisini í gomlu
Hósvíkar
kommnu, s u m
meinigur limur
frá 1989 til 1992 – og sum
bygdarráðsformaður frá 1.
januar 1993 til august 1994,
tá hann fór uttanlands í
lestrarørindum.
Sum skilst, so stillar Gur
ið Samuelsen, varaborgar
stjóri, heldur ikki upp til
kommunuvalið hesaferð.
Leygardagin
20.
oktober
klokkan 13 verður skipað
fyri Eik Cup á Eiði. Eik Cup
er ítróttartiltak fyri brekað,
sum ítróttarfelagið Svanur
skipar fyri.
Á tiltakinum, sum verður
í ítróttarhøllini, verður kapp
ast í boccia og mini golf, men
miðað verður eisini ímóti at
fáa eina hugnaliga løtu uttan
fyri kappingarnar, har okk
urt verður til matna.
Hetta verður fjórða ferð,
at skipað verður fyri Eik
Cup, og eins og undanfarin ár
hava fyrireikararnir valt at
hava tiltakið í ítróttarhøllini
á Eiði, har umstøðurnar eru
góðar til slík tiltøk.
Svanur, sum varð stovnað
í 2009, er ítróttarfelag teirra
brekaðu í Eysturoynni. Fel
agið hevur til endamáls at
kveikja áhuga fyri og menna
ítróttin fyri brekað fyri
soleiðis gera gerandisdagin
meira virknan og innihalds
ríkan.
– Eik Cup er størsta ein
staka tiltakið hjá Svani og
hevur verið væl vitjað – ikki
bara av fólki úr Eysturoynni,
men úr øllum landinum,
og fyrireikararnir vóna, at
síggja nógv fólk á kappingini
hesaferð.
Fleiri
upplýsingar
um
Svan og Eik Cup 2012 eru at
finna á heimasíðuni svanur.
fo.
Ein forvitnislig framsýning
er í hesum døgum í Hoyvíkar
kirkju. Tað er Petur Martin
Petersen í Fuglafirði, sum
sýnir fram bíbliur, lestrarbøk
ur og sálmabøkur, sum røkka
at kalla aftur til trúbótina.
Heitið á framsýningini er
»Bíbliur og annar kristiligur
lesnaður í 600 ár«.
Framsýningin lat upp í
fermingarstovuni í Hoyvík
ar kirkju týsdagin. Tá greiddi
Petur Martin Petersen frá
um framsýningina, sum er
opin til í morgin, leygardagin
frá klokkan 15 – 18.
Kapping fyri brekað á Eiði
Bíbliur og annar kristiligur
lesnaður í 600 ár
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Neyðug
tiltøk – táp
ulig útsøgn
JógvanSundstein
Tíðargrein á síðu 17
Ein
kata
strofa...
Dorit Hansen
eygamálið á síðu 16
Kim Durhuus fer frá
sum borgarstjóri
..altso, arvur er
ein orsøk til, at
nógvir føroying
ar yvirhøvur duga
at dividera...
Henrik Old á tingsins
røðarapalli í gjár
Fyndarorð frá Oldinum
Politikarar-triks: Er lønin
ov lág, smyr upp á pensjónina!
Dan Reinert Petersen, Annemette Klemensen, prestur
og Petur Martin Petersen við trimum av teimum gomlu
bíbliunum, sum verða sýndar fram í Hoyvíkar kirkju