Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað ljóðar kanska eitt sindur undar­ligt, tá tosað verður um eina áskoðaravirðisløn. Skal nú tann áskoðarin, sum fylg­ ir best við filmssýningini fáa virðisløn? - Nei, soleiðis hongur tað ikki saman. Tað, sum hendi, var, at vit fingu eina áheit­ an um at lata eina áskoð­ara­ virðis­løn fyri føroyskan film, sum skal latast einaferð úm árið, tann 11. desember, sigur Jógv­an Arge, formaður í Menta­mála­nevndini hjá Tórs­havn­ar kommunu. Tað verða áskoðararnir til films­dagin, sum fara at at­kvøða um, hvønn film teir halda vera best og vera virðis­løn­ina verda. - Tað halda vit er eitt gott hug­skot, og tað er eisini ein lið­u­r í okkara politikki at stuðla upp undir føroyska films­gerð, sigur Jógvan Arge. Størsta átakið í so máta er films­verk­staðið, Klippfisk. - Vit meta tað sum eitt væl­eydn­að átak. Tað hevur ging­ið sera væl, og nógv lív er komið í føroyska films­gerð við smáum peng­um. Tað er serliga Tórs­havn­ar kom­mu­ na og Norður­landa­hús­ið, sum hava stuðla føroyskari films­vinnu, og tað hevur sum nevnt gingið sera væl, sig­ur Jógvan Arge. Nakað sæst aftur Men eitt er at stuðla, kann nakað serligt koma burtur úr føroyskari filmslist. - Tað er sjálvandi eitt sind­ur ilt at siga, men vit vita jú tað, at innan aðra list hava føroyingar fingið stóra útbreiðslu, bæði innan skriv­ andi list, málandi list og ikki minst sum tónleikarar, um­ framt aðra list. So fær films­ list atstøður til at mennast, ivist eg ikki í, at føroyingar eisi­ni fara at gera vart við seg inn­an filmslist, sigur Jógvan Arge. Nú eru umstøðurnar hjá før­oysk­ari filmslist munandi batna­ð­ar seinastu árini, men spurn­ing­urin er, at hetta kann føra til eina blómandi før­oys­ka filmslist innan ikki so ógvuliga drúgva tíð. - Eg rokni við, at tað fer nak­að at gróðursetast av teim­um royndunum, ið hava verið gjørdar seinastu ár­ini, og eisini av, at fólk fara uttanlands og læra inn­an fyri hesa listina. So jú, eg vænti, at tað fer nak­ að at síggjast eftir, sigur Jógv­an Arge, formaður í Mentanarnevndini hjá Tórs­ havnar kommunu. Leo Poulsen Karmarnir hjá føroyskari films­list betrast alsamt. Fyri nøkrum árum síðani setti Tórshavnar kommuna á stovn filmsverkstaðið, Klipp­fisk, og tað hevur brot­ ið sló og skapt áhuga fyri før­oysk­ari filmslist. Klippfisk hevur javnan hildið skeið innan ymsu tætt­ir­nar innan filmsgerð, tað verið seg skrivan av leik­ riti, upptøku, ljóð, ljós, klipp­ ing og annars tað, ið krevst, fyri at framleiða ein film. Hetta økti áhugan fyri filmsgerð munandi, ser­liga millum heilt ung, og tað hevur verið í einari ásann­an av hesum, at Norður­landa­ húsið í fjør gjørdi av at seta á stovn ein filmsgrunn, at stuðla undir føroyska films­ list. Gjørt var av at seta 200.000 krónur av um árið í nøkur ár at stuðla verk­ætla­ num eftir ávísum treytum, og í ár er so enn eitt stig tik­ ið á leiðini. Norðurlandahúsið hevur gjørt av at lata eina árliga aftur­vendandi virðisløn á 25.000 krónur til føroyska films­fram­leiðslu, sum verð­ ur latin á filmsdegnum 11. desember til ein film, sum ein nevnd velur út, boð­aði Niels Halm frá á tíðinda­ fundi í gjár. Føroyskt tilfar For­maður í hesari nevndini er Birgir Kruse. - Virðislønin verður latin eftir ávísum kriterium. Fyri tað fyrsta er tað søgan sjálv, síðani hvørji søgusnildi eru nýtt, og tað triðja er hand­ verkið sjálvt, sigur Birgi Kruse. Virðislønin verður latin mil­l­um teir filmar, sum verða við á filmsdegnum í Norðurlandahúsinum 11. des­em­ber. - Treytirnar til film, ið skal verða við á films­deg­ num eru, at filmurin skal ikki verða eldri enn tvey ár, hann skal ikki vera longri enn 50 minuttir. Talan kann verða um spælifilm ella dokumentarfilm, og so skal hann sjálvandi vera før­ oysk­ur, sigur Birgir Kruse. Men hvat er so føroyskt í hes­um sambandi. - Akkurát hvat er før­oy­ skt í hesum sambandi hava vit ikki lagt okkum føst á. Vit kunnu hugsa okkum ein føroying, sum situr úti í verðini og ger ein film um okkurt, sum kanska ikki bein­leiðis er føroyskt, men gjørt av einum føroyingi, so eigur tað avgjørt at verða við til eina slíka sýning, sig­ ur Birgir Kruse. Virðislønin Geytin Sjálv virðislønin hevur fing­ið heitið Geytin, og tað hevur formaðurin í dómsnevndini eina frá­ greið­ing um. - Herálvur Geyti starv­að­ ist á einum kampingplássi í Dan­mark um sumrarnar, men um vetrarnar var hann í Før­o­yum, og tá plagdi hann at ferðast runt í oyggjunum og vísa 16 mm. film, sigur Birg­ir Kruse. Øll yvir 50 ár, sum búðu á bygd, vistu, hvør Geytin var. - Hann ferðaðist runt við einum filmsvísara, sum larmaði illa og ikki hevði nakað ljóð at byrja við. Talan var eisini um svart/hvítar filmar, eitt nú svenska filmin, Färöernes Ö, sum varð tikin upp í Skúgvi í 1929. Seinni fingu filmarnir bæði ljóð og lit, sigur Birgir Kruse. Sjálvur hevur hann sæð The Scarlet Pimpernel í dan­si­stovu­ni á Eiði í 1971. - Kring Føroyar er hann eitt kent navn fyri tey, ið eru oman fyri 50, og umframt at vísa film, hevur hann eisi­ ni tikið nógvan film upp, millum annað í hoyna. So tá virðislønin hevur fing­ ið heitið Geytin, so er tað til minnis og heiðurs fyri Herálv Geyta, sigur Birg­ir Kruse, formaður í dóms­ nevnd­ini. Nýggjar virðislønir til føroyska filmslist Virðislønirnar skulu latast á hvørjum ári á filmsdegnum, sum er 11. desember, og verður hildin í Norðurlandahúsinum Klippfisk stóran týdning Tórshavnar kommuna hevur havt góðar royndir við Klippfisk, og tí kom tað heldur ikki óvart á, at mentamálanevndin hjá kommununi samtykti, at lata eina Áskoðaravirðisløn til filmsdagin Mentanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykti í fyrrakvøldið, at lata eina árliga áskoðaravirðisløn á 15.000 krónur Mynd: Álvur Haraldsen