fríggjadagur 12. oktober 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað ljóðar kanska eitt sindur
undarligt, tá tosað verður um
eina áskoðaravirðisløn. Skal
nú tann áskoðarin, sum fylg
ir best við filmssýningini fáa
virðisløn?
- Nei, soleiðis hongur tað
ikki saman. Tað, sum hendi,
var, at vit fingu eina áheit
an um at lata eina áskoðara
virðisløn fyri føroyskan film,
sum skal latast einaferð úm
árið, tann 11. desember, sigur
Jógvan Arge, formaður í
Mentamálanevndini
hjá
Tórshavnar kommunu.
Tað verða áskoðararnir
til filmsdagin, sum fara at
atkvøða um, hvønn film
teir halda vera best og vera
virðislønina verda.
- Tað halda vit er eitt gott
hugskot, og tað er eisini ein
liður í okkara politikki at
stuðla upp undir føroyska
filmsgerð, sigur Jógvan Arge.
Størsta átakið í so máta er
filmsverkstaðið, Klippfisk.
- Vit meta tað sum eitt
væleydnað átak. Tað hevur
gingið sera væl, og nógv lív
er komið í føroyska filmsgerð
við smáum pengum. Tað er
serliga Tórshavnar kommu
na og Norðurlandahúsið,
sum hava stuðla føroyskari
filmsvinnu, og tað hevur
sum nevnt gingið sera væl,
sigur Jógvan Arge.
Nakað sæst aftur
Men eitt er at stuðla, kann
nakað serligt koma burtur
úr føroyskari filmslist.
- Tað er sjálvandi eitt
sindur ilt at siga, men vit
vita jú tað, at innan aðra list
hava føroyingar fingið stóra
útbreiðslu, bæði innan skriv
andi list, málandi list og ikki
minst sum tónleikarar, um
framt aðra list. So fær films
list atstøður til at mennast,
ivist eg ikki í, at føroyingar
eisini fara at gera vart við seg
innan filmslist, sigur Jógvan
Arge.
Nú eru umstøðurnar hjá
føroyskari filmslist munandi
batnaðar seinastu árini, men
spurningurin er, at hetta
kann føra til eina blómandi
føroyska filmslist innan ikki
so ógvuliga drúgva tíð.
- Eg rokni við, at tað fer
nakað at gróðursetast av
teimum
royndunum,
ið
hava verið gjørdar seinastu
árini, og eisini av, at fólk
fara uttanlands og læra
innan fyri hesa listina. So
jú, eg vænti, at tað fer nak
að at síggjast eftir, sigur
Jógvan Arge, formaður í
Mentanarnevndini hjá Tórs
havnar kommunu.
Leo Poulsen
Karmarnir hjá føroyskari
filmslist betrast alsamt.
Fyri nøkrum árum síðani
setti Tórshavnar kommuna
á stovn filmsverkstaðið,
Klippfisk, og tað hevur brot
ið sló og skapt áhuga fyri
føroyskari filmslist.
Klippfisk hevur javnan
hildið skeið innan ymsu
tættirnar innan filmsgerð,
tað verið seg skrivan av leik
riti, upptøku, ljóð, ljós, klipp
ing og annars tað, ið krevst,
fyri at framleiða ein film.
Hetta økti áhugan fyri
filmsgerð munandi, serliga
millum heilt ung, og tað
hevur verið í einari ásannan
av hesum, at Norðurlanda
húsið í fjør gjørdi av at seta
á stovn ein filmsgrunn, at
stuðla undir føroyska films
list.
Gjørt var av at seta
200.000 krónur av um árið í
nøkur ár at stuðla verkætla
num eftir ávísum treytum,
og í ár er so enn eitt stig tik
ið á leiðini.
Norðurlandahúsið hevur
gjørt av at lata eina árliga
afturvendandi virðisløn á
25.000 krónur til føroyska
filmsframleiðslu, sum verð
ur latin á filmsdegnum 11.
desember til ein film, sum
ein nevnd velur út, boðaði
Niels Halm frá á tíðinda
fundi í gjár.
Føroyskt tilfar
Formaður í hesari nevndini
er Birgir Kruse.
- Virðislønin verður latin
eftir ávísum kriterium. Fyri
tað fyrsta er tað søgan sjálv,
síðani hvørji søgusnildi eru
nýtt, og tað triðja er hand
verkið sjálvt, sigur Birgi
Kruse.
Virðislønin verður latin
millum teir filmar, sum
verða við á filmsdegnum
í Norðurlandahúsinum 11.
desember.
- Treytirnar til film, ið
skal verða við á filmsdeg
num eru, at filmurin skal
ikki verða eldri enn tvey ár,
hann skal ikki vera longri
enn 50 minuttir. Talan kann
verða um spælifilm ella
dokumentarfilm, og so skal
hann sjálvandi vera før
oyskur, sigur Birgir Kruse.
Men hvat er so føroyskt í
hesum sambandi.
- Akkurát hvat er føroy
skt í hesum sambandi hava
vit ikki lagt okkum føst á.
Vit kunnu hugsa okkum
ein føroying, sum situr úti
í verðini og ger ein film um
okkurt, sum kanska ikki
beinleiðis er føroyskt, men
gjørt av einum føroyingi, so
eigur tað avgjørt at verða
við til eina slíka sýning, sig
ur Birgir Kruse.
Virðislønin Geytin
Sjálv
virðislønin
hevur
fingið heitið Geytin, og
tað hevur formaðurin í
dómsnevndini
eina
frá
greiðing um.
- Herálvur Geyti starvað
ist á einum kampingplássi í
Danmark um sumrarnar,
men um vetrarnar var hann
í Føroyum, og tá plagdi hann
at ferðast runt í oyggjunum
og vísa 16 mm. film, sigur
Birgir Kruse.
Øll yvir 50 ár, sum búðu á
bygd, vistu, hvør Geytin var.
- Hann ferðaðist runt
við
einum
filmsvísara,
sum larmaði illa og ikki
hevði nakað ljóð at byrja
við. Talan var eisini um
svart/hvítar filmar, eitt nú
svenska filmin, Färöernes Ö,
sum varð tikin upp í Skúgvi
í 1929. Seinni fingu filmarnir
bæði ljóð og lit, sigur Birgir
Kruse.
Sjálvur hevur hann sæð
The Scarlet Pimpernel í
dansistovuni á Eiði í 1971.
- Kring Føroyar er hann
eitt kent navn fyri tey, ið eru
oman fyri 50, og umframt at
vísa film, hevur hann eisi
ni tikið nógvan film upp,
millum annað í hoyna. So
tá virðislønin hevur fing
ið heitið Geytin, so er tað
til minnis og heiðurs fyri
Herálv Geyta, sigur Birgir
Kruse, formaður í dóms
nevndini.
Nýggjar virðislønir
til føroyska filmslist
Virðislønirnar skulu latast á hvørjum ári á filmsdegnum,
sum er 11. desember, og verður hildin í Norðurlandahúsinum
Klippfisk stóran týdning
Tórshavnar kommuna hevur havt góðar royndir við Klippfisk, og tí kom tað heldur ikki óvart á, at
mentamálanevndin hjá kommununi samtykti, at lata eina Áskoðaravirðisløn til filmsdagin
Mentanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu
samtykti í fyrrakvøldið, at lata eina árliga
áskoðaravirðisløn á 15.000 krónur
Mynd: Álvur Haraldsen