Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jonhard Mikkelsen Bókin er ein brævaskaldsøga Í 18. øld hevði brævaskaldsøgan sína blómutíð, tí hon læt tann møguleikan upp, at tú kundi vera intimur, loyndarfullur og at siga frá kenslum, ið folk annars ikki tosaðu hart um, men sum til bar at skriva um í brævi til sína kæru ella til ein vin. Brævahøvundurin fekk samstundis gyklað fram, at hetta kundi vera veruligt og satt, og tað gav honum ein motor sum dró søguna frameftir, tí hvat mundi hin svara? Kenslur og tank­ar avdúkaðar í einum brævi, og forvitni eftir at vita, hvat hin mundi fara at svara. Hví skrivar Mikhail Sjiskijn so brøv? Einum nýtíðarligum høvundi tørvar einki serligt høvi at skriva um tað intima, ei heldur at fáa tekstin at taka seg út sum eitt savn av ektaðum skjølum. Spurningurin verður uppaftur løgnari, tí at høv­ und­urin sløkkir frásøgumotorin. Har, ið siðbundna brævaskaldsøgan á sín hátt er ein samrøða ímillum tvey, ið skriva, byrgir Sjiskijn fyri brævafloyminum. Brøvini koma ikki fram. Guð viti , um tey vera send – fram koma tey ikki. Og fólk­ ini halda fram at skriva. Tann sið­ bundna samrøðan er – skilja vit seinni – ein keta av einarøðum. Soleiðis liggur landið: Volodja ger hertænastu. Hann eri í kríggi. Sasja situr heima við hús og bíðar, og henni leingist. Og tey skriva hvør øðrum brøv. Hvør øðrum? Tað er spurningurin. Brøvini fáa ein heilt serligan dám, tá ið Sasja eftir at hava skrivað í mong ár, sigur: Eg havi ikki sagt tær tað mest um­ ráðandi – eg skal hava smá. Nú skrivaði eg hesi orðini – eg skal hava smá, - og eg havi hug at skriva tey eina ferð afturat. Eg skal hava smá. Eg síggi alla tíðina fyri mær, hvussu barnið sær út. Sum eitt gras­karfræ til støddar. Sum ein oyra­lippa. Sum ein fingurbolli. Sum ein samanrukkaður sokkur. Níggju sentimetrar, fimm og fjøruti gramm. Í einari bók havi eg hugt gjølla at einum fotografi, ryggurin sæst longu væl, tað ber enntá til at telja geisl­arnar. At konufólk, sum er við barn, savnar hugin um tað, ið hendir innan fyri nalvan, er ikki so løgið, men at orða seg soleiðis í bræv til unnustan, sum er á hermótinum, og sum ikki kann vera faðir at barninum, vekur undran. Tá ið so Volodja byrjar sítt næsta bræv soleiðis, er vantandi samskiftið ein týðuligur veruleiki: Sasjenka mín! Sum tað gjørdist fjálgt og gott, tá eg skrivaði navnið á tær í fyrstu reglu – Sasjenka! Hvussu hevur tú tað har? Hvussu stendur til? Hugsi alla tíðina um teg, og eg eri so glaður um at vita, at tú eisini í tínum tankum alla tíðina ert saman við mær! Eg veit, at tú hugsar um meg, og tú stúrir. Men ikki skalt tú stúra, Viðgitin russiskur høvun Tað er sjaldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men í næstu viku verður ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni - Mikhail Sjisjkin - í Havn. Høvið er, at bók hansara Brævabókin, ið er farin um allan heim, kemur út á føroyskum í næstu viku. Høvundurin helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur út á okkara máli, at hann tekur sær tríggjar dagar millum framløgur, viðtal, fyrilestrar og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo og New york  at koma til Føroyar. Av norðurlendskum málum er bókin komin á norskum, svenskum og finskum. Johnny Thomsen hevur týtt og SPROTIN gevur út.