fríggjadagur 12. oktober 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jonhard Mikkelsen
Bókin er ein
brævaskaldsøga
Í 18. øld hevði brævaskaldsøgan
sína blómutíð, tí hon læt tann
møguleikan upp, at tú kundi vera
intimur, loyndarfullur og at siga
frá kenslum, ið folk annars ikki
tosaðu hart um, men sum til bar
at skriva um í brævi til sína kæru
ella til ein vin. Brævahøvundurin
fekk samstundis gyklað fram,
at hetta kundi vera veruligt og
satt, og tað gav honum ein motor
sum dró søguna frameftir, tí hvat
mundi hin svara? Kenslur og
tankar avdúkaðar í einum brævi,
og forvitni eftir at vita, hvat hin
mundi fara at svara.
Hví skrivar Mikhail Sjiskijn so
brøv? Einum nýtíðarligum høvundi
tørvar einki serligt høvi at skriva
um tað intima, ei heldur at fáa
tekstin at taka seg út sum eitt savn
av ektaðum skjølum. Spurningurin
verður uppaftur løgnari, tí at høv
undurin sløkkir frásøgumotorin.
Har, ið siðbundna brævaskaldsøgan
á sín hátt er ein samrøða ímillum
tvey, ið skriva, byrgir Sjiskijn fyri
brævafloyminum. Brøvini koma
ikki fram. Guð viti , um tey vera
send – fram koma tey ikki. Og fólk
ini halda fram at skriva. Tann sið
bundna samrøðan er – skilja vit
seinni – ein keta av einarøðum.
Soleiðis liggur landið: Volodja
ger hertænastu. Hann eri í kríggi.
Sasja situr heima við hús og bíðar,
og henni leingist. Og tey skriva
hvør øðrum brøv. Hvør øðrum? Tað
er spurningurin. Brøvini fáa ein
heilt serligan dám, tá ið Sasja eftir
at hava skrivað í mong ár, sigur:
Eg havi ikki sagt tær tað mest um
ráðandi – eg skal hava smá.
Nú skrivaði eg hesi orðini – eg
skal hava smá, - og eg havi hug at
skriva tey eina ferð afturat.
Eg skal hava smá.
Eg síggi alla tíðina fyri mær,
hvussu barnið sær út. Sum eitt
graskarfræ til støddar. Sum ein
oyralippa. Sum ein fingurbolli.
Sum ein samanrukkaður sokkur.
Níggju sentimetrar, fimm og fjøruti
gramm. Í einari bók havi eg hugt
gjølla at einum fotografi, ryggurin
sæst longu væl, tað ber enntá til at
telja geislarnar.
At konufólk, sum er við barn, savnar
hugin um tað, ið hendir innan fyri
nalvan, er ikki so løgið, men at orða
seg soleiðis í bræv til unnustan,
sum er á hermótinum, og sum ikki
kann vera faðir at barninum, vekur
undran. Tá ið so Volodja byrjar sítt
næsta bræv soleiðis, er vantandi
samskiftið ein týðuligur veruleiki:
Sasjenka mín!
Sum tað gjørdist fjálgt og gott,
tá eg skrivaði navnið á tær í fyrstu
reglu – Sasjenka!
Hvussu hevur tú tað har? Hvussu
stendur til? Hugsi alla tíðina um
teg, og eg eri so glaður um at vita, at
tú eisini í tínum tankum alla tíðina
ert saman við mær!
Eg veit, at tú hugsar um meg, og
tú stúrir. Men ikki skalt tú stúra,
Viðgitin russiskur høvun
Tað er sjaldan, at heilt víða gitnir
høvundar vitja Føroyar, men í næstu
viku verður ein av teimum mest
umrøddu russisku høvundunum í
løtuni - Mikhail Sjisjkin - í Havn.
Høvið er, at bók hansara Brævabókin,
ið er farin um allan heim, kemur út á
føroyskum í næstu viku. Høvundurin helt
tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur út
á okkara máli, at hann tekur sær tríggjar
dagar millum framløgur, viðtal, fyrilestrar
og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo
og New york at koma til Føroyar.
Av norðurlendskum málum er bókin komin
á norskum, svenskum og finskum.
Johnny Thomsen hevur týtt
og SPROTIN gevur út.