fríggjadagur 12. oktober 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta var yvirskriftin
á eini verkætlan í Tórs
havn fyrst í 90'inum
undir Ung í Arbeiði.
Eg var so heppin at
sleppa at verða verk
ætlanarleiðari í nevndu
verkætlan, sum var ætl
að til ungar mammur,
sum vóru einligar og ikki
høvdu nomið sær nakra
útbúgving.
Uppgávan hjá mær
var at stuðla, íverkseta
og geva íblástur. Somu
leiðis
at
menna
og
styrkja dagligar avbjóð
ingar, matgerð, reingerð,
uppaling,
fíggjarligar
trongstøður o.a.
Alt
hetta
gjørdist
veruleiki í tøttum sam
starvi við sosialu deild
í Tórshavn, og haldi eg,
at hetta var ein gev
andi, áhugaverd og góð
verkætlan, sum veru
liga gjørdi mun hjá fleiri
av teim mammum og
børnum, sum vóru við.
Veit, at fleiri av hesum
mammum fóru undir
víðari lesnað og útbúgv
ing.
Hetta er bert eitt
dømi um eina verkætlan,
sum var annarleiðis og
somuleiðis
fyribyrgj
andi.
Tórshavnar Komm
una hevur so ómetaligar
nógvar møguleikar, og
vil eg gera mítt til, at
slíkar verkætlanir aftur
kunnu verða settar á
dagsskrá og gera mun.
Ung mamma,
hevur tú ein
dreym?
kommunuval 2012
Bjørghild Djurhuus
Nær er høgrasnaringin
fullkomin
Skrivað hevur
Levi Mørk
býráðslimur
Seinastu tíðina hava vit
hvønn einasta dag sæð,
hvussu samgongan spakuliga
niðurlagar og eymýkir før
ingar. Tað sær út fyri mær, at
mørk, virðing og sømiligheit
er kveistrað til viks, meðan
háðanin er sett í hásætið.
Ikki nokk við at Jørgin
Niclasen og løgmaður tala
niðurlátandi um tey veiku,
eldri fólk, men teir halda
seg hava rætt til veruliga at
gera tað, við teirra mantra,
at vit mugu spara. Teir hava
gloymt, at tey menniskju teir
háða, er júst tey menniskju
sum eiga lívið í hesum báðum
fýrunum, og sum hava skapt
tað samfelag, teir nú sorla.
Tað sama við teimum
veiku borgarunum, teir so
fegnir vilja hava av landinum,
tí tey eru ikki, í teirra eygum,
virðisskapandi, men bert til
fortreð og plágan.
Flatskattin, sum bert fá
ynskja, lata teir tey veiku
gjalda. Flatskatturim verður
nýttur til marglæti, niður
gjalding av skuld og uppspar
ing. Teir halda áfram at siga,
at fólk fara at gear íløgur fyri
henda penging. Tvætl.
Pensjónirnar taka teir frá
okkara børnum, uttan himpr.
Tilfongið, sum makrelurin er,
verður latin fyri næstan onki
til vinir og kenningar við
røttum politiskum liti. Teir
vilja ikki hoyra talan um at
lækka MVG á neyðsynjar
vørum, og gera tað møguligt
at fáa bíligari íbúðir, tí teir
vilja hava henda veika bólkin
av landinum.
Yvirbráðið í teirra dum
stoltu skon er so ræðandi,
at eg, og flestu føringar hava
alla grund til at óttast fyri
framtíðini. Eg havi tosað við
nógv sambandsfólk, og tey
øtast. Tey fægstu eru greið
yvir, at nýggja stevnuskráin
hevur lítð og onki við sam
bandspolitikk at gera, og fyri
at fjala veruleikan vendur
løgmaður tjakinum burtur
frá veruleikanum til líkaso
veruleikafjart tos um ríkis
felagsskap.
Eg ivist í um løgmaður
sjálvur stendur aftanfyri
høgrufasitsisku snaringina
í sambandsflokkinum, men
eg kan sjálvandi gita hvør
stendur aftanfyri. Tað er
ongin munur í dag á poli
tikki fólkaflokksins og sam
bandsflokksins. Fólkaflokks
fólk eru har mann kundi
vænta teir eru, men at sam
bandsflokkurin fór somu kós
er nakað nýtt.
Til hetta býráðsvalið hevur
so veljarin ein møguleika at
vísa hesum monnum, at før
ingar ikki lata sær alt lynda.
Formaður
okkara
hevur
longu sagt, at arbeiða saman
við fólkaflokkinum kemur
ikki uppá tal, og tað er ein
sjálvfylgja. At arbeiða saman
við nøkrum, sum við síni fulla
fimm, oyðileggja samfelagið,
fólk, sum opi og fullkomiliga,
uttan at skammast, geva til
síni vinfólk og vælbjargaðu
annars, við beinleiðis at taka
frá pensjónistum, ungfólki,
arbeiðsfólki, og annars øllum
teimum teimum veiku. Og
tilfongisgjaldið, sum kundi
verði eitt gott íkast til okkum
øll, fer sama veg. Um so
sambandsflokkurin heldur
áfram við sama politikki, er
ongi samstarvsmøguleiki har
heldur.
Øll mugu gera sær greitt,
at hesin politiski ørðskapur
kemur at halda fram, um tit,
veljarin, ikki steðgar teimum.
Hugsa tykkum til, um teir
eisini fingu møguleikar at
ávirka Tórshavnar komm
unu. Tí hava tit nú ein gyltan
møguleika at gera tykkara
sjónarmið galdandi við hetta
valið, og tað er altso neyðugt
at tit gera tað.
Teirra
hugsjónar-
og
menniskjaligu
eginleikar
hoyra ikki heima í hesum
landi, teir kenna ikki til
næstrakærleika og virðing
fyri teimum eldru. Teir kenna
ikki til hvat fólkið væntar av
sínum umboðum, nevniliga
at virka fyri øllum, og ikki
bert teimum fáu. Nýtið tí
høvi at steðga teimum, set
krossin við Levi Mørk, javn
aðarvallevni á Lista C á
kommunuvalinum.
Vælferðarsamfelagið
Heri Ólason Dam
Javnaðarflokkurin
Okkara samleiki er, at verða
ein partur av tí norður
lendsku
heildini.
Hesin
felagsskapur er søguligur
og mentanarligur, og hevur
verið tikin sum ein sjálvfylgja
í langa tí; men er kanska ikki
so sjálvsagdur sum støðan er
í dag.
Hvat inniber hesin felags
skapur og hvat gevur hann?
Hesin felagsskapur liggur
sum
støði
undir
lógum,
soleiðis at skilja, at lógar
verkini eru ógvuliga lík.
Mentan og mál eru av
sama norðurlendska upp
runa, tí eru fatanir og hug
burð ógvuliga lík.
Hetta ger okkum til ein
part av eini størri heild,
sum vit nýta gott av í so at
siga øllum førum. Her kann
nevnast tann fríi norður
lendski arbeiðsmarknaðurin,
har øll í norðanlondum
kunna søkja og fáa arbeiði
á jøvnum føti við øll hini í
øllum norðurlondum, sama
er galdandi á útbúgvingar
økinum.
Sitandi samgonga hevur
uppá minni enn eitt ár
niðurlagað fleiri av hesum
vælferðarskipanum
og
ætlar hon at fremja fleiri
líknandi átøk á borgaran
– flatskattur – skattan av
pensjónum við inngjald –
seta pensjónsaldurin upp
– krevja gjald fyri at koma
á sjúkrahús – niðurlagan av
skúlaøkinum og útbúgving
og mangt annað.
Tí spyrji eg teg, ert tú
ein av teimum, ið hevur at
kvøtt fyri ein av hesum
flokkum ella eitt av hesum
valevnunum, harvið er tú ein
av stuðlunum undir hesum
niðurlaðingarverki
av
tí
føroyska samfelagnum. Eg eri
vælvitandi, at tað eru nógv
fólk sum ikki taka undir við tí
førda politikkinum, sjálvt um
tey hava atkvøtt fyri einum
av
samgonguflokkunum
ella einum av hesum val
evnunum, uttan at vilja tað
oyðandi kós sum BADH sam
gongan stýrir.
Til kommunuvalið hevur
tú møguleikan og einans tú
møguleikan at broyta hesa
skeivu gongd. Tó hevur hend
an niðurlagingin ikki rakt
Tórshavnar kommunu so
meint enn, vegna ein sterkan
javnaðarflokk, ið hevur víst
og prógva góð úrslit s. u.
Bygging av tveimum stórum
skúlum, almennan trivna,
Boðanesheimið, karmar fyri
vinnumøguleikum, hækkan
av barnafrádrátti og lækkan
av skattinum frá 1. januar.
Við tínari atkvøðu hevur
tú møguleikan fyri at vera
ein av stuðlunum undir
áhaldandi at byggja væl
ferðarsamfelagið og náa úrslit
og steðga tí skeivu gongd
sum BADH fremur. Hetta
kanst tú gera við at atkvøða
fyri Javnaðarflokkinum ella
einum av valevnunum á
listanum.
Vit fremja úrslit.
Gjald fyri
valgreinar
Vit taka gjald fyri
valgreinar í sambandi
kommunuvalið. Valgreinar
eru greinar frá valevnum og
greinar, sum blaðstjórnin
metir sum valgreinar.
Kostnaðurin er í lutfallinum
1.000 kr fyri fjórðingssíðu.